týsdagur 12. mars 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
- Tey flestu munnu kenna
hentleikarnar við Skype-
skipanini, sum er eitt slag
av videoloysn til samskifti
umvegis netið. Men pro
fessionella tøknin mennist
við fullari ferð, og kann ikki
samanberast vid Skype. Tað
svarar til at samanbera ein
kassabil við ein Ferrari, stað
festir Sigmundur.
Nýggja tøknin ger, at
fysisk fjarstøða ikki er nakar
trupulleiki - og tað kann
spara bæði privatfólki og
fyritøkum tíð og útreiðsl
ur, tí tað nú slepst undan
at ferðast til fundir. Innan
lesnað er hetta somuleiðis
funnin fressur, tí gestaundir
vísarum nýtist ikki koma til
Føroya fyri at undirvísa.
Nógv betri góðska
- Hyggja vit at nýggjastu út
gerðini hjá Cisco Systems,
sum er leiðandi framleiðarin
á økinum, so hava tey
videotøkni, sum gevur eina
krystallklára HD mynd. Har
umframt eru skermar í al
skyns støddum og skapum,
vísir Sigmundur á.
Ímynda tær: Tú ert á bygd.
Tú hevur eina fundaravtalu -
til dømis í Havn. Men heldur
enn at nýta bæði tíð, orku
og pening uppá at koyra til
Havnar, so fert tú í staðin
inn í eitt høli í heimbygdini.
Har er eitt borð, ein skermur
og ein stólur. Tá tú sessast,
tendrar skermurin, og tann,
tú skalt fundast við, sæst nú
á skerminum - fundurin er
settur. Og tað krevur hvørki
tøknliga vitan ella royndir, tí
tað er lætt at fáast við.
- Eru onkur skjøl, sum tit
skulu tosa um á fundinum, so
eru fleiri møguleikar. Antin
ber til at hava eitt kamera í
loftinum, soleiðis, at tann,
tú fundast við, sær pappírið,
tá tú leggur tað á borðið.
Tað ber eisini til at fáa skjøl,
excell ørk ella hvat tað skuldi
verið, inn á skermin umvegis
teldu ella teldil soleiðis at
báðir partar síggja hvønn
annan og skjølini í senn.
- Flestu fólk eru von við,
at
videosamskifti
hevur
vánaliga myndagóðsku, at
sambandið er svikaligt, ljóð
ið er seinkað og at tøknligu
møguleikarnir er avmark
aðir. Men vit eru komin so
øgiliga nógv longur enn tað,
staðfestir
Sigmundur
og
samanber myndagóðskuna
við at síggja tíðindini á ein
um HD sjónvarpi.
- Tað er næstan, sum at
sita andlit til andlits - mun
urin er bara, at tað nú ber til
at sita andlit til andlits hvør
sær.
Sigmundur
nevnir,
at
hendan loysnin kundi verið
nýtt á smáplássunum, og at
fleiri stórar fyritøkur sum
bankar, Posta, tryggingar
feløg osv kundu tikið seg
saman um at keypt útgerð-
ina, og síðani kundu tey
øll nýtt hana og havt eina
felags bókingarskipan, so
borgararnir fingu persónliga
hjálp, uttan at fara úr heim-
bygdini. Hetta kundi eisini
verið hent hjá læknum, tera
peutum osv.
Fjarlestur
Nógv hevur verið tosað um
at útbyggja møguleikarnar
fyri fjarlestri í Føroyum.
Bæði at kunna fylgja undir
vísing, sum verður hildin
uttanlands, men eisini hjá
bygdafólki at kunna fylgja
undirvísing, sum verður hild
in til dømis í Havn.
- Vit kunnu nú hava eina
skerm
videofundarloysn,
sum blæsir læraran upp
í fulla stødd. Á tann hátt
sleppa tey lesandi undan
at hyggja at einum lítlum
skermi, og undirvísingar
støðan tykist meiri nattúrlig,
vísir Sigmundur á.
Lærarin kann saktans
undirvísa
fleiri
flokkum,
sum eru staddir ymsastaðni,
í senn. Nýggja tøknin ger, at
øll síggja hann og hann sær
øll.
Eisini her ber til at seta
interaktivar talvur til skipan
ina, soleiðis at øll síggja, hvat
undirvísarin skrivar. Harum
framt ber eisini til hjá undir
vísaranum at síggja, hvat
ymsu næmingarnir skriva.
