týsdagur 5. mars 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3
unavík
2
Nógvar byggiverkætlanir í Runavík
Vit fegnast um handilslívið
Nógvar miljónir krónur verða í løtuni lagdar niður í Runavíkarøkinum, sum hava nógv
skapandi virksemi við sær, eins og ringvirkningar eisini eru og verða av hesum íløgum.
Parturin hjá kommununi í øllum hesum er kortini ikki so stórur, at hann ikki er at liva við
Runavíkar kommuna er ein livandi kommuna,
og handilsøkið í Runavík er rættiliga livandi
og spennandi. – Vit royna at hava eitt gott
samskifti við handilslívið, sigur borgarstjórin í
Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen
Magnus Ramussen, borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, sigur, at tað serliga er í bygg
ingini av nýggjari fimleikarhøll, at kommun
an ber størsta partin av íløguni.
– Tað er Búsetur, sum eigur høvuðs
arbeiði í hesi bygging, ið annars gongur
sum ætlað. Fimleikarhøllin, sum stórur tørvur
hevur verið á í nógv ár, verður sambært
ætlanini liðug, tá hetta árið er runnið.
Borgarstjórin sigur, at parturin hjá
kommununi í hesi bygging, sum fer at liggja
um einar 34 miljónir krónur tilsamans,
verður umleið 30 miljónir krónur.
– Av samlaða kostnaðinum hevur LOA-
grunnurin givið okkum tilsøgn um 4 miljónir
krónur í stuðli.
Magnus Rasmussen fegnast eisini um,
at fimleikarhøllin er onnur verkætlanin í
Føroyum og samstundis onnur verkætlanin
í Runavíkar kommunu, sum grunnurin veitir
stuðul til.
– Nú KFUM-skótarnir við Løkin byggja
felagshús, sum verður liðugt móti sumri,
hevur LOA-grunnurin eisini játtað teirri
verkætlanini tvær miljónir krónur av eini
verkætlan, sum fer at kosta einar sjey
miljónir krónur, sigur hann.
Aðrar verkætlanir
Av øðrum verkætlanum, sum eru í gongd og
fara í gongd í Runavíkarøkinum, er depilin
til fjølbrekað, sum almannamálaráðið letur
byggja í Runavík.
– Seinni í ár verður eisini farið undir at
byggja 10-16 íbúðir til menningartarnað,
og eisini her er tað almannamálaráðið, sum
stendur fyri verkætlanini.
Í hesum báðum førum er tað kommunan,
sum ger grundøkini byggibúgvin.
Magnus Rasmussen sigur, at enn ein
verkætlan, sum er í gongd, er útbygging av
laksavirkinum Bakkafrosti.
– Eisini her er tað kommunan, sum ger
útfyllingina norður úr verandi virkisbygningi
á Bakka, sigur borgarstjórin í Runavíkar
kommunu.
– Eg haldi, at handilslívið í Runavíkar
økinum hevur markerað seg nokso væl í
seinastuni og tey, sum standa fyri og sam
skipa hetta virksemi, gera veruliga nakað
fyri at seta handilslívið á breddan og fáa
fólk út í okkara øki at vitja og handla.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, sigur,
at tá fólk leita sær út í Runavíkarøkið í
handilsørindum, fáa tey eisini høvi at
síggja, hvat annars rørist í hesum partinum
av kommununi.
– Her eru nógvir handlar, og her eru
handlar við nógvum ymiskum vørum og
tænastum. Jú, eg haldi, at vit hava eitt
rímiliga ríkt handilslív og eitt gott útboð,
sum vit fegin vilja bjóða fram, sigur hann.
Øll vælkomin
Nú tunnilsdagur verður leygardagin, har
ókeypis er at koyra um Norðoyartunnilin
í eitt samdøgur, bjóðar borgarstjórin í
Runavíkar kommunu øllum – bæði nær og
fjar – hjartaliga vælkomin í økið.
– Vit gleða okkum altíð til hesar dagar,
tá fólk vitja í økinum, og eg ivist onga løtu
í, at handilslívið er til reiðar at taka væl
ímóti og fegnast um hvørja einstaka vitjan.
Magnus Rasmussen sigur, at tey, sum
vitja í Runavíkarøkinum, eisini kunnu síggja,
at nógv virksemi er í løtuni.
– Talan er serliga um virksemi innan
bygging av felagshúsum, nýggjari fimleikar
høll og skótahúsi, depli til fjølbrekað og
útbygging av laksavirkinum Bakkafrosti, har
kommunan er í gongd við útfylling, sigur
borgarstjórin.
– Vit bjóða øllum – bæði nær og fjar – hjartaliga vælkomin í økið,
nú tunnilsdagur verður leygardagin, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggja fimleikarhøllin og húsið hjá KFUM-skótunum við Løkin hava fingið
tilsøgnir um tilsamans seks miljónir krónur úr LOA-grunninum
Myndir: Vilmund Jacobsen