Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3 unavík 10 Nýggj oljuhavn millum Skála og Skálafjørð Runavíkar býur gerast enn betri Runavíkar kommuna arbeiðir á nógvum frontum, og kommunan hevur eisini brúkt nógva orku til at fáa fleiri ferðamannaskip inn á Skálafjørðin – Kommunan virkar heilt væl á nógvum økjum, men vit hava nakrar tørvir, sum mugu loysast, soleiðis at Runavíkar býur gerst ein enn betri og dynamiskari býur, sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari og býráðslimur – Vit hava hesi seinastu tvey árini brúkt nógva orku til at finna út av, hvussu vit skulu lofta eini komandi oljuvinnu á offshore- økinum, tá oljan verður funnin. Tað sigur havnarmeistarin og býráðs­ limurin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen. Hann leggur aftrat, at í íløtuni – í leitingar­fasuni – er nóg rúmsátt í Runavík. – Men arbeitt verður nú við at fyrireika økið millum Skála og Skálafjørð, og peningur er settur av til hetta í 2013. Ferðamannaskip Havnarmeistarin sigur, at Runavíkar komm­ una hevur eisini brúkt nógva orku til at fáa fleiri ferðamannaskip inn á fjørðin. – Í løtuni eri eg ávegis til Miami í somu ørindum. Fyri at fáa alt at ganga upp og nøkta tørvin hjá okkara kundum, er neyðugt at gera útbyggingar á havnaøkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings-, landsstýris-og fólkatingsmaður varð fyri hálvum triðja ári síðan settur sum havnarmeistari við Runavíkar havn. Landafrøðiliga fevnir havnalagið í kommununi frá dráttinum í Æðuvík til lendingina í Funningi og av Lambavík til Skála. Í heyst læt hann seg stilla upp til kommunu­valið í Runavíkar kommunu. Hann varð næstvaldur og er eftir skipanina av nýggja býráðnum formaður í teknisku nevnd og varaborgarstjóri. Stór ábyrgd Vit hava spurt hann, hví hann læt seg stilla upp, og um hvørjar kommunalpolitiskar ætlanir hann hevur? – Eg fór fyribils úr politikki, tá eg gjørd­ist havnarmeistari. Síðan havi eg trivist so mikið væl í starvinum, har eg havi fingið frælsi til at virka til frama fyri Runa­víkar havn og Skálafjørðin - í góðum samstarvi við havnar-og vinnunevndina og borgarstjóran - at eg havi ikki skonkt tí ein tanka aftur at fara at fáast við politikk. Hetta varð ikki, fyrr enn fleiri og fleiri heittu á meg um at stilla upp til kommunuvalið í heyst. Tórbjørn sigur, at hann læt seg yvirtala, og valúrslitið kom óvart á hann. – Tað leggur eina stóra ábyrgd á herðar mínar at vera við til at virka fyri og fremja positiv átøk býnum til besta frama. Nakrir tørvir Sjálvur heldur havnarmeistarin, at Runavíkar kommuna virkar heilt væl á nógvum økjum. – Men, vit hava nakrar tørvir, sum mugu loysast, bæði á tí privata og kommunala økinum fyri at fáa Runavíkar bý til at gerast ein enn betri og meiri dynamiskur býur. Býurin er vaksin niðaneftir frá tí virk­semi, sum í áratíggju hevur verið niðri við fjøruna. Soleiðis er tað framvegis, og tí er tað alneyðugt, at vit framhaldandi og áhald­andi byggja út á havnaløgunum. Hetta liggur mær fremst í huga, sigur havnar­meistarin og nýggi býráðslimurin. Nógv virksemi Tórbjørn Jacobsen vísir á, at nógv virksemi er í ali- og fiskivinnuni, bæði á Bakkafrost og á flakavirkinum hjá Faroe Origin. Har­ aftrat kemur Silver Fjord hjá Fresh Link á Runavík einar hundrað ferðir um árið í linju­ sigling til og úr Scrabster. – Virksemið kring oljuleitingarnar ger eisini stóran mun hjá okkum, og tað er Atlantic Supply Base, sum stendur fyri hesum. Oljugoymslurnar í gomlu tangunum í Søldar­firði frá seinna heimsbardaga geva eisini eitt sera gott ískoyti til raksturin av havnini, og hinumegin fjørðin liggur tann stóra skipasmiðjan hjá MEST. Tórbjørn Jacobsen sigur, at alifirðirnir Oyndar- og Funningsfjørður og Lambavík eisini eru ein partur av virkseminum hjá Runavíkar havn. – Runavíkar býur er vaksin niðaneftir frá tí virksemi, sum í áratíggju hevur verið niðri við fjøruna, sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari Mynd: Vilmund Jacobsen – Í leitingarfasuni er nóg rúmsátt í Runavík, men arbeitt verður við at fyrireika økið millum Skála og Skálafjørð, sigur Tórbjørn Jacobsen