Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Havstovan fekk í vetur játtan frá Fiskivinnuroyndum til eina 3 ára verkætlan, har endamálið er at fáa til vega vitan um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av longu og brosmu undri Føroyum. Við hesi verkætlan vil Havstovan sostatt upp­ rað­festa hesi bæði fiska­ sløg­ini og harvið leggja grund­arlag undir framtíðar stovnsmetingar og lýsing av stovnunum undir Føroy­ um. Í verandi støðu er ov lítið av vitan til at hesin fiskiskapurin eitt nú kann søkja um MSC góðkenning. Longan undir Føroyum verður roknað sum ser­før­ oyskur stovnur, men ivamál eru viðvíkjandi brosmuni. Stovnarnir av longu og brosmu síggja út til at vera í vøkstri eftir rann­ sóknartúrum við Magnusi Heinasyni og veiðuni hjá føroyskum førum, serliga línuskipum og –bátum, at døma. Verkætlanin verð­ur gjørd í samstarvi við før­ oyska línuflotan, og í hes­um sambandi fer fólk frá Hav­ stovuni við onkran túrin fyri at savna inn tilfar. Lise H. Ofstad, sum starv­ast á Havstovuni, skal standa fyri verkætlanini., sigur Havstovan. Longa og brosma kannast Havstovan er nú farin undir at gera nágreiniligar kanningar av longu og brosmu undir Føroyum, eftir at lítið hevur verið gjørt við gransking av hesum báðum fiskasløgum seinastu árini, vegna vantandi fíggjarligar umstøður. Leo Poulsen Vodafone almannakunn­ gjørdi fríggjadagin ársrokn­ skap­in fyri 2012, og hann vísti eitt sera gott úrslit. Áðr­enn skatt var úrslitið 7,7 milli­ónir krónur og eftir skatt 6,3 milli­ ónir krónur. – Tað eru fleiri orsøkir til góða úrslitið. Vit hava merkt eina lítla kundaframgongd, men tað er serliga á økt­ um tænastum, at úrslitið er betrað, sigur Gudny Lang­ gaard, stjóri á Vodafone. Talan er um nýggjar tæn­ astur. – Tað er serliga innan data­nýtsluna, at vit hava merkt økta nýtslu, sigur Gudny Langgaard. Men eisini gjøgnnum sam­ráðingar um at endur­ nýggjan av sáttmálum hevur Vodafone fingið betri prísir. – Tað verið seg sáttmálan við FT Net, eins og nýggjar og betraðar sáttmálar við veitarar, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Gudny Langgaard. Vodafone hevur seinasta árið gjørt innanhýsis tillag­ ingar við nýggjum bygnaði, nýggjari leiðslu og øðrum broytingum, ið hava veri við til at menna raksturin og kapp­ingarførið hjá fyritøk­ uni. – Á Vodafone hava vit havt fokus á starvsfólkatrivnað og starvsfólkamenning. Hetta er ein lykil til fram­ gongd í fyritøkuni. Innova­ tión hevur eisini merkt fyri­ tøkuna í 2012, og tí stend­ur produktmenning og ný­menn­ ing av tænastum ovarlaga á dagsskránni, sigur Gudny Langgard, stjóri. Nýggj leiðsla 2012 er fyrsta heila árið, at Gudny Langgaard hevur verið stjóri á Vodafone. – Eg tók við 1. august 2011, so ja, 2012 er fyrsta heila árið við mær sum stjóra. Vit hava merkt eina rættiliga stóra útskifting í starvsfólki, men tað er náttúrligt, tá ein nýggj leiðsla tekur við, sigur Gudny Langgaard. Seinastu árini hava verið upp og niður hjá felagnum. Í 2008 vísti roknskapurin eitt avlop á 2,97 milliónir, 2009 eitt undirskot á 884.000 krónur, 2010 aftur eitt avlop á 1,67 milliónir, áðrenn 2011 gav eitt tap á 1,27 milliónir krónur. – Avlopið eftir skatt á 6,334 milliónir krónur er tað næstbesta hjá felagnum nakrantíð, sigur Gudny Lang­ gaard. Yvirskotið av rakstrinum áðrenn skatt er 7,7 mió. kr. Tað er ein framgongd á 9,3 mió kr. Yvirskotið eftir skatt er 6,3 mió. kr.. Tað er ein fram­ gongd á 7,6 mió. kr. saman­ borið við árið fyri. – Marknaðarparturin hjá Vodafone liggur samlað um tey 25%, og tað er ok. Sjálv­ andi vildu vit havt ein størri marknaðarpart, og tað er eis­ini tað, vit miða ímóti. Parturin av fastnetkundum liggur um 17-18%, meðan GSM-marknaðurin liggur um tey 30%, og samlað altso eini 25% av marknaðinum, sigur Gudny Lang­ gaard. Tað starvast 31 fólk hjá Voda­fone í dag. Vodafone sera gott úrslit Ársroknskapurin hjá Vodafone vísti eitt avlop á 7,7 milliónir krónur áðrenn skatt, og so gott úrslit hevur felagið bart havt einaferð áður Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone. 2012 er fyrsta heila árið, at hon er stjóri, og hon er vælnøgd við næstbesta úrslitið hjá felagnum nakrantíð