Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ó k e y p i s l ý s i n g a r b l a ð • m a r s 2 0 1 3 unavík 14 Svimjihøll á skrá í Runavík Gistingarhús­virksemi kemur aftur Í eini so stórari kommunu, sum Runavíkar kommunu, eru nógv størri og smærri mál á breddanum. Nógv er loyst, og annað liggur á láni. Soleiðis vil altíð vera – At ein kommuna hevur gistingarmøguleikar er ein ógvuliga vital funktión í einum býi, og tí vóni eg, at onkur fer í holt við gistingarhúsvirksemi aftur sum skjótast, sigur Tórbjørn Jacobsen, býráðslimur Eitt stórt mál, sum Runavíkar kommuna arbeiðir við, er spillivatnsætlanin, ið er eitt tekniskt mál, sum rættilig gongd er komið á. Í løtuni arbeiðir kommunan í Funnings­ firði, og ætlanin er at gera Funnings­fjørð lidnan, áðrenn farið verður til Oyndar­ fjarðar, og síðan verður hildið fram aðra­ staðni, til øll spillivatnsætlanin er framd. Svimjihylur á skrá Eitt annað mál, sum leingi hevur ligið á láni, er ein svimjihøll. Eingin svimjihylur er í Runavík, hóast nógv hevur verið frammi um hetta mál. Nú eru kreftir í kommununi, sum veruliga vóna, at hetta mál endaliga verður loyst úr lagdi. Tað eru tey, sum halda, at nývalda býráðið veruliga fer at seta skjøtil at byggja svimjihøll. Av stórum verkætlanum, sum Runavíkar kommuna hevur framt seinnu árini, eru eitt nú nýggjur skúli og Løkshøll í Runavík, ið eru týðandi varðar í kommununi. Tað er lutfalsliga lítið av landsalmennum virksemi í Runavíkar kommunu, og tí er tað týdningarmikið, at privata vinnan, eitt nú handverk og handilsskapur, hava tað gott. Einasta gistingarhúsið í økinum – Sjómansheimið – stendur afturlatið, og soleiðis hevur verið í nøkur ár. – Hetta er ein ógvuliga vital funktión í einum býi, og tí vóni eg, at onkur fer í holt við gistingarhúsvirksemi sum skjótast aftur. Tórbjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevndi í býráðnum, vísir á, at mat­stovu­ virk­semi er eisini á ov lágum blussi í kommununi. – Fólkið í økinum hevur enn ikki rættiliga vant seg við atferðina at eta úti, men sjálv­ andi fer hetta at broytast sum frálíður. Hann vísir á, at tú fært ikki ein bý at virka sum sløkkir klokkan 17, tá arbeiðs­ dagurin á virkjum og skrivstovum er av fyri dagin. – Tú fært ikki ein bý at virka, sum sløkkir klokkan 17, tá arbeiðsdagurin á virkjum og skrivstovum er av fyri dagin, heldur Tórbjørn Jacobsen, býráðslimur Mynd: Vilmund Jacobsen Nógv er komið í Runavík seinnu árini, og millum stóru verkætlaninar er nýggjur skúli og Løkshøll