mánadagur 11. mars 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 11. mars 2013 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur 2013
www.banknordik.fo
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin týsdagin
hin 26. mars 2013 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi
við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða brævatkvøðu, skal oyðublaðið
vera móttikið á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3, Postboks 3048, FO 110
Tórshavn í seinasta lagi mánadagin hin 25. mars kl. 16.00.
Ársroknskapurin 2012 og fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2012 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt
fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu
bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo í seinasta lagi 3 vikur áðrenn
aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontuførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000, býttur sundur í partabrøv á kr. 20.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við
partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur
skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika, áðrenn aðalfundurin
verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og sum ynskir
at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki og
atkvøðuseðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein
partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella
sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av
partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan
mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar
innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman
atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva
ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og
dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at
partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku
og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi
2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða
partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á
aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-
kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum
atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar
í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar
bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi stovn við atliti til at útinna tey
fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik,
Nevndin
Fundarskrá
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning
til góðkenningar og ársfrágreiðingin 2012
3. Avgerð um nýtslu av avlopi ella rindan av halli
sambært góðkendum ársroknskapi
4. Val av nevnd
a. Nevndin mælir til val av 4 aðalfundarvaldum nevndarlimum
b. Val av navndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá nevndini
a. Samsýningarpolitikkur
7. Ymiskt
Viðv. punkti 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært
ársfrágreiðingini 2012 og góðkennir nýtslu av avlopi ella rindan av halli.
Viðv. punkti 4 a
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4-6 limum.
Á innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillaði til nevnd bankans.
Viðv. punkti 4 b
Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Nils Sørensen taka við afturvali til
nevnd bankans.
Niels Vestermark tekur við vali til nevnd bankans.
Bent Naur tekur ikki við afturvali til nevnd bankans.
Nevndin mælir til afturval av Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Nils Sørensen
og til nýval av Niels Vestermark.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til
heimasíðu bankans, www.banknordik.fo
Viðv. punkti 5
Nevndin mælir til val av Januar, løggildum grannskoðanarvirki P/F, og til afturval av PWC
Danmark sum uttanhýsis grannskoðarum bankans.
Viðv. punkti 6, a
Sambært kunngerð fyri Føroyar um samsýningarpolitikk o.a. (kunngerð nr. 394 frá
1. mai 2012) skal nevnd bankans evna til ein samsýningarpolitikk fyri nevnd, stjórn
og samtaksleiðslu bankans at leggja fyri aðalfund bankans til góðkenningar.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv
síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin.
Skrásetingardagurin er týsdagin hin 19. mars 2013.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at luttaka,
skal biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans
www.banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er fríggjadagin
hin 22. mars 2013 kl. 16.00.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi
er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða
út givin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 daga
gamlari útskrift frá VP Security A/S ella frá kontuførandi peningastovni (depotstaði)
sum skjalprógvi fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at
partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn skrásetingardagin.
Fulltrú
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva
fulltrú. Fulltrúin skal vera skrivlig og dagfest. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo
og á høvuðsskrivstovu bankans er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum
sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta
og atkvøða tygara vegna.