fríggjadagur 8. mars 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 28 · 8. mars 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í tíggju ár hevur 65 ára gamli bretski
tónleikarin David Bowie ikki givið tón
leik út, men tey, sum hildu at hann var
ferdigur sum poppsangari, mistóku seg
stórliga.
Nú um dagarnar lat David Bowie
nýggja útgávu frá sær, og fyrsta stak
fløgan hevði lagt upp til spenning um
fløguna. Og nú ummælararnir – eisini
teir eirindaleysu og speisku – hava
lurtað eftir útgávuni hjá Bowie, hava
teir nógv rósandi orð at bera bretsku
legenduni. Og tú skalt leita væl og
leingi fyri at finna nøkur neilig orð
um fløguna.
Heimasíðan Metacritic.com savnar
ummæli hjá teimum størstu miðlunum
og leggur tey saman til eitt felags
skoðsmál. Útrokningin hjá teimum
vísur, at útgávan hjá David Bowie er
ein av bestu umtóktu útgávunum í ár.
Samlaða skoðsmálið fyri fløgun The
Next Day er 91 av 100.
Nógvar stjørnur
Kenda tónleikatíðarritið Rolling Stone
Magzine hevur eisini funnið tey vøkru
orðini fram um útgávuna hjá Bowie,
og har verða serliga gittarspælið
og sangskrivingin hjá Bowie róst.
Ummælarin Rob Sheffield heldur, at
onnur stakfløgan The Stars (Are Out
Tonight) er ein av bestu sangunum,
sum Bowie nakrantíð hevur skrivað.
Í Bretlandi vita miðlarnir ikki,
hvørjum beini teir skulu standa á. The
Independent gevur útgávuni besta
skoðsmálið – fimm av fimm stjørnum
– og brúkar vakrar vendingar um
sangirnar. BBC Music finnur nógv
stór orð fram úr gloymskuni, og The
Telegraph gevur somuleiðis Bowie-
fløguni sítt besta skoðsmál.
Á ferð
í ferða
heiminum
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Joan-Heidi Østerø / Mynd: Heinesen myndir
klumman
Inna
Törnroos
Tað ber næstan ikki til at finna neilig orð
um nýggju útgávuna hjá David Bowie, sum
annars ikki hevur givið tónleik út í 10 ár
Eg skrivi ofta um ferðing – lutvíst tí at eg
arbeiði á einum ferðablaði og lutvís tí mær
dámar so sera væl at ferðast.
Her eru nakrar hendingar frá seinastu
vikunum, sum antin hava gjørt meg bilsnan,
illan, súran og glaðan.
– Starvsfelagarnir á størsta ferðablaðnum
í Svøríki »Vagabond« rópa á meg og siga, at
nú taka vit Føroyar av listanum fyri óvanlig
ferðamál. Føroyar eru ikki óvanligar at
ferðast til longur, heldur journalisturin. Eg
mótmæli eitt sindur, tí eg haldi, at Føroyar
altíð skulu nevnast. Men tagni skjótt, tí eg
má gleðast yvir orðini hjá starvsfelaganum,
at Føroyar eru vorðnar eitt vanligt ferðamál.
Kanska eru ferðafólk veruliga í ferð við at
finna til Føroyar.
– Eg lesi at vit kunnu gloyma at verða
bangin fyri turbulensi og óveðri, tá vit
flúgva. Ein kanning, sum Federal Aviastion
Administration hevur gjørt, vísur, at kaffi er
orsøkin til flest óhapp umborð á flogførum.
Brennskaðar av heitum kaffi og kaffifiltur,
sum eksplodera eru vandarnir.
– Fyri nøkrum vikum síðani tók eg mót
til mín og fór yvir til stjóran á Norwegian
og spurdi hann um ætlanirnar at flúgva
til Føroyar. Hann flennur ofta og nógv –
og hart – tá eg spurdi um ætlanirnar at
flúgva til Føroyar. Men tá hann skilti, at eg
eri úr Føroyum, og hann sá, at eg meinti
spurningin í álvara, greiddi hann, frá hví
tað er so torført at byrja uppá eina rutu til
Føroya – eg umhugsaði at leggja meg á knæ,
men valdi ístaðin at biða hann hugsa seg væl
um einaferð aftrat.
– Sonurin rópar á meg, tá barnasendingin
er í sjónvarpinum. Ein spælifilmur úr
Føroyum – men tá børnini í sendingini fáa
boð um at fara til Mykinesar, enda tey í
Saksun …ella var tað kanska ikki meiningin
at ein staðarkendur føroyingur skuldi síggja
filmin?
Størsta ferðaráðstevnan í Norðurlondum
verður í Gøteborg um góðar tvær vikur – eg
síggi á listunum, at Danmark hevur eina
pinkalítla umboðan, og at Føroyar ikki eru
við yvirhøvur – eru ferðaráðstevnur ikki rætt
stað at síggjast á longri?
Tað, sum gjørdi meg illast í miðlunum
í seinastuni, er, at øll ikki eru vælkomin
allastaðni. Fleiri kanningar vísa, at fleiri og
fleiri velja hotell, sum hava barnaforboð –
altso hotell, har ongi børn sleppa at búgva.
Og so tvætlið um, at tað ikki ber til at byggja
ein arm á terminalin í Vágum, so øll ferðafólk
sleppa beint inn í flogfarið.
Hugsið tykkum um og gerið rætt!
So segði
hann...
Bowie er í stórformi
Fótbóltsspælarar eru sum hundar,
ið lukta blóð. Fáa teir fyrst illgruna um,
at tú ikki veitst hvønn veg eitt
fríspark skal dømast, so bíta teir
Petur Reinert, fótbóltsdómari
David Bowie verður róstur sum ongantíð áður, nú hann ger comeback við nýggjari útgávu