fríggjadagur 15. mars 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 31 · 15. mars 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teir hava selt 1,5 milliónir fløgur, hava
3000 limir í sínum fjepparafelag og áttu
í fjør 18. mest seldu útgávuna í Dan
mark. Teir hava ferðast 1,3 milliónir
kilometrar í sambandi við framførslur
á festivalum, í høllum, á marknaðar
plássum, og tað svarar til meira enn 30
ferðir runt verðina.
Dansibólkurin Kandis hevur verið
virkin í 24 ár, og tað høvdu menninir í
bólkinum ikki sæð fyri sær.
– Kandis byrjaði, tá ið vit gingu á
musikkskúla. Vit fingu møguleikan at
koma út at spæla saman við øðrum
bólkum á musikkskúla, og nú hava vit
verið virknir í 24 ár. Hetta er ítrívið,
sum gjørdist til livibreyð, sigur Johny
Hansen, sum sangari í bólkinum.
Teir spældu fyrstu ferð til einkjuball
á einum gistingarhúsi 4. januar í 1989,
og síðani hava teir undirhildið trimum
milliónum fólkum.
Misti konuna
Um vikuskiftið vitjar Kandis aftur í Før
oyum, og leygarkvøldið spæla teir til
dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
– Vit hava havt tveir framúr góðar
ferðir í Føroyum, og vit gleða okkum
sera nógv til at vitja aftur, sigur Johnny
Hansen.
Hann hevur verið nógv frammi í
Danmark, eftir at hann fyri fýra árum
síðani misti konu sína. Eftir sótu hann
og tvær døtur.
– Eg havi tað gott í dag, men ein
slík hending gevur nøkur arr, sum tú
ongantíð sleppur av við, men vit hava
sum familja roynt at koma víðari. Ser
liga tann yngra gentan hevur verið
av merkt av tí, sum hendi, og vit fara
ongantíð at gloyma tað ella heilt at
koma yvir tað, men vit royna sum
frægast at liva við tí og koma víðari,
sigur Johnny Hansen.
Tá eg
fekk
blóðpropp
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Jórun Høgnesen / Mynd: Heinesen myndir
klumman
Eyðun
Klakstein
– Vit fingu møguleikan at koma út at spæla saman við
øðrum bólkum á musikkskúla, og nú hava vit verið
virknir í 24 ár, sigur Johnny Hansen, sangarin í dansi
bólkinum Kandis, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið
Í síðstu viku fekk eg blóðpropp, varð sendur
niður og var í lívsvanda.
Ella tað var í øllum førum søgan, sum
gekk her heima, samstundis sum eg var
staddur uttanlands – frískur og væl fyri.
Fyrstu ferð, eg frætti um mín blóðpropp,
var mánadagin í farnu viku, tá ið ein
vinmaður skrivaði til mín:
– Ert tú í Wien nú? Hoyrdi tú vart inn
lagdur, men tað passar kanska ikki?
Spurdi hann, hvat man verður innlagdur
fyri í Wien?
Og soleiðis var tað eisini fyri fyrst. Eitt
sindur festligt og skemtiligt, at fólk skuldu
ganga og siga søguna um mína lívshóttandi
sjúku, meðan eg spákaði mær ein túr í
kuldanum framman fyri Stephansdom í
eysturríkska høvuðsstaðnum.
Men ikki tí – tað kann henda fyri ein og
hvønn, nær tað skal verða. Vit eru skroypilig
menniskju, sum kunnu verða rakt av sjúku
ella ólukku, nær tað skal verða. Í so máta
var einki løgið í, at eg kundi havt fingið ein
blóðpropp.
Men alíkavæl. Eftir nakrar dagar var tað
ikki so festligt meira. Fólk spurdu seg fyri
hjá fólki rundan um meg fyri at vita, hvussu
tað gekst, og hóast eg legði eina dagsaktuella
mynd á facebook og sipaði til leysasøgurnar,
so hjálpti tað ikki stórvegis, og eitt vinfólk
skrivaði til mín:
– Eg hoyrdi tvær konur práta í dag,
og onnur visti at siga, at tú hevði fingið
blóðpropp í hjartað og vart fluttur á Ríkis
sjúkrahúsið, og har stóð illa til. Vónirnar
vóru ringar.
Helst er søgan íkomin av eini misskiljing,
og nú má tað ringasta av slatrinum verða
avhasað, men tað er næstan ræðandi at
síggja, hvussu skjótt og víða slíkar søgur
kunnu ferðast, uttan at nakað sum helst hald
er í teimum.
Og vit kenna eisini øll til at verða við
í kórinum, sum heilhjartað syngur sangin
uttan at vita, um veruligt hald er í yrkingini.
Men onkuntíð rýkur veruliga av ongum
brandi – tíbetur!
So segði
hann...
Ítriv sum livibreyð
– Onkur hevur stúrt fyri, at samfelagið skal líða
rentudeyðan. Eg stúri fyri, at sjúkrahúsini líða
lønardeyðan, tí nú er onki eftir rakstur.
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
har 85 prosent av játtanini fara til lønir
– Vit hava havt tveir framúr góðar ferðir í Føroyum, og vit gleða okkum
sera nógv til at vitja aftur, sigur Johnny Hansen, sangari í Kandis