fríggjadagur 8. mars 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólka-
skúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar.
Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2013–2014.
Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir „Listaleypurin.“
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknar blað
og við hefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur 10–12 verkætlanir, ið fáa 10–40.000 kr. í part at
nýta til fi mm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og
avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.
Fyriskipararnir kunnu velja fl eiri enn 12 verkætlanir og avtala fl eiri enn
fi mm sýningar fyri serliga nógv umbidnar verkætlanir. Fyriskipararnir skila
sær rætt til at velja færri verkætlanir, um støðið ikki verður mett nøktandi.
Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá
verk ætlanar leiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas,
á hedvig@nlh.fo ella á tel. 210125.
Freistin at søkja er 17. apríl 2013.
Listaleypurin
13–14
Norðurlandahúsið
í Føroyum
Deildarleiðari
á Umhvørvisstovuni
Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo
Starvið sum deildarleiðari fyri deildina
Vernd á Umhvørvisstovuni er leyst á
søkja. Vernd fyrisitur lóggávu og aðrar
uppgávur á náttúru- og umhvørvis-
økinum.
Arbeiðið umfatar serliga at fáa ment eina
vælvirkandi fyrisiting innan økini umhvørvi,
havumhvørvi og náttúru. Eftirlit við
umhvørvisgóðkendum virkjum og virksemi,
sum verður góðkent eftir havumhvørvis-
lógini, eru týðandi arbeiðsøkir á deildini.
Harafturat verður arbeitt fram móti at seta
á stovn eina náttúruverndarfyrisiting.
Starvið fatar somuleiðis um at menna ein
burðardyggan hugburð í samfelagnum,
at veita ráðgeving og at menna eina virkna
og góða arbeiðsmentan.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava kunnleika og áhuga
fyri náttúru- og umhvørvisvernd. Dentur
verður lagdur á góð samstarvsevni, og at
viðkomandi er røkin, fyrikomandi og
ábyrgdarfullur. Umsøkjari skal hava
viðkomandi prógv frá hægri lærustovni.
Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan
leiðslu og fyrisiting, hava góð samstarvs-
evni og hava hug at menna tað fyrisiting-
arliga arbeiðið á stovninum. Eisini skal
umsøkjari hava góðan málførleika í
føroyskum, donskum og enskum.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv á
einum stovni við fjølbroyttum uppgávum,
nógv samstarv við starvsfelagar, góðar
møguleikar fyri persónligari menning og
sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til: Jóhonnu Olsen, stjóra,
johannao@us.fo og tlf 23 24 42.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l.,
skal verða Umhvørvisstovuni í hendi
14. mars 2013.