týsdagur 12. mars 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tøkni síða 18
So
hamrandi
hvast
Heilsa síða 8
Svøvn
mangul
hóttir
hjartað
– Størsti partaeigarin skal ikki føla
seg snýttan, tí tað stendur onga
staðni í prospektinum, sum er
grundarlagið undir einskiljingini,
at størri partur av flogfelagnum
skal einskiljast.
Hesi orðini eigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnumálum,
sum vegna landsstýrið hjá Kaj Leo
Holm Johannesen varðar av At
lantsflog.
Orðini segði hann við Sosialin
í gjár í sambandi við aðalfundin
hjá Atlantsflog fríggjadagin, har
størsti privati partaeigarin legði
fram uppskot um, at privatu
partaeigararnir skulu hava fram
íhjárætt til vinningsbýti, tí lands
stýrið hevur lumpað privatu parta
eigararnir í sambandi við lyftið um
at privatisera seinna triðingin av
felagnum.
Men
sambært
Johan
Dahl,
so er einki lyfti um tað – og tá
landsstýrismaðurin,
sum
hev
ur ráðharraábyrgd, sigur, at »tað
stendur ongastaðní í prospektin
um«, so tað beinleiðis lygn. Tí tað
stendur í prospektinum, at seinni
triðingurin eisini skal einskiljast:
»I marts 2006 besluttede den
færøske regering ved lov delvist
at privatisere Atlantic Airways ved
at sælge 33% af aktierne i virkso
mheden. I de forklarende noter
til loven om privatiseringen af At
lantic Airways fremsætter reger
ingen sine intentioner om at sælge
yderligere 33% af aktiekapitalen
til institutionelle investorer efter
børsnoteringen af virksomheden.
Timingen af den anden runde er
endnu ikke fastlagt. Da der snart er
parlamentsvalg, kan man ikke vide,
om den anden runde vil blive ud
ført ifølge den fremlagte plan. Val
get afholdes senest den 19. januar
2008.
Ifølge den fremlagte plan vil reg
eringen fortsætte med at være en
vægtig ejer efter den anden salgs
runde.
En andel på 34% i virksomheden
vil sikre, at der ikke kan foretages
ændringer af vedtægterne uden
regeringens godkendelse deraf.«
Prospektið liggur á heimasíðuni
hjá Atlantsflog, og tað kann ein og
hvør lesa – eisini Johan Dahl.
Vit hava fyrr reist spurningin,
um útlendskir íleggjarar kunnu
hava álit á landsstýrinum, tá teir
beinleiðis verða lumpaðir at spilla
pengar upp á íløgur í Føroyum.
Spurningurin er, um teir hava álit
á einum landsstýrismanni, sum
lýgur.
Og so er tað
spurningurin,
um
tað
hevur
týdning fyri
løgmann, at
ein lands
s t ý r i s
m a ð u r
s i g u r
ósatt?
Málið um byggiloyvið hjá
Varðanum Pelagic á Tvøroyri
man vera eitt skúladømi
um, hvussu tað gongur, tá
man roynir at luska ting
ígjøgnum.
Av tí at øll ikki hava spælt
við opnum kortum, so er alt
málið rótað upp í ein ellibita,
soleiðis at landsins mynd
ugleikar nú mugu leggja seg
skerflatar fyri kapitalinum.
Men tað er ikki rætt, at
eitt ting skal gera serlógir fyri
einstaklingar – og, sum Kári
á Rógvi segði í Kringvarpi
num í gjár, so er tað ikki vist,
at dómstólar finna seg í, at
trætur verða avgjørdar í ting
inum. Tí við hesum bronglast
valdsbýtið millum útinnandi
valdið og lóggávuvaldið.
Tað er heldur ikki rætt at
taka rættindi frá borgarum,
soleiðis at borgarin ikki hev
ur nátúrliga rættvísi til at
kæra, um okkurt fer fram,
sum hann er ónøgdur við.
Men at landsstýrismað
urin fær loyst málið við at
leggja tað fyri tingið, tað er
kortini ikki vist. Tí, sum Kári
á Rógvi eisini vísti á, so kann
tað, at fólk ikki sleppa at
kæra, føra til at tey í staðin
fara at stevna, og tá er líka
vítt sum sítt, tí tá kann málið
draga nógv longur út.
Øll eru vit samd um, at
tað er gott fyri alla Suðuroy,
at virksemið aftur er á flaka
virkinum á Tvøroyri. Men tað
kann á ongan hátt verða rætt,
at løgtingið nú skal lóggeva
til fyrimuns fyri einum ávís
um virki, sum tó ikki sjálvt er
komið sær í hesa støðu.
Mangt er, sum bendir á, at
allar súður ikki eru syftar í
hesum málið, hóast landsstýr
ismaðurin er farin í tingið við
málinum, tí tað má kennast
sum herkin biti hjá tingfólki,
at verða tvungin at atkøvða
fyri, at man kann keypa sær
eitt byggiloyvi, bara tí man
hevur pengar.
Vónandi hevur hevur hetta
skúladømið lært kommun
urnar, at tær mugu gera sær
størri ómak við slíkum álvars
málum og ikki loypa uppum,
har garðurin er lægstur.
– Kanska skuldi borgar
stjórin brúkt meira tíð upp á
at vera borgarstjóri...?
Kann man keypa sær byggiloyvi?
Í heilum hoyra vit og síggja
í bløðunum, at fólk »vaska
hendur«. Politikarar brigsla
í heilum hvør øðrum, at teir
»vaska hendur«. Fleiri meira
og minni almennir stovn
ar koma við ráðum um,
hvussu farast skal fram, tá
ið vit »vaska hendur«. Eitt
uppslag, ið helst man vera
sent øllum dagstovnum í
landinum at heingja upp
á veggin, nevnist »Soleiðis
vaska vit hendurnar rætt«.
Ein fyritøka, ið framleiðir
sápu, hevur sent á markn
aðin eina sápu, ið nevnist
»Vaska hendur«; »Vaska« er
navnið á framleiðslurøðini,
men sum tað er orðað,
stuðlar hetta undir skeiva
málnýtslu, hvørja ferð fólk
vaska sær um hendurnar .
Orðingin »at vaska hend
ur« er nýkomin í føroysk
um, og sum ikki einaferð
kemur ávirkanin úr donsk
um »vaske hænder«. Í før
oyskum vaska vit okkum
um hendurnar. – Vit vaska
klæði, vit vaska bil, vit
vaska fisk, – men vit vaska
okkum, og skal tað sigast
neyvari, vaska vit okkum
um eyguni, um hendurnar,
um føturnar o.s.fr. Soleiðis
verður sagt um kroppin og
partar av kroppinum.
Eldri málmaður, ið ikki
longur er millum okkara,
segði við røktarfólk, ið fór
at »vaska hendur«: »Hvussu
nógvar hendur hava tygum
í vaskinum?«
»Far og vaska tær« ella
»far og vaska tær um hend
urnar« siga vit við barnið,
ið kemur inn við runutum
hondum. Ella »kom og
vaska tær um andlitið«.
At vaska hendur – at
vaska sær um hendurnar
Jú tað var ætlanin at 2/3
av Atlantsflog skuldi seljast
Kári P. Højgaard roynir nú at taka kæru
rætt og dómsvald av ræði til tess at tryggja
Varðanum Pelagic byggiloyvi á Tvøroyri
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Kann man lúgva so?