Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Elly Debess, sum býr í Ternu­ ryggi í Havn, livir í æv­ig­um ótta fyri, at ein ferðslu­van­ lukk­an skal hen­da í gøtuni. - Tað er tað sama í øðr­um býlingum, har barna­familjur búgva. Tað verður hugs­að alt ov lítið um børn­ini. Ofta eru bungur á vegunum, men fyri tað mes­ta eru tær so lágar, at tær hvørki gera frá ella til, sigur Elly Debess. Nú eru hennara egnu børn vaksin. Hon var mang­ an bangin, tá ið tey vóru smá, men ferðslan tá var ikki sum nú. Nú hugsar hon um næsta ættarlið og onnur børn í gøtuni. Tað búgva onnur børn í gøtu­ni, og eins og hon fáa onn­ur ofta vitjan av ommu- og abbabørnum. Stórir bilar koma javnan inn á gøtuna, men tað er líka ringt við privatbilum, sum koyra við fullari ferð eftir tí longu gøtuni, sigur Elly De­ bess. Fyri nøkrum árum síð­an savnaðu grannarnir undir­ skrift­ir til býráðið, men tey fin­gu bara at vita, at gerast skul­di ein ferðsluteljing. - Tað er ikki tað, sum hetta snýr seg um, hvussu nógv­ir bilar koyra eftir veg­num. Eg sigi bara at ein bilur er nóg mikið til at drepa eitt barn. Tað eru børn í gøtuni, og eisini í heim­i­num hjá okkum, so hetta er ein marra hvønn ein­as­ta dag. Okkurt ítøkiligt má gerast, sigur Elly Debess. Hon sigur, at tey onkun­tíð aftur hava verið í sam­band við býráðið, men tað hevur sagt tað sama. Randi Jacobsen Tað finst einki einfalt svar uppá, hvat gerast kann fyri ferðslu­trygdina í bý­ling­ u­n­um, har barna­familj­ur búg­va, og í samstarvi við politi­ið er tekniska deild hjáTórs­havnar bý­ráð við at gera eina ferðslu­trygd­ar­æt­l­ an fyri bý­in. Ein æt­lan, sum fyri langari tíð átti at verið liðug. Bogi Haraldsen, býar­verk­ frøð­ing­ur er væl greiður yvir, at nógv fólk liva í ótta fyri tí ring­asta, sum kann henda. Ser­liga tá ið eitt óhapp er hent, ella næstan hendi, ring­ ja fólk til hansara við sínum hjartasuffum. Onkuntíð eru bungur sett­ar upp, sjálvt um tað kans­ka ikki er besta loysnin, men líka nógv fyri at sissa, tá ið eitt óhapp er hent. Ferðsutrygdarætlanin, sum er á veg, verður bæði aftur­lít­andi út frá hendum óhapp­um, men líka so nógv framlítandi fyri at vísa á, hvat kann gerast betur. Vegabungur er ein máti at tálma ferðsluna. Nógva­ staðni hevur tað hjálpt at seta skelti upp við hægst loyvdu ferð. Vegatekniskar forð­ingar mugu lagst eftir, hvussu vegurin er. - Vegatekniskar forðingar eru ikki alt. Vit kunnu býta tað upp í trý, vegurin, akfarið og førarin. Ein vegatekninsk forð­ing hjálpir ikki móti skila­leysari koyring, sigur Bogi Haraldsen. Nógvir mátar at tálma ferðsluni Vegabungur eru ikki altíð besta loysnin. Mark fyri mest loyvdu ferð er ein onnur loysn. Men ilt er at verja seg móti vitleysari koyring, sigur Bogi Haraldsen, býarverkfrøðingur í Havn Bara ein bilur skal til at drepa eitt barn Tað má gerast nakað fyri at tálma ferðsluni í býlingum, har barnafamiljur búgva, sigur Elly Debess, sum býr á Ternuryggi í Havn Tórugøta er ein bein gøta, og mangan koyra bilarnir har við nógvari ferð. Elly Debess er bangin fyri, at tað ein dag endar galið Mynd: Álvur Haraldsen Ráðið hevur stórt for­ stáil­si fyri foreldrum og øðr­um, sum hava ampa av akførum, ið koyra skjótt. Tað eru tíverri bil­ før­ar­ar, sum ikki koyra eft­ir umstøðunum og ikki virða hámarksferðina. Hetta kann vera til stóran vand­a fyri børn. Ofta er tað so, at tá vegurin er breið­ur, og sýnið er gott, hava summir bilførarar lyn­di til at seta ferðina upp. Rætta loysnin Tað eru fleiri sløg av ferð­ tál­mandi atgerðum, og rætta loysnin valdast um veg, ferðslu og umhvørvi. Bungur rigga ofta væl á íbúðarvegum, har tað er lut­fals­liga lítil ferðsla, og har bussar ikki koyra. Forsetingar er annað til­tak. Her verður vegurin smal­k­aður í støðum niður í eitt spor, eins og hann verð­ur forskotin summa stað­ni, so bilar noyðast at koyra eitt sindur á skák. Hvussu hann verður snið­ giv­in, veldst um, hvussu nógv ferðsla er. Hevaðar flatu', har partur av vegnum verður hækk­aður. Hetta sæst stund­um við gonguteigar. Rundkoyringar virka eisini ferðtálmandi. Ferðslu­trygdar­ ætlanir Tað er umráðandi, at kom­ mu­nur hava ferðslu­trygd­ ar­ætlan­ir, har rað­fest er, hvus­su ferðslu­trygd­in verð­ur tryggjað, her­und­ ir hvørj­ir vegir skulu ha­va bung­ur ella aðrar ferð­tál­ man­di atgerðir, og nær tað skal verða gjørt. Bungur góðar summastaðni Møguleikarnir eru nógvir, sigur Ráðið fyri Ferðutrygd, sum hevur sent okkum hesar viðmerkingar til málið