Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 8. mars 2013 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Í morgin fer fótbólturin av álvara á rull, og tað verður ikki helmað í fyrrenn leygar­ dagin 26. oktober, tá ið tað verður greitt, hvør verður meistari, hvørji hava vunnið europeisku atgongumerkini, og hvørji skulu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Fyrstu bríkslini í hesum kappingarárinum verða klokk­an 15 í morgin. Í Klaksvík verður tað Rúni Gaardbo, sum skal halda skil á, tá ið KÍ fær vitjan av TB, ið hevur Hans Fróða Hansen sum nýggjum venjara vitjar. Í Fuglafirði verður Rói Jacobsen 23. maðurin á vøll­ inum, tá ið silvurvinn­arar­nir í ÍF fáa vitjan av upp­flyt­ar­ unum í AB. Felags fyri hesar báðar upp­gerðirnar er tað, at heima­liðini í fjør endaðu mill­um tey ovastu. AB flutti upp úr næstbestu deildini, og TB megnaði akkurát at bjarga sætinum í bestu deild­ ini. Einki stig og bara eitt mál leyp av! Út frá undanfarna ári eiga heimaliðini bæði at kenna tað sera týdningarmikið at vinna fulla úrtøku á heimavølli í fyrsta umfarinum. Fyri TB og AB snýr tað seg um at vinna í hvussu so er eitt stig, og um tað ikki eydnast, so verður nýggjur møguleiki á heima­ vølli um eina viku. Eydnast tað ikki hjá KÍ og ÍF at vinna fult hesa ferð, so verður trýst­ið uppaftur størri, tá ið KÍ skal til Runavíkar og ÍF skal vitja EB/Streym. Páll Guðlaugsson, KÍ venj­ arin, sigur, at hann og hansara menn ætla sær longri fram enn fjórða plássið, sum teir megnaðu í fjør: – Ungu spælararnir eru svangir. Í fjør skoraðu vit fleiri mál enn nakar ann­ar. Avbjóðingin er at fáa verju­ partin at rigga betri og at fáa fleiri stig í fyrstu umfør­ unum, enn vit fingu í fjør. Um tað eydnast, so hava vit gott mót, sigur KÍ venjarin. Hann veit, at TB í Klaksvík ikki er at spæla við. Í fjør endaði tað málleyst í fimta umfari. Hans Fróði Hansen er realistiskur, tá ið hann metir um sítt lið: – Útskiftingin hevur verið stór, og vit eru færri, enn vit vóru í fjør. Um vit megna betri úrslit, enn vit gjørdu í fjør, so verða vit nøgdir, sigur TB venjarin. Sámal Erik Hentze er venj­ari á Argjum, og málið hjá honum er greitt: – Sum altíð hjá uppflytara, so ræður tað hjá okkum um at býta okkum fastar í deildini, sigur AB venjarin undan vitjanini í Fuglafirði, har hann fyri fyrstu ferð hevur Sorin Anghel, Keita, Róa Danielsen og Símun Rógva Hansen tøkar í lands­ kappingardysti. Tað hevur gingið væl hjá AB í fleiri venjingardystum. ÍF hevur kappast við tíð­ ina. Tað er stutt síðani, at Clayton Soares og Øssur Dalbúð komu til Føroya, og Bartal Eliasen hevur bara vant nakrar ferðir. Jan Ó. Ellings­gaard er júst komin aftur úr Danmark. Albert Ellefsen er nýggjur venjari hjá ÍF, og hann fjalir ikki, at tað verður av­bjóð­ ing at halda tørn um flotta annað plássið, sum fugl­firð­ ingar vunnu í fjør. Hann er sera spentur uppá, hvussu sam­starvið millum teir báðar fremstu – Cleyton Soares og Øssur Dalbúð – fer at roynast: – Tað er ein partur av tí, sum skal til, um vit skulu standa okkum væl í heimligu kappingunum, og tá ið vit skulu luttaka í europeisku kappingini, staðfestir ÍF venj­arin. Stórur favorittur Meistararnir í EB/Streymi fáa seinnapartin í morgin vitjan av uppflytarunum í 07 Vestur. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari hjá felags­ lið­num í Sundalagnum, og longu undan fyrsta umfari hava Rúni og EB/Streymur vunn­ið fyrsta steypið. Í stórsteypadystinum ímóti Víkingi var nýggi mið­ verjin Rógvi E. Nielsen ikki tøkur. Tá var Pætur Dam Jacobsen miðverji. Tað er iva­ samt, um Rógvi verður tøkur ímóti gamla felagið sínum, 07 Vestur. Um hann ikki verður tað, so verður Pætur mið­ verji. Síðsta vikuskifti spældi 07 Vestur venjingardyst í Gundadali ímóti B36. Rúni Nolsøe var millum áskoð­ ar­arnar, og tað var skjótt at staðfesta hjá honum og hin­ um, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin. – Vit hava gott mót, og vit ætla okkum at varðveita pláss­ið í deildini, sigur 