týsdagur 12. mars 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2013 · Nr. 30
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hann sær eins keðiligur út sum flestu aðrir
projektørar, men myndagóðskan er alt annað
enn keðilig. Hevur tú seriøsan áhuga fyri filmi,
og ætlar tú tær at gera tín egna heimabiograf
– ella at skifta ein eldri projektør – er hetta
besta keypið, sum tú kanst gera í løtuni.
Við prísinum um tær 28.000 krónurnar
er projektørurin hjá Sony ikki millum teir
bíligastu. Men eg tori at siga, at hann er
hvørja krónu verdur. Og ein projektørur
fyri tær 10.000 krónurnar kemur ikki í
nær námind hvøssu myndunum og sterka
kontrastinum, sum HW50ES gevur.
Á fleiri økjum er hann enntá betri enn tann
dýrara VW95ES frá Sony, og tað sigur ikki so
lítið.
Sært tú myndirnar lið um lið við tær hjá
VW95ES er myndin frá HW50ES munandi
hvassari. Tað sæst á teksti, rukkum og hári,
sum øll eru hvassari við HW50ES. Uttan
at RC er tendrað. Blaðar tú fram til RC í
myndafunkunum og aktiverar hetta, verða
myndirnar enn hvassari. Vansin við RC er, at
tað eisini kann geva eitt sjónligari myndaóljóð
og týðilig korn, um filmurin er innspældur við
grovari filtur-effektum.
Hvast við øllum smálutum
Kalibreraði projektørurin megnar eisini
at endurgeva húðarlitir eins sannførandi
sum stóribeiggin, VW95ES. Reyðar myndir,
grønur skógur ella blátt hav líkjast náttúruni.
Har er hvørki ov nógv ella ov lítið av litum.
Sony rópar myndastýringina fyri Real Color
Processin. Hon verður nýtt undir kalibrering
av litum – serliga RGB – men tá tú goymir
broytingar, mást tú velja tær manuelt, hvørja
ferð tú skiftur sjónbandakeldu ella –modus.
Roksut og ikki serliga brúkaravinarligt.
Lagt til rættis: Lasse Svendsen
HOME ENTERTAINMENT:
tøkni
Fyri
Ímóti
Hvassastu myndirnar
í flokkinum. Sera góð
litendurgeving.
Høg 3D-góðska
Framvegis ikki per
fektar 3D-rørslur.
Bert manuel
linsustýring
Sony VPL-HW50ES 3D HD-projektor
Hamrandi hvast
Prísur: 28.000 krónur
Samlað meting: ★★★★★★
Nokia boðaði á Mobile World Congress í
Barcelona frá, at Lumia-røðin nú fær tvær
telefonir afturat. Lumia 520 og 720 fylla
seinastu plássini í røðini út, soleiðis at røðin
nú fevnir um telefonir úr bíligara upp í tann
heilt dýra endan.
Minsta Lumia-telefonin verður søgd at vera
ein »stuttlig« snildfon, og fæst í gulum,
reyðum, cyan ella hvítum. Minnið er ikki
meira enn 512MB við 8 GB goymslu og
einum lutfalsliga seinu 1 GHZ dual-core
Snapdragon gerili. Myndatólið er eisini meira
einfalt enn á størru útgávunum.
Hinvegin tykist ein 4 tummar IPS-skíggi eitt
sindur gávumilt. Talan er um eina snildfon
fyri á leið 1.500 krónur, og so er tað als
ikki so galið. Telefonin kemur á marknaðin
annan ársfjórðing í ár, og so fáa vit at síggja,
hvussu góða megi hon veruliga hevur.
Millum-útgávan 720 er eitt sindur meira
in, og fæst í reyðum, gulum, cyan, svørtum
ella hvítum. Nakrar snildur frá størru
telefonunum eru við. Eitt nú eitt gott
myndatól og tráðleys løðing, sum riggar
við einum eyka cover. Geril og minni eru
ikki heilt á hædd við stórubeiggjarnar, men
skíggin er 4,3 tummar, og til ber at brúka
handskar, tá telefonin verður nýtt. Hartil er
fullur pakki av forritum og navigatión eisini
við. Prísurin verður helst á leið tær 2.800
krónurnar, og Lumia 720 verður eisini á
marknaðinum í øðrum ársfjórðingi.
Lumia-røðin fullfíggjað
Sony VPL-HW50ES
3 x 0,61" DMD SXRD myndapanel
1700 lumen ljósstyrki
Maks. 100.000:1 kontrast
Manuel linsustýring,
tvær 3D-brillur, Reality
Creation myndaviðgerð
serliga viðmælt
Tú trýrt ikki tínum egnu eygum. Nýggi projektørurin hjá Sony
gevur framúrskarandi myndagóðsku fyri pengarnar