Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað var tann tíð, tá ið næm­ ing­ar á studenta­skúla­num og HF-skeiðnum í Hoydølum næstan kappaðust um at fáa kamar til leigu í næm­ inga­heiminum í Børkugøtu í Havn. Men seinastu árini hevur heim­ið staði tómt og kalt, einki viðlíkahald hevur ver­ ið, og húsið forfall meira og meira. Endin var, at sjálvs­ogn­ar­ stovnurin Bústaður Før­oy­ inga í útbúgving í 2011 varð selt á tvingsilssølu, og størsti veð­havarin, Eik keypti ogn­ ina. Í november í fjør keypti Stein­finnur Mittilstein sjálv­ ur annar ognina. Formliga er tað partafelagið Nisu, sum eig­ur húsið. - Vit keyptu tað bara, tí tað var til sølu, sigur Steinfinnur Mittil­stein. Teir eru farnir til verka at skifta vindeygu og hurðar út og skræða niður innan. Nógv er at koyra burtur úr húsinum, sum í áravís hev­ur staðið kalt og við ong­ um streymi. Misrøkt hús Forfallið sæst ikki minst á klædn­inginum, sum øll hesi árini ongantíð er málað. Tað hev­ur argað grannarnar, sum fegnast um, at húsið nú verður umvælt. So skjótt sum turrari verður í veðri­ num, skal húsið málast. Køkarnir mugu skiftast út, og somuleiðis mugu baði­ rúm­ini gerast av nýggjum. Uttan um húsið má eisini nógv gerast. Steinfinnur Mittilstein mið­ar eftir, at húsið skal vera liðugt umvælt um tveir ella tríggj­ar mánaðir. Hann sigur, at teir onga ítøki­liga ætlan hava um, hvat hús­ið skal brúkast til. Men møgu­leikarnir eru nógvir. Til dømis kunnu kømurini leigast út til skúlanæmingar og lærlingar. Ein møguleiki er at leiga út til ferðavinnuna ella onkran stovn, og nú farið verður at byggja Markna­gils­ depilin, verður helst tørvur á bústøðum til handverkarar. Steinfinnur Mittilstein útilok­ar ikki, at teir fara at selja, tá ið húsið er liðugt um­vælt. Húsið er bygt í tveimum eind­um, sum hvør hevur seks kømur á 13 fermetrar. Hvør eindin hevur tvey vesi og bað, køk og uppihaldsstovu á 30 fer­metr­ ar. Búvíddin er 432 fermetrar, og grundøkið 530 fermetrar. Seta næminga­ heimið í stand Steinfinnur Mittilstein hevur sjálvur annar keypt fyrrverandi næmingaheimið í Børkugøtu í Havn, og farið er undir umfatandi umvælingar. Men hvat húsið skal brúkast til, er ikki avgjørt enn Gamla næmingaheimið er í ringum standi, men tá ið summarið kemur eru vindeygu og hurðar skift út, og húsið málað Mynd: Álvur Haraldsen Randi Jacobsen Politiið hevur hesa vikuna eitt umfatandi átak ímóti ólóg­ligari parkering. Allar politistøðir hava fing­ið boð eftir at hava eitt eyka vakið eyga við bilum, sum ikki eru parkeraðir, sum teir eiga. Enn er ikki gjørt upp, hvus­su nógvir bileigarar kring landið hava fingið bót. Peningurin, sum kemur inn, fer til kommunurnar, har parkerað hevur verið ólóg­liga. Randi Jacobsen Gjáramorgunin fór politi­ið at kanna húsini, sum miku­ dagin fór illa av eldi. Hús­ ini standa á Grøn­lands­veg­ num í Havn. Tað tók sína tíð at sløkk­ ja og eftirsl’økkja, so ikki festi í aftur. Roykurin var ómetaliga nógv­ur. Maðurin, sum eigur hús­ini, var einsamallur inni. Hann varð fluttur á Lands­sjúkra­húsið til kann­ ing­ar, tí hann hevði fingið nakað av royki í seg. Gjáramorgunin fór politi­ið undir at kanna stað­ið fyri at finna fram til, hvør orsøkin var til eldin. Húsini eru illa farin. Leita eftir orsøkini til eldin Bøturnar fara til kommunurnar