Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mars 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur 2013 www.banknordik.fo Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin týsdagin hin 26. mars 2013 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn. Brævatkvøður Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at tygum ynskja at greiða brævatkvøðu, skal oyðublaðið vera móttikið á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3, Postboks 3048, FO 110 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin hin 25. mars kl. 16.00. Ársroknskapurin 2012 og fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum Ársroknskapurin 2012 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin. Partapeningur, atkvøðurættur og kontuførandi peningastovnur Partapeningur bankans er kr. 200.000.000, býttur sundur í partabrøv á kr. 20. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin. 8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8. 1, og sum ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin. 8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. 8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum- kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F BankNordik sum kontuførandi stovn við atliti til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik. P/F BankNordik, Nevndin Fundarskrá 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðingin 2012 3. Avgerð um nýtslu av avlopi ella rindan av halli sambært góðkendum ársroknskapi 4. Val av nevnd a. Nevndin mælir til val av 4 aðalfundarvaldum nevndarlimum b. Val av navndarlimum 5. Val av grannskoðara / grannskoðarum 6. Uppskot frá nevndini a. Samsýningarpolitikkur 7. Ymiskt Viðv. punkti 2 og 3 Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært ársfrágreiðingini 2012 og góðkennir nýtslu av avlopi ella rindan av halli. Viðv. punkti 4 a Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4-6 limum. Á innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillaði til nevnd bankans. Viðv. punkti 4 b Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Nils Sørensen taka við afturvali til nevnd bankans. Niels Vestermark tekur við vali til nevnd bankans. Bent Naur tekur ikki við afturvali til nevnd bankans. Nevndin mælir til afturval av Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Nils Sørensen og til nýval av Niels Vestermark. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu bankans, www.banknordik.fo Viðv. punkti 5 Nevndin mælir til val av Januar, løggildum grannskoðanarvirki P/F, og til afturval av PWC Danmark sum uttanhýsis grannskoðarum bankans. Viðv. punkti 6, a Sambært kunngerð fyri Føroyar um samsýningarpolitikk o.a. (kunngerð nr. 394 frá 1. mai 2012) skal nevnd bankans evna til ein samsýningarpolitikk fyri nevnd, stjórn og samtaksleiðslu bankans at leggja fyri aðalfund bankans til góðkenningar. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er týsdagin hin 19. mars 2013. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at luttaka, skal biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin. Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans www.banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er fríggjadagin hin 22. mars 2013 kl. 16.00. Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða út givin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 daga gamlari útskrift frá VP Security A/S ella frá kontuførandi peningastovni (depotstaði) sum skjalprógvi fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn skrásetingardagin. Fulltrú Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva fulltrú. Fulltrúin skal vera skrivlig og dagfest. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo og á høvuðsskrivstovu bankans er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna.