Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 byggiloyvi Jón Brian Hvidtfeldt – Eitt uppsjóvarvirki við eini frystigoymslu á 5000 tons hevur onga meining í stóru myndini. Staðfestingin kemur frá Boga Jacobsen, stjóra í Varðin Pelagic. Uppsjóvarvirkið á Tvør­ oyri, sum hevur verið í støð­ ug­um undanvindi síðani byrj­ an í fjørsummar, hevur fingið grús í maskinaríið. Grúsið er eitt byggiloyvi, sum kortini ikki er eitt byggiloyvi. – Verandi frystigoymsla er somikið lítil, at hon gerst ein fløskuhálsur fyri alla fram­leiðsluna. Avleiðingin verð­ur, at vit mugu vísa skip frá okkum og leggja virk­ið stilt ávís tíðarskeið. Tá missa vit pengar og tapa í kapp­ ing­ini við aðrar, sigur Bogi Jacobsen. Hann ætlar tí at brúka 10-12 milliónir krónur til at víðka fløskuhálsin, soleiðis at virkið kann frysta tað dup­ulta, umleið 10.000 tons. Tað er sambært stjóranum neyðugur ”buffari”, tá virkið eftir ætlan skal klára at taka ímóti 1000 tonsum um sam­ døgrið. Málsetningin um tey 1000 tonsini um samdøgrið boðaði Varðin longu frá, tá tey fóru at fyrireika stóru íløguna á Tvøroyri. Lyftið Telvingin um, hvar alterna­ tiv­ið til uppsjóvarvirkið í Kollafirði skuldi standa, hevur staðið millum fleiri øki í landinum. Fleiri hava sæð møgu­leikar, nú nøgdirnar av makreli, sild og eisini svart­ kjafti fleirifaldast. Vágur og Fuglafjørður lógu framvið, men tá avtornaði vann Tvør­ oyri, sum sannførdi sterka reiðaríið í Gøtu um at leggja sína íløgu har. Nýtt upp­ sjóvarvirki bleiv bygt eftir hálvum ári og hevur síðani verið uppruni til jaligar søgur um arbeiðspláss, vøkstur og vinning. 12. november í fjør, kvøldið fyri kommunuvalið, var bý­ ráðs­fundur á Tvøroyri. Fund­ ur­in samtykti at geva nýggja arbeiðsplássinum í bý­num grønt ljós til at veksa. Varðin Pelagic fekk byggi­loyvi til at víðka um sína frysti­ goymslu. Dagin eftir, val­ dagin 13. november, ringdi borgarstjórin til stjóran í p/f Varðanum og formliga frá­ boðaði, at felagið hevði finigð byggiloyvi. Tíðindini frá býráðs­ fund­inum festa seg hjá Kára Thomsen, sum hóast bú­sit­ andi í Havn eigur eini hús á Tvøroyri. Hóast hans­ara hús liggja omanfyri Varð­ an Pelagic, so hevur hann ikki frætt nakað um ætl­aðu útbyggingina. Hann hev­ur ikki fingið málið til granna­ hoyring, hóast hann metir seg vera nærmasta granna. Í sínum lagi tvíheldur komm­unan um, at Kári Thom­sen skal ikki hava mál­ið til hoyringar. Húsini hjá Kára Thomsen liggja aft­an fyri pakkhúsini, sum liggja uppat havnarlagnum. Komm­unan metir einans eig­ar­ar­nar av pakk­húsunum sum partar í mál­in­um, ikki eig­arar av ognum so langt burt­ur sum húsini hjá Kára Thom­sen. Hetta vildi verið at toygt partshugtakið í byggi­ málum longur enn sið­venja og praksis er, sigur komm­ unan. Kári Thomsen kærir, gerst partur av málinum og fær innlit í málsviðgerðina. Hann rennur seg í fleiri dømi um, at ásetingar í galdandi byggisamtykt fyri økið ikki eru hildnar. Á hinari síðuni stendur borg­arstjórin, sum sigur seg hava givið Varðin Pelagic eitt ”princippbyggiloyvi”, með­an formligu smálutirnir skuldu fáast uppá pláss aft­aná. Aft­ urímóti vísir Kári Thom­sen á, at prin-sipp-byggi­loyvi finst ikki í terminologiini fyri máls­við­gerð til umsókn um byggi­loyvi. Eftir stendur, at Varðin Pelagic hevur fingið eitt lyfti um at byggja út, soleiðis at fløskuhálsurin fyri víðari menning av virkinum blívur burtur. Eitt lyfti, sum er um at molast sundur í hondunum á borgarstjóranum á Tvøroyri. Blokerandi paragraffir Kári Thomsen eftirlýsir eina serstaka byggisamtykt fyri slíka byggiætlan sum ta hjá Varðanum Pelagic. Hann vísir á lógina um býarskipanir og byggisamtyktir frá 1954, har sagt verður at ”uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunnlar og onnur bygningsverk und­ ir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heim­ild í góðkendari