Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3 unavík 8 Tvær nýggjar tænastu­ støðir Runavíkarøkið man vera hitt einasta í Føroyum, sum seinastu árini hevur fingið tvær spildurnýggjar tænastustøðir, Effo og Magn At handils-og tænastuvinnan sær stórt í Runavíkarøkinum, eru nýggja Effo-støðin og nýggja Magn-støðin í økinum prógv um. Í nógv ár hevur Effo-støð verið í Saltangará, og í fleiri ár vóru ætlanir um at dagføra støðina. Um nøkulunda somu tíð, sum Effo- støðin varð dagførd øll, sum hon er, fór Magn, sum ikki var í økinum framm­an­ undan, í holt við at byggja sína spildur­ nýggju støð, eisini í Saltangará. At tvey feløg - um somu tíð - velja at gera so stórar íløgur í økinum, kann ikki merkja annað enn, at feløgini síggja stórt í Runavíkarøkinum, bæði nú og í framtíðini. Fyri viðskiftafólk merkir hetta eisini, at tey hava tveir valmøguleikar. Olja og bensin kosta tað sama á báðum støðum. Her er eingin kapping, men í øðrum vørum og tænastum kunnu feløgini kappast, og hetta kemur náttúrliga viðskiftafólkum til góðar. Effo-støðin í Saltangará er øll dagførd, sum hon er. Hon varð rivin niður og bygd uppaftur, nógv størri og stásiligari enn áður Mynd: Vilmund Jacobsen Magn hevur bygt spildurnýggja støð í Saltangará. At tvey feløg byggja nýggjar støðir, má merkja, at tey síggja stórt í hesum øki Mynd: Vilmund Jacobsen Orkis á Glyvrum pyntar til veitslu Nú vár, páskir og konfirmatión stunda til, og nógv fyrireika brúdleyp seinni í ár, verður blómuhandilin Orkis á Glyvrum pyntaður til »fest«, sum Anette Sonne rópar tað – Vit pynta borð við nógvum góðum hug­ skotum um, hvussu borðið kann koma at síggja út á stóra degnum. Her eru allir okkara stakar og annað prýði, sum vit leiga út til serlig høvi. Anette Sonne sigur, at aðrar brúðar­fram­ sýningar, sum Orkis hevur havt, hava givið rættiliga positiv afturljóð, har fólk siga seg hava fingið nógv og góð hugskot heimaftur við sær. – Fólk hava eisini verið hugtikin av tí pynti, sum vit gera serstakt til eitt nú konfirmatiónir og brúdleyp, sigur Anette Sonne. Samstarv við onnur Aftur í ár samstarvar Orkis við Dreymar, og sum nakað nýtt hava tey eisini fingið Brúðarlín at vísa fram brúðarkjólar og handilin Jungle, sum eisini er í Saltangará, fer at vísa fram harraklæði. Fotografurin Sunrid í Gong fer eisini at hava framsýning í Orkis við konfirmatións- og brúðarmyndum. – So, vit eru púra klár til tunnilsdagin, sum verður leygardagin, sigur Anette Sonne. Íblástur og prát Longu hósdagin komandi verður opið í Orkis til klokkan 20, og tá verður eisini høvi at síggja stóru, forvitnisligu og festligu framsýningina. - Øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa íblástur og eitt prát, sigur Anette Sonne, sum leggur aftrat, at myndir frá framsýningini eisini verða lagdar út á facebook-profilin hjá Orkis. Handilslívið vert at vitja – Í Runavíkarøkinum eru nógvir forvitnisligir handlar við fjølbroyttum útboði, sum avgjørt eru verdir at vitja, sigur Mette Nygaard, samskipari hjá Handilsmiðdeplinum Búskaparkreppan hevur verið ein stór avbjóðing hjá handilsvinnuni, sum á ymiskan hátt hevur tillagað seg broyttu umstøðurnar. Mette Nygaard, samskipari hjá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu, sigur, at hóast kreppuna, hevur Runavíkarøkið framvegis eitt ríkt - og eisini litríkt - handilslív. Tá fólk fyrst eru komin út í Runavíkarøkið, síggja tey, at her livir og andar eitt ríkt og fjølbroytt handilslív. - Vit hava handlar av øllum slag í økinum, og vit halda, at útboðið er minst líka so áhugavert, sum í øðrum økinum í landinum. Mette Nygaard vísir á, at her eru fleiri klædnahandlar, sum selja klæðir til vaksin, kvinnur, menn, ungdóm og børn. Her búnýtishandlar og handlar, sum selja timbur, køkar, møblar, amboð, máling, leikur og ymiskan reiðskap - og her eru blómuhandlar. Í Runavíkarøkinum eru eisini handlar, sum selja ymiska skipsútgerð, tøkni, telefonir og teldur. - Tey, sum eiga og reka hesar handlar, gleða seg til at vísa sínar vørur og sítt útboð fram, sigur Mette Nygaard. Lyfta í felag Tey, sum standa aftanfyri Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu, Runavíkar kommuna og Kunningarstovan í økinum arbeiða í neyvum samstarvi um handilslív og annað, sum hevur tilknýti til henda partin av kommununi. Mette Nygaard sigur, at avtalað er millum partarnar, at tey skulu lyfta í felag og samstarva, tá tiltøk eru, sum í hesum førinum, nú tunnilsdagur verður leygardagin. - Sum tíðin gongur, fara vit at leggja enn meiri orku í at lyfta í felag, sigur samskiparin av Handilsmiðdeplinum. – Vit hava handlar av øllum slag í økinum, og vit halda, at útboðið er minst líka so áhugavert, sum í øðrum økinum í landinum, sigur Mette Nygaard Longu hósdagin verður opið til klokkan 20, og tá verður høvi at síggja stóru, forvitnisligu og festligu konfirmatións-og brúðarframsýningina í Orkis Mynd: Vilmund Jacobsen