07 Vestur venjarin Piotr Krakowski. Nýggir á liðnum hjá honum í morgin verða eitt nú málverjin Andras Gango, miðvallarin Evrard Blé og álopsspælarin Camara, sum í fjør var partur av B68 hópinum, men orsaka av skaða ongantíð spældi í lands­kappingini. Hóast EB/Streymur sjálv­ sagt má roknast at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur, so siga tølini, at tað ikki altíð tíðliga í kapp­ ingini roynist so væl hjá EB/Streymi. Í fjør megnaði KÍ í fyrsta umfari 1-1 við Margáir. Ransin N. Djurhuus verð­ ur dómari við Margáir, har fyrsta bríkslið verður klokk­ an 16 í morgin. Trýstið er á KÍ og ÍF HB fer at leypa á B36 Meistar­arnir í EB/Streymi mugu finna seg í at vera stór­favorittar á heima­vølli ímóti upp­flytarunum í 07Vestur, og bæði KÍ og ÍF kunnu skjótt koma undir trýst, um tað ikki eydnast í morgin á heimavølli at fáa fult ímóti ávikavíst TB og AB Tølini siga, at tað í lokaluppgerðunum í Eysturoy og Gundadali kann gerast bæði tætt og spennandi, hóast favorittarnir í Víkingi eru á heimavølli Clayton Soares, ÍF, var saman við Pálli Klettskarð, KÍ, toppskjútti í fjør. Nú myndar hann spennandi ÍF álop saman við Øssuri Dalbúð Mynd: Álvur Haraldsen fótbóltur effo-deildin ítróttur Jóannes Hansen Sunnudagin klokkan 15 verða tvær grannauppgerðir á skránni. Dagfinn Forná verð­ur 23. maður, tá ið HB eigur heimavøll ímóti B36, og Eiler Rasmussen verður dóm­ari, tá ið Víkingur fær vitjan av NSÍ. Meðan bæði Víkingur og HB hava nógv av sama fólkinum sum í fjør og onkrir styrkir eru komnir aftrat, so hava skiftingarnar verið fleiri bæði í NSÍ og í B36. Undan kappingarbyrjan hava flestu teirra, ið hava dittað sær at spáa um gongd­ina, nevnt HB sum FM favoritt. Tað kennir HB venjarin Oddbjørn Joen­sen ikki at vera serliga tyngj­ andi: – Vit hava gott fólk, og vit ætla okkum at vinna gull. Sam­mett við í fjør arbeiða vit við at flyta liðið longri fram á vøllin, og vit skulu hava bóltin meiri, enn vit hava havt, sigur HB venjarin, sum av­gjørdur roknar við, at HB verð­ur meistari! Í B36 halda teir seg vera væl fyri í framrættaða part­ inum, um allir lykla­spæl­ ararnir verða tøkir. Vong­ verjarnir eru teir somu sum í fjør, og Tórður Thomsen, sum nú verjir málið, hevur royndirnar. Stóri spurn­ing­ urin er, hvussu tað stendur til í mið­verjuni, har fyrrverandi DM vinnarin við AaB, Martin Pedersen, er ætlaður at vera akkers­maður. – Vit hava nógvar ungar spælarar, og breiddin er ikki nóg stór. Um ungu menninir taka ábyrgd beinanvegin, so kunnu vit flyta okkum upp ímóti altjóða plássunum, men tað kann kennast svika­ ligt. Hetta er ein spenn­andi avbjóðing, ásannar B36 venj­ arin Mikkjal Thomas­sen. Tað er lítið sannlíkt, at Jákup á Borg verður millum teir fyrstu ellivu. Tað er ikki fyrrenn í hesi vikuni, at hann er farin at venja við fullari ferð saman við hinum. Tættar oyggjauppgerðir Tølini siga, at tað ofta gongur javnt á í grannauppgerðunum millum Víking og NSÍ. Í fjør vunnu liðini eina ferð í part í Runavík, meðan dysturin í Sarpugerði endaði við javn­ leiki. Abraham Løkin hevur fingið fleiri gamlar kenningar aftur til Runavíkar. Jónhard Frederiksberg, Einar Tróndar­gjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin og Andy Ó. Olsen eru allir í ferða­lag­num inn um Gøtueið sunnu­dagin. – Vit byggja nýtt lið, og tað skal helst bera betri úrslit við sær enn sjeynda plássið í fjør. Fyritreytirnar eru betri, enn tær vóru fyrsta partin av kappingini í fjør, sigur NSÍ venjarin, sum roknar mót­støðuliðið sunnudagin, Víking, millum fremstu evn­ ini at vinna FM. Jógvan Martin Olsen er framvegis venjari hjá Víkingi: – Vit miðja eftir triðja pláss­inum. Talan hevur verið um útskiftingar. Tveir blað­ ungir spælarar tykjast evna­ ríkir, og tað verður spenn­andi at síggja, hvussu tað fer at eydnast Jann Inga Petersen og André Olsen, sum eru komnir úr B68, at spæla seg inn á miðvøllin og ikki minst hjá Finni Justinussen at finna tevið aftur í fremstu røð, sigur Víkingavenjarin. joannes@sosialurin.fo