byggi­sam­tykt.” Kári Thom­sen vísir somu­ leiðis á, at byggi­sam­tyktin fyri Tvør­oyrar Kommunu inni­ heldur ikki neyðugu greinar ella ásetingar um frávik. Men, leggur Kári Thomsen aft­urat, ein slík áseting um frávik hevði óansæð ikki kunnað verið brúkt til at heimila eina uppfylling av hylinum og annars somikið stóra byggiætlan sum ta hjá Varðanum Pelagic. Tað ber ikki til at brúka ”frávik” til eitt somikið stórt projekt, ljóðar argumentið. Eisini her er Tvøroyrar Komm­una ósamd. Komm­ un­an uppfatar definitiónina ”uppfylt ella turrlagt sjóøki” øðrvísi. Kommunan peikar á ásetingar í matrikullógini, har sagt verður at ”turrlagt ella uppfylt sjóøki skal skiljast sum øll mannaverk, ið eru gjørd soleiðis, at tey fara útum tað náttúrugjørdu strandarlinjuna.” Og komm­ un­an sær ikki ætlaðu út­ fyll­ingina á havnalagnum sum at turrleggja ella upp­ fylla sjóøki, tí nátúrliga strandarlinjan verður ikki ávirkað av útfyllingini. Eitt uppá­hald, sum Kári Thomsen ikki er samdur í. Útsýnið Í drúgvu málslýsingini verður dúgliga umrøtt, í hvønn mun ætlaða útbyggingin gong­ur út yvir útsýnið út á fjørðin úr húsinum hjá Kára Thomsen. Eisini her er fatanin ymisk. Málslýsingin lýsir spurningin soleiðis: ”Eft­ir at hava kannað útsýnið á staðnum og samanborið við matrikul og lendiskort og ætlaðu útbygging hjá P/F Varðin Pelagic, kann stað­festast, at einki út­sýni verður frá nøkrum vind­ eyg­um í stovuhædd... Frá kvist­vindeyganum sæst, sum er, mesti partur av inn­ ara Trongisvágsfirði, með­ an bert ein glotti sæst móti eystri og út í munnan á fjørð­ inum. Víddin, ið fjald er frá kvistvindeyga móti eystri við útbyggingini hjá P/F Varðin Pelagic er umleið 46 gradir. ” Tvøroyrar Kommuna legg­ ur ikki sama dent á út­sýnið hjá Kára Thomsen. Komm­ unan svarar millum annað: ”Kærarin ger í so nógv av í summum av sínum uppá­ haldum m.a. hesum um tað mista útsýnið. Tað er ikki heilt rætt, tá hann før­ir fram, at onki útsýni verð­ur úr nøkrum vindeyga í stovu­ hædd. Útsýnið á Trong­is­ vágs­fjørð verður mist í ávís­ an mun, men tað merkir ikki, at onki útsýni verður. Ein borgari hevur ikki nakað rættarkrav uppá at varðveita eitt serliga gott útsýni.” Seldi skinnið Málslýsingin teknar sam­ an­umtikið eina mynd, har vinnu­liga frambrotið á Tvør­oyri yvirhálar for­mali­ tetir og byggi­samtyktir. Har komm­un­an ætlaði at fáa so­nevndu smálutirnar upp­á pláss aftaná. Á fundi við Kæru­nevndina í lendis­ mál­um fríggja­dagin 1. mars førdi kommunan fram, at broyt­ingar í byggisamtyktini nú liggja frammi alment til hoyr­ingar. Kommunan metir, at ”frávik er ein rími­ ligur háttur at lekja ein iva ella avmarkaðan heim­ildar­ mangul.” Kommunan setir paragraffirnar upp móti kapitalinum og førir fram, at ”hetta er ein meira for­ svar­lig loysn, enn at lata eitt prosjekt bíða við vinnu­ligum avleiðingum í 100 milli­óna klassanum, sum eis­ini er heilt avgerandi fyri lívið í kommununi og allari Suður­ oynni.” Kærunevndin í Lendis­ málum tulkar málið soleiðis, at Tvøroyrar Kommuna hev­ur givið loyvi til frá­vik við tí vón um, at hetta eftir­ fylgjandi kann góðkenn­ast av Kærunevndini og Inn­ lendismálaráðnum. Hetta ber ikki til, sigur Kæru­nevndin í Lendis­mál­ um. Kommunan hevur ikki heimild í almennu byggi­ sam­tyktini fyri Tvøroyri at geva loyvi til at víðka frysti­goymsluna, fylla upp á havna­lagnum og gera 100 metrar av bryggjukanti sum eitt frávik. Tí er byggiloyvið, lyftið frá kommununi til Varðan Pelagic um at fáa fløskuhálsin burtur, ógildað. Sum lús millum kapi­tal og paragraff Borgarstjórin á Tvøroyri ringdi sjálvur til stjóran á Varðanum við boðunum um, at felagið hevði fingið byggiloyvi til at víðka um vinnuliga kraftsentrið í býnum. Samstundis setti Kári Thomsen seg at skriva eina kæru um sama byggiloyvi, ið nú er ógildað av kærumyndugleikanum, tí rót er í byggisamtyktini