mánadagur 18. mars 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Agga Niclasen
Kjak síða 23
Bøssa
brúdleyp
eg meini
tað...
Hanus Samró
Kjak síða 24
Tvey
fet frá
Markna
gilsdepli
Tað var áhugavert at hoyra Johan
Dahl, landsstýrismann, í Rás2 á
middegi greiða frá ætlanum um at
fáa semju um fiskivinnupolitikkin
– um tað so skal vera uttan um
Fólkaflokkin.
Tað er í sambandi við landsfundin
hjá Sambandsflokkinum, at hetta
varð tikið upp á mál. Johan Dahl
sigur, at hann vil hava greiðu á fisk
ivinnupolitikkinum longu í ár.
Hann vísti á, at ein fiskivinnuný
skipan er so grundleggjandi neyðug
– og at tað ikki má enda við, at einki
verður gjørt bara tí ein nakrir fáir
samgongulimir spenna bein.
Tað er einki nýtt í tí, at Fólka
flokkurin stýrir á fiskivinnuøkinum
og altíð hevur gjørt tað. Sambært
yvirlitinum hjá Jógvani Sundstein
í tíðargrein her í blaðnum fríggj
adagin, so er Fólkaflokkurin tann
flokkur, sum hevur sitið mest í sam
gongu. Men tað er eisini eitt faktum,
at hinir flokkarnir klára ikki at fáa
eina semju uttan um Fólkaflokk
in. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi
kláraðu tað ikki, og higartil er tað
heldur ikki eydnast hjá Sambands
flokkinum. Men skal ganga so, sum
Johan Dahl prædikar, so skal kom
ast á mál í ár, og verður tað ikki við
Fólkaflokkinum, so verður tað við
andstøðuni.
Ein breið semja uttan um Fólka
flokkin, tað má vera okkurt sum
minnir um »makrelsamgonuna«,
sum stóðst av, at fyrra samgongan
hjá Kaj Leo Johannesen kom í minn
iluta, tá Fólkaflokkurin meldaði
pass á vári í 2011 – og Tjóðveldi gav
tí partinum av samgonguni, sum
eftir var, eina hjálpandi hond.
Mangt bendi eisini á, at henda
samgonga kundi skipast formliga
eftir valið, men tá var aftur so heitt
millum Fólkaflokkin og Sambands
flokkinum, at hesin møguleiki var
als ikki upp á tal.
Vit kunnu so bara vera samd við
Johan Dahl, at tað er av alstórum
týdningi, at tað verður ein breið
politisk semja um eina fiskivinnu
nýskipan, sum fullkomiliga broytir
bygnaðin í fiskivinnuni. Og vit
kunnu eisini vera samd við honum
í, at tað ber ikki til – tað kann einki
landsstýrið vera bekent við – at ein
ella tveir ella tríggir tinglimir skulu
kunnu blokkera eitt slíkt arbeiði.
Tað er tað og týdningarmikið til, og
tí er tað eisini rætt, at ein samgonga
fer útum at leita eftir semju.
Men tá er helst eingin samgonga
meira, um tað kemur har til. Men
bara tað, at tankin er til í Sambands
flokkinum, at tað kanska ber til at
reka fiskivinnupolitikk uttan Fólk
aflokkin, kann benda á, at broyting
er í væntu.
Semju uttan Fólkaflokkin
Mikudagin verður høvi hjá
fólki at síggja konserverings
arbeiðið í sambandi við altar
talvuna í Christianskirkjuni.
komandi mikudag.
Tað
verður
mikudagin
klokkan 17 at fólk sleppa uppi
á loftið í Christianskirkjuni
og har síggja, hvussu langt
arbeiðið við altartalvuni er
komið, og samstundis fáa frá
greiðing frá konservatorinum
um arbeiðið.
Nú er tryggingarlagið av
ovara partinum tikið burtur
og fest á tær nýggju plátur
nar, ið skulu halda
málninginum uppi,
so klárt er at reinsa
og endurbøta tann
partin.
– So øll, sum
eru áhugað, kunnu
koma í kirkjuna
nú mikudagin og
har fáa kunnleika
um
hetta
stóra
og spennandi ar
beiði,
ið
nú
er
komið væl ávegis,
sigur kirkjuráðið í
Christianskirkjuni.
Formaðurin í Suðuroyar Fólka
floksfelag – nýggi borgarstjórin
í Hvalba, Trygvi Gudmundsson,
hevur ikki álit á sínum egna
flokki ella floksformanninum
Jørgen Niclasen.
Tískil hevur hann leitað sær
hjálp frá Kristini Michelsen úr
Javnaðarflokkinum og Sirið
Stenberg úr Tjóðveldinum til
tess at veita Hvalba endurgjald
fyri skaðan, sum havnarlagið
fekk í kyndilsmessuódnini í
2008.
Saman við Janusi Rein, utt
anflokkatingmanni og Poul
Michelsen úr Framsókn hava
tey lagt uppskot fyri tingið
um løgtingslóg um stuðul til
Hvalbiar kommunu til um
væling av brimverju.
Herfyri var borgarstjórin
á vitjan í Havn, har hann tos
aði við tingfólk úr samgongu
og andstøðu um at fáa somu
fíggjarligu hjálp, sum Skála
vík fyri skaðan, sum tey fingu
á havnarlagið í somu kyndils
messuódn.
Og sjarmuferðin hjá borg
arstjóranum í Hvalba rigga
so mikið væl, at uppskot nú
er lagt fyri tingið um at veita
kommununi eina millión og
430.000 krónur í endurgjaldi.
Men tað eru altso ikki floks
felagarnir, sum eiga hetta upp
skotið, men andstøðan á tingi.
Trýr ikki upp á Fólkaflokkin
Landsverk bjóðar nú øllum
bilførarum
eina
nýggja,
lætta og ókeypis tænastu
umvegis heimasíðuna, har
til ber at finna vegalongdina
millum tey ymsu plássini
í Føroyum. Tað veri seg
millum einhvørja bygd ella
einhvønn bý í landinum.
Nú ber til at síggja vega
longdirnar millum øll bygd
pláss í Føroyum. Landsverk
hevur ment eina nýggja
skipan, sum nú er partur
av heimasíðuni, har til ber
at seta inn navn á bygdum
ella býum í teigar, haðani tú
ætlar koyra frá og til. Síðani
upplýsir skipanin neyvu
frástøðuna millum valdu
plássini.
Eitt nú eru tað 83,94 kilo
metrar millum Argir og Án
irnar, 83,94 kilometar millum
Gøtugjógv og Gásadal, 70,69
millum Tórshavn og Toftir,
og 46,14 millum Velbastað og
Vestmanna.
Sjálvt bygdir, ið neyðugt er
at sigla til, verða bundnar
saman í skipanini. Upplýst
verður tann samlaði vega
teinurin á øllum oyggjum
millum tær valdu bygdirnar.
Somuleiðis verður upplýst,
hvussu nógvar ferjur møgu
liga neyðugt er at brúka fyri
at kunna ferðast millum
plássini, og hvørt tað kann
vera
neyðugt
at
koyra
ígjøgnum møguligar gjalds
tunlar.
Skipanin er ment í sam
ráð við Taks, og sostatt eru
longdirnar á vegateinum í
samsvari við tað, sum stuðul
til ferðaútreiðslur verður út
roknaður eftir.
Fyribils er skipanin á einum
royndarstøði, og har kunnu
tí møguliga fyrikoma onkrir
óneyvleikar.
Landsverk
heitir tí á brúkarar, ið meta
seg fáa løgin úrslit úr skipan
ini, at seta seg í samband við
stovnin á lv@lv.fo. Úrslitið
verður síðani eftirkannað,
og um neyðugt rættað.
Heimasíða vísir
vegalongdir
Johan Dahl vil hava fiski
vinnunýskipan avgreidda í ár
Vísa fram arbeiða
við altartalvurni