fríggjadagur 15. mars 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. mars 2013 · Nr. 31
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fyrsta roknskaparárið hja
Eik Banka var óvanligt á
mangar mátar.
- Tað fyrsta, ið er vert
at leggja sær í geyma,
er, at talan um um eitt
roknskaparár á 15 mánaðir,
sigur Súni Schwartz Jacob
sen, stjóri í Eik Banka.
Og tað vóru reyð tøl á
niðasta bredda í roknskapi
num fyri 2011.
- Serliga var talan um stór
ar av- og niðurskrivingar í 2011,
men eisini starvsfólkaútreiðsl
ur og aðrar rakstrarútreiðslur,
ið vóru munandi størri í 2011
enn tær vóru í fjør, sigu Súni
Schwartz Jacobsen.
Og tølini eru rættiliga stór
á júst hesum trimum post
unum. Serliga av- og niður
skrivingarnar vóru stórar í
2011, góðar 420 milliónir.
- Vit hava verið noyddir
at niðurskriva nakað í fjør
eisini, okkurt eftir kravi frá
Fíggjareftirlitinum í sam
bandi við einum bygningi.
Men als ikki í sama flok
ki, sum í 2011, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Niðurskrivingarnar í 2012
vóru á 61 miliónir. Men eisini
starvsfólkakostnaðurin
er
munandi minni í 2012 mót
vegis 2011.
- Tað er klárt, at neyðugt
hevur verið at laga bankan
til minkaða virksemið. Vit
eru 85 starvsfólk færri í dag,
og tað merkir eisini lækk
aðar lønarútreiðslur frá 255
milliónum krónum í 2011 til
183 milliónir í 2012, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Minkað javnvág
Aðrar
rakstrarútreiðslur
vóru í 2011 góðar 68 millión
ir krónur, meðan tilsvarandi
upphæddin í fjør var góðar 16
milliónir krónur.
- Meginparturin av teim
um úrtreiðslunum í 2011, 42
milliónir krónur, stavar frá
inngjaldi í trygdarfondin hjá
Fíggjareftirlitinum og kost
naður fyri innfrían av láns
brøvum fyri tíð, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Bert hesir tríggir post
arnir merkja minkaðar út
reiðslur frá 2011 til 2012 á um
leið 575 milliónir krónur.
- Vit skulu eisini minnast
til, at vit yvirtóku ein bakna
við einari javnvág á 13 milliar
dir og eina skuld á seks
milliardir krónur. Í dag hevur
bankin eina javnvág á 6,5
milliardir krónur, men onga
skuld, vísir Súni Schwartz
Jacobsen á.
Ein onnur greið gongd
hevur verið, at útlánini er
nógv minkað.
- Tað vísir seg, at privat
kundarnir eru ógvuliga varn
ir við at taka lán. Útboðið er
størri enn eftirspurningurin
og tað merkir, at vit hava eitt
innláns yvirskot í løtuni, og
tað er ein positivur trupul
leiki. Tað merkir, at vit hava
pláss fyri at økja um útlánið,
sigur Súni Schwartz Jacob
sen.
Sum hjá øðrum peninga
stovnum merkir Eik Banki
eisini, at kundarnir velja at
gjalda niður av sínum lánum.
Fleiri tillagingar
Higartil hevur Eik Banki lagt
nógva orku í at tillaga bank
an til broyttu umstøð-urnar.
- Nú eru vit ein banki,
ið bert er í Føroyum, og tað
skulu
vit
framhaldandi
verða. Vit hava gjørt nógvar
tillagingar, men vit eru ikki
komin á mál enn í so máta, og
tí fer árið í ár eisini at verða
merkt
av
framhaldandi
tillagingum,
sigur
Súni
Schwartz Jacobsen.
Men tillagingar merkja
ikki bara uppsagnir.
- Vit ætla at økja um
kundatænastuna, samstund
is, sum vit alla tíðina stremba
eftir at gerast effektivari og
dugnaligari. Eitt nú hava vit
víðka tænastuna soleiðis, at
kundarnir kunnu fáa fatur
á okkum størri part av deg
num. Í hvussu er umvegis
telefon, sigur Súni Schwartz
Jacobsen.
Hóast úrslitið hjá banka
num betraðist frá einum tapi
í 2011 á 255 millikónir krón
ur til eitt avlop eftir skatt
í 2012 á 77 millikónir krón
ur, væntar stjórin ikki eina
lutfalsliga líka stóra fram
gongd í ár.
- Landsbankin metir, at
BTÚ í ársins prísum mest
sannlíkt økist við 3%-4%.
Hetta saman vikð einum av
markaðum
eftirspurningi
eftir fígging merkir, at korini
fyri vøkstri hjá peninga
stovnunum framvegis eru
avmarkað. Bankin væntar,
at 2013 fer at geva eitt avlop
á hædd við tað í 2012, sigur
Súni
Schwartz
Jacobsen,
stjóri í Eik Banka.
Súni Schwartz Jacobsen greiddi á tíðindafundi í gjár frá ársroknskapinum hjá Ek Banka fyri 2012
Mynd: Álvur Haraldsen
Eik komið inn á
slættan sjógv
Tað var greitt fyri øllum, at endurstovnaði Eik Banki skuldi sigla
gjøgnum nakrar brotasjógvar, áðrenn skútan kom inn á slætt vatn,
men annað roknskaparárið vísir, at skútan er um at vera har