Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3 unavík 4 Serstøk Retro Café í Saltangará – Alt, sum verður inni og sum fer at pynta hugnaligu stovuna og soleiðis eisini café’ina, er til sølu, og vit vóna, at nógv fólk koma inn á gólvið tunnilsdagin, sigur Olga Maria Djurhuus, sum er annar av stigtakarunum til tiltakið Leygardagin á tunnilsdegnum fara Olga Maria Djurhuus og Dagunn Hansen at skipa fyri einari sonevndari Retro Café í hølunum í Saltangará, har Heimavirki áður helt til. Hetta eru hølini yvir av Telebúðini – og við síðuna av handlinum Sisters í Saltangará. – Vit fara at hava opið leygardagin millum klokkan 11 og 19, og her fara vit at hava góðar køkur, bollar, breyð, umframt kaffi, te og juice. Olga Maria Djurhuus sigur, at tey fara at pynta hølini við ymiskum møblum frá Bláakrossi, sum fólk kunnu keypa. Selja møblar – Vit hava ikki endaliga gjørt av, hvussu sjálv sølan verður skipað, men vit hugsa okkum, at fólk, sum koma á gátt, sum dag­urin gongur, kunnu bíleggja møblarnar og rinda kostnaðin - og síðan kunnu tey koma eftir møblunum, tá dagurin nærkast end­anum. Olga Maria sigur, at talan verður um prísir á Blákross-stíli, sum hon tekur til, og tað merkir, at talan verður um bíligar møblar og lutir. – Alt, sum verður inni og sum fer at pynta hugnaligu stovuna og soleiðis eisini café’ina, verður til sølu, og vit vóna, at nógv fólk koma inn á gólvið hendan dagin. Hon sigur, at tað, sum selt verður, er gamalt, men hetta er ikki antikk í orðsins rætta týdningi. Bláikrossur og skótar Olga Maria sigur, at ágóðin av søluni á tunnilsdegnum fer til vælgerandi endamál, sum í hesum førinum er arbeiðið hjá Bláakrossi og arbeiðið hjá KFUM-skótunum við Løkin í Runavík. - Café-tiltakið verður bara leygardagin, men um hetta eydnast væl, er ikki óhugsandi, at vit fara at taka tiltakið uppaftur eina aðru ferð, sigur hon. Olga Maria Djurhuus sigur, at hóast hon og Dagunn Hansen standa sum fyriskiparar av Retro Café’ini, eru tað eisini onnur, sum eru teimum til hjálpar. Retro Café’in verður í hølunum, har Heimavirkið í Saltangará áður helt til Mynd: Vilmund Jacobsen Aftur ein fram­ sýning á páskum Skótarnir við Løkin í Runavík skipa aftur í ár fyri vælumtóktu málninga­ framsýningini á páskum Árliga páskaframsýningin verður 1. og 2. páskadag í skúlanum við Løkin í Runavík, og opið verður báðar dagarnar frá klokkan 15 til 20. Her hava fólk høvi at síggja og ogna sær málningar hjá fleiri av kendu og minni kendu listafólkunum. - Málið er at fevna um so fjølbroytta málningalist sum gjørligt, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið. Lagt verður aftrat, at øll atgongumerki, sum verða seld til framsýningina, verða við í lutakastinum um ein málning. Enn eru pláss eftir til tey, ið ynskja at sýna fram, og hesi kunnu venda sær til Adrian Dalsá á telefon 282801. Borg spennur seg út á tunnilsdegnum Borg í Klaksvík og Runavík fer at hava nøkur góð tilboð upp á gólv, gólvflísar og lampur á tunnisdegnum leygardagin Arnfinn Olsen, sum leiðir amboðsdeildirnar hjá Borg í Runavík og Klaksvík, sigur, at báðir handlarnir á tunnilsdegnum fara at hava opið frá klokkan 10-20. – Vit fara at hava nøkur góð tilboð - ikki bara sjálvan tunnilsdagin, men eisini nakrar dagar eftir tað. Hann sigur, at Borg eitt nú fer at selja gólv, sum eiga at kosta 369 krónur fyri fermeturin, fyri 219 krónur fermeturin. – Vit fara eisini at hava tilboð upp á gólvflísar, sigur hann. Leiðarin á amboðsdeildunum sigur, at fyritøkan eisini fer at selja allar Norlux- lampur við einum avslátri á 20%. – Her er talan um fleiri ymisk sløg av lampum, sigur Arnfinn Olsen. Kaffi og køkur Borg fer eisini at hugna um, nú tunnilsdagur verður. – Vit fara at bjóða øllum okkara við­ skifta­fólkum og øllum, sum hendan dagin støkka inn á gólvið, kaffi og køkur fyri at skapa ein serligan hugna um henda dagin. Arnfinn Olsen vísir á, at Borg í seinastuni hevur selt nógvar skjótihurðar, hvítvørur og køkar. – Tað hevur víst seg, at sølan av eitt nú hvítvørum er økt, síðan Elding gavst í Saltangará, sigur handilsleiðarin, sum bjóðar øllum vælkomnum at vitja handl­ arnar í Klaksvík og Runavík á tunnils­ degnum. – Vit fara at bjóða øllum viðskiftafólkum kaffi og køkur fyri at skapa ein serligan hugna á tunnilsdegnum, sigur Arnfinn Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen