mánadagur 18. mars 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
Í
farnu viku hevði altjóða oyggjaleikanevndin
fund í Føroyum, og samstundis fingu før
oyskir myndugleikar og onnur ein møgu
leika fyri at vísa, at vit saktans kunnu bjóða
okkum fram at hýsa oyggjaleikunum um seks ár, í
2019. Sum skilst, eru vit bara ein golfvøll og okkurt
annað smávegis frá at vera klár at taka ímóti
gestunum!
Og sjálvandi skulu Føroyar halda seg framat,
tá nú ein møguleiki er, tí tað kann gott vera, at tað
kostar eitt sindur at skipa fyri og hýsa leikunum,
men tað gevur eisini stórar upplivingar, ríkar løtur
og ógloymandi minni, sum ongantíð kunnu gerast
upp í krónum og oyrum.
At tað í 2019 eru liðin 30 ár, síðani leikirnir vóru
í Føroyum, fær óivað eisini minnini hjá bæði einum
og øðrum at leita aftur til 1989, og eftir stendur, at
teir leikirnir so sanniliga høvdu nógv at siga fyri
fólk og land okkara. Um ikki annað, so standa vit
øll saman, tá okkara fremstu ítróttarfólk kappast
við onnur.
Tað er altíð nakað serligt at fáa gestir, og vit
vilja so fegin vísa okkum fram frá okkara bestu
síðu. Vit vita, at vit eiga eitt vakurt land, ið mong
fegin vilja vitja, og samstundis er fleiri ferðir
prógvað og staðfest, at einki gevur Føroyum so
góða umrøðu sum ítrótturin.
Hinvegin er vandin fyri ringari umrøðu eisini
til staðar – um ikki í 2019, so beint nú! At tað ikki
skal vera reinur avgreiðsla, at Clayton Soares, ið
síðstu 10 árini hevur spælt 242 dystir og skotið 168
mál fyri føroysk feløg, skal sleppa innaftur í landið
og til arbeiðis, er stór skomm!
Um so ábyrgdin av hesum grova forsømilsi og
umsitingarliga dugnaloysi liggur í Føroyum ella
Danmark, er fullkomuliga líkamikið, tí skulu vit
duga at bjóða øllum hesum 1.800 ítróttarfólkunum
vælkomin til Føroya í 2019, so skulu vit bara vita,
at so mugu vit eisini duga at bjóða einum av
okkara húsfólkum vælkomin í 2013!
Vælkomin
til Føroya
ella hvat?
www.hb.fo: Um at vinna á Argjum móti AB
Við greiðum sigri á Blue Water Arena í dag, avlívaðu vit mytuna um at vit
vanliga einki fáa við okkum úr Vika aftur. Eftir eitt korter vóru tingini sett
uppá pláss og eftir hetta koyrdu vit á cruise-control.
www.07vestur.fo: Um fríspark, ið endaði á tríkantinum
Vit fingu fríspark einar 25-30 metrar úti. Eli gjørdi seg kláran og frálíka
skotið sang í tríkantinum, niður og út. Sagt verður úr Sørvágs Kommunu,
at arbeitt verður fyri at rætt málið uppaftur til næsta heimadyst.
www.ab.fo: Um 3-1 tapið fyri HB
»Eg havi sum so ikki so nógv at siga. Vit vita, at HB eru góðir, og teir
trillaðu okkum eisini sundur og jarðaðu okkum beinanvegin. Tað gekk so
skjótt fyri seg, at vit fingu ikki tíð at hugsa okkum um.«
www.b36.fo: Um 4-0 sigurin á Víkingi
Flongdir FM-favorittar: Víkingarnir vóru bæði úrlætnir og flongdir, tá teir
vitjaðu í Gundadali í dag
www.tb.fo: Nicky klárur fyri TB
Seinastu vikurnar hevur bretin, Nicholas Ferenc Diverdics vant við
Effohópinum hjá TB, og beinanvegin sást, at hesin hevði góðar dygdir.
www.vikingur.fo: Um 4-0 tapið fyri B36
Eftir dystin í Gundadali í kvøld hevði verið lættast og minst pínufult einki
at skriva. Gloymt dystin og gjørt klárt til næsta umfar
www.svimjing.fo:
Markus Joensen megnaði í dag at seta nýtt føroyskt juniormet í 100 metra
bringusvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá
1:06.26, har metið hjá Jón Hofgaard frá landsdysti ímóti Íslandi í 2010
var 1:06.50.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Øssur danskur meistari Øssur Debes Eiriksfoss megnaði leygardagin
at vinna danska meistaraheitið í lopi upp um hestin. Úrtøkan var 14,35 stig,
og tølini siga, at talan var um tryggan sigur, tí tann næstfremsti fekk 13,60
stig. Øssur er í bruttohópinum á danska landsliðnum, sum fyrireikar seg
til EM kappingina. Myndir og video frá kappingini eru á www.fimleikur.fo
Hilmar Jan Hansen
Tróndur Arge
Spælararnir koma úr stórum
og kendum feløgum kring
Europa. Nógvir av eystur
ríksku spælarunum spæla við
stóru feløgunum í Týsklandi,
men spælarar koma eisini
úr heimligu feløgunum, og
millum annað úr Italia, Ong
landi og Ruslandi.
Stóra stjørnan hjá eystur
ríkarum er ungi David Alaba,
sum er profilur á einum av
sterkastu liðunum í Europa í
løtuni, FC Bayern. Niðan fyri
sæst hópurin hjá Eysturíki,
sum skal spæla ímóti Føroy
um og Írlandi komandi dag
arnar.
trondur@sosialurin.fo
Koller sett navn
á spælararnar
Fríggjakvøldið spæla Føroyar og Eysturríki HM-fótbóltsdyst í Wien, og
landsliðssvenjarin hjá Eysturríki, Marcel Koller, hevur nú sett navn á
spælararnar, sum skulu forða fyri eini nýggjari eyðmýking ímóti Føroyum
Málmenn:
Robert Almer (Dusseldorf)
Lukas Koenigshofer (R. Wien)
Heinz Lindner (A. Wien)
Verjuspælarar:
Aleksandar Dragovic (Basel)
Christian Fuchs (Schalke 04)
Gyoergy Garics (Bologna)
Florian Klein (Salzburg)
Emanuel Pogatetz (West Ham)
Sebastian Proedl (W. Bremen)
Franz Schiemer (Salzburg)
Markus Suttner (Austria Wien)
Miðvallarspælarar:
David Alaba (FC Bayern)
Marko Arnautovic (W. Bremen)
Julian Baumgartlinger (Mainz)
Martin Harnik (VfB Stuttgart)
Andreas Ivanschitz (Mainz)
Jakob Jantscher (D. Moskva)
Zlatko Junuzovic (W. Bremen)
Veli Kavlak (Besiktas)
Christoph Leitgeb (Salzburg)
Álopsspælarar:
Philipp Hosiner (Austria Wien)
Marc Janko (Trabzonspor)
Andreas Weimann (A. Villa)
Marcel Koller
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
■ NSÍ hevur fingið ov nógvar NSÍ-arar frá B68,
tí gongur tað sum tað ger :-)
■ Heimsins besti golfspælari er svartur, heimsins
besti rappari er hvítur, og 07 vestur vinnur ein dyst!
Áh, den umvenda verð...
■ Formans-effektin eydnast í Fuglafirði.
Full úrtøka eftir tveir dystir.
■ Tað er farligt at sleppa skurðum inn í eitt tigara
búr, teir verða bara skræddir sundur :-)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Eysturríska landsliðið