-
Slíkar
loysnir
eru
upplagdar
fyri
føroyska
samfelagið, tí tað ger tað
møguligt at kunna nema út
búgvingar av øllum handa
slag -uttan at noyðast av
landinum, og uttan at vit
noyðast at rinda einum
undirvísara ferð, uppihald og
kost, umframt lønina. Hann
skal bara hava sína undi-rvís
ing í einum høli, sum hevur
neyðugu tøknina, vísir Sig
mundur á.
Fundarvirksemi
Sigmundur nevnir eisini, at
hjá føroyskum fyritøkum er
ein øgilig spilltíð, tá tað kem
ur til fundarvirksemi.
- Skalt tú úr Havn til
Klaksvíkar á ein fund, sum
varar ein tíma, so tekur tað
tær meiri enn tríggjar ferðir
so langa tíð. Rokna vit tíð
ina, tú letur teg í, gongur út í
bilin, koyrir, leitar eftir park
eringsplássi, gongur inn í
fundarhølið og fyrireikar teg
til fundin, ja - so eru har fleiri
tímalønir, sum verða nýttar
sera óeffektivt. Fundast tú
nógv runt í landinum, so eru
bæði pengar, tíð og orka at
spara.
- Tá vit hugsa um video
loysnir, so mugu vit gevast at
hugsa, sum vit hava gjørt. Nú
ber til at skapa virtuell rúm,
so tað tykist, sum øll sita við
sama borð. Til dømis kunnu
tvær deildir hjá einum felagi
fundast. Báðar deildirnar
sita í einum hálvsirkuli við
eitt borð frammanfyri stóra
skýggjanum,
soleiðis
at
myndin á skíggjanum verður
eitt forleingilsi av borðinum,
tey sita við. Á henda hátt sær
tað út, sum um øll sita við
sama borð. Hetta er eisini
hent, tá føroyskar fyritøkur
skulu fundast við útlendsk
feløg. Tað er ikki longur ein
forðing at vera fjarskotin, tí
tøknin ger, at tað er líkamik
ið, hvar vit eru stødd, vísir
Sigmundur á.
Hann nevnir, at til slíkar
fundir ber eisini til at logga
seg uppá gjøgnum telduna
ella teldilin, um so er, at onk
ur ikki fær verið til staðar.
-Tað tykist upplagt, at vit
í Føroyum fara at gagnnýta
slíka tøkni betri.
Prísir
Í tráð við at tøknin mennist
og gerst betur, verður hon
eisini bíligari.
- Tá eg ráðgevi fólki um
virtuellar samskiftishættir,
eru tey flestu sera bangin
fyri prísinum. Men tað er als
ikki so dýrt, sum fólk halda.
- Tá eg rokni prísir út í Før
oyum, so taki eg altíð støði í,
at tað skal loysa seg at seta
pening í útgerðina, og tað
skulu ikki nógvir biltúrar
til um mánaðin, áðrenn tað
loysir seg. Sigmund leggur
afturat, at tað eru óteljandi
ymsar loysnir, sum kunnu
lagast eftir tørvinum.
Ráðstevna
Fyrstu vikuna í apríl verður
ráðstevna um nýggja sam
skiftistøkni hildin á Hotel
Føroyum. Sigmundur Mikk
elsen er sjálvur ein av fyri
reikarunum, og nógvar før
oyskar fyritøkur og stovnar
eru boðin við.
- Føroyingar eru uttan
iva meiri avskornir, enn vit
nýtast vera. Tøknin ger heim
in minni - og tá tað er dýrt og
tíðarkrevjandi hjá okkum at
fara út í heim, ja, so áttu vit at
dugað betur at fingið heimin
til okkara, heldur hann.
eydnaskaale@hotmail.com
Andlit til andlits
við stórari fjarstøðu
- Tað er upplagt hjá einum fjarskotnum landi sum Føroyum at satsa meiri uppá videotøkni til
samskifti. Tað hevði lætt um, har lokalar tænastudeildir verða niðurlagdar, tað kundi hjálpt til at
fingið fjarlestur í lag, og tað kundi verið hent føroyskum fyritøkum, sum skulu samskifta millum
oyggjarnar ella við útheimin. Tað sigur Sigmundur Mikkelsen, ráðgevi innan visuelt samskifti
- Nýggja tøknin ger, at vit kunnu sita andlit til andlits, hóast stóra fjarstøðu, og
hetta kann koma føroyingum til góðar uppá nógvar mátar