Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Virgar t. dalsgaard kjak á síðu 39 Cen­sur­ ur og for­ nerm­ilsi á Facebook Jóhs. M. Olsen Kjak síða 38 Skugg­ ar av kom­ andi hend­ ing­um Tað eru nýggir tónar, sum fólka­ tings­mað­ur­in hjá Javna­ð­ar­flokk­ i­num bar fram um dagarnar, nú hann hev­ur tikið spurn­ing­in um markn­að­ar­at­gongd upp til nýggja við­gerð, har ES limaskapur – ella okk­urt sum líkist, er endamálið. Tað er avgjørt at fegnast um, at pol­it­ikarar taka hendan spurningin upp av nýggjum. Eingin hevur viljað nort­ið hann seinasta mansaldurin – uttan Sambandsflokkurin. Tað hev­ur verið sera illa sæð, um nak­ar hevur dittað sær at borið upp á mál, at ES limaskapur kanska er gongda leiðin hjá Føroyum, hóast vit eru í rík­is­fel­ags­skapi við Danmark. Hjá Sam­bands­flokki­num hevur tað kanska borið til, tí flokkurin kundi ikki blíva meira sam­bandsk­ur enn tað sama. Men tað er mangt sum bendir á, at æv­iga toganin í stjórnarmálinum sein­astu stórt­hundr­að árini ella meira, er farin at broyta kós. Politiska málið um Føroyar sum full­veldi, sum Fólka­flokk­ur­in og Tjóð­veldi grundaðu í 1998 er langt síð­ani farið í ommu sína. Sambandsflokkurin er farin at tosa um eina nýggja stjórnarskipan – so tað kann benda á, at vit fáa eina breiða semju um, hvussu vit lýsa okk­um sjálvi sum land og tjóð, utt­an at tað skal kýt­ast at spurn­ ing­i­num um stjórn­ar­við­ur­skift­ini við Dan­mark – og utt­an at full­veldi er ein­asta svarið. Tað er gott, at vit eru komin har­til. Tí sjálvandi er spurningurin um full­veldi ikki alt­av­ger­andi. Tað hev­ur hann ikki ver­ið, og tað verð­ ur hann held­ur ikki. Men tað kann blíva úrs­lit­ið av onkr­um, hó­ast tað ikki tyk­ist sann­líkt nú. Tað tóktist sann­líkt í 2000 – líka til Anfinn Kalls­berg avlýsti fólka­at­kvøð­una, sum verða skuldi 26. mai í 2001, og til Tórb­jørn Jacoobsen endaliga gav full­veld­is­skút­uni skotið fyri bógvin við at øsa An­finn Kall­s­berg so nógv um gaml­ar syndir, at hann tveitti Tjóð­veldi á dyr í Tinganesi. Kanska Sjúrður Skaale fær nýggj per­spek­tiv inn í kjakið við at draga ES lim­a­skap inn á pallin. Hóast Aks­el V. Johannesen roynir at lát­ ast sum um, at hann held­ur fæst við gomlu kon­serv­a­tivu støð­una hjá Javn­að­ar­flokk­inum ­við ikki at tora at tosa um ES-trøllið – so man tað neyvan verða burtur úr púra ong­um, at fólka­tings­mað­ur­in hjá flokk­i­num nú tónar flagg í ES-mál­ i­num – onkur skal byrja. Vit heilsa kjakinum vælkomnum. Tað er gott fyri Føroyar, at vit fáa fleiri heimspolitikarar, so vit fáa lyft heimliga kjakið í dunnu­hyl­i­num upp um turrgelda sjabbið um loys­ ing ella samband við Danmark. Sambært formanninum í Før­ oya Lærarafelag, Herálvi Jac­ ob­sen, so valdar ein sjúkl­igur girndarhugur í Ment­a­mál­a­ ráðnum. Í grein á heimasíðu lær­ar­a­fel­ags­ins skrivar hann grein um »Gloymdar teldu­ vørðir«. Hann spyr, hvussu Mentamálaráðið kann síggja burtur frá tí leik­luti, sum telduvørðirnir í fólk­a­skúl­ a­num hava í tilgongdini. Í greinini sigur hann soleiðis: – Í Mentamálaráðnum er í sein­ast­uni rættiligt rimp­ ilsi komið í, tí nú skulu all­ar próvtøkur og royndir talg­ i­ldast. Hetta er sjálvandi at fegn­ast um, tí so eru vit líka­ sum við. Tað er serliga orðið »rimp­ i­lsi«, sum vit hefta okk­um við – og hví man læra­r­a­for­ mað­ur­in tosa um rimpilsi í Menta­mál­a­ráðnum? Rimp­ ilsi mer­k­ir sam­bært orð­a­ bóki­ni hjá Spr­o­t­anum: ...sjúkl­iga sterkur og bráð­kom­in girnd­ar­hug­ ur (hjá konu­fólki); sbr. brókasótt Svabo gamli kendi eis­ini orðið rimpilsi, hann segði so­leið­is: »Qvindelyst, en Syge hos Fru­e­n­tim­mer af alt for heftig Lyst og Al­traae til Mandfolk«. Lærarafelagið: Sjúkligur girndar­ hugur í Mentamálaráðnum Tað var undir viðgerðini av uppskotinum um at avtaka lógina um at avtaka Landsbankan, at Kristina Háfoss kom til ta niðurstøðu, at bestu argumentini hjá Jørgen Niclasen og harvið allari samgonguni fyri at avtaka Landsbanka Føroya var, at tað var »superfeitt«. Sjálvt um Jørgen Niclasen, sum varðar av málsøkinum, ikki hevði tíð – ella allarhelst hug – til at møta til tingviðgerðina, so royndi Jógvan á Lakjuni at halda kjakið í tinginum á einum tignarligum støði. Og honum dámdi als ikki orðið »superfeitt«. – Hetta er fyrstu ferð, at eg havi hoyrt orðið »superfeitt« nýtt av tingsins røðapalli, segði Jógvan á Lakjuni, tá hann átalaði tingkvinnuna hjá Tjóðveldi fyri málburðin. Onnur tingfólk vórðu eisini átalað undir somu viðgerð. Høgni Hoydal legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann segði, at Jørgen Niclasen hevði grundgivið fyri løgtinginum við beinleiðis lygnum fyri at fáa tingfólk at avtaka Landsbanka Føroya. Hann varð eisini átalaður. Superfeitt í løgtinginum Nú eru páskirnar í hondum. Á nógv­um heimasíðum verð­ur skriv­að um »pásk­ ini«, og á Face­book og øðr­ um tøkn­i­lig­um miðl­um sæst heils­an­in »góð páskir« og »gleðilig páskir«. Her mugu vit hava í huga, at rætta sniðið er »pásk­ir­nar«, og tá ið vit heilsa vin­um, kenn­ing­um og skyld­fólki um høg­tíð­ina, er rætta orð­ing­in »gleð­i­lig­ ar pásk­ir«. At mong eru far­ in at siga »páskini« í stað­in fyri »pásk­ir­nar« er á­virk­að av jól­u­num. Har siga vit »jólini« – »tey«, men »pásk­ir­ nar« hava annað kyn; pásk­ ir­nar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døg­um, so nevnist tað »um pásk­ir­ nar«. Leygardagin í páska­vik­u­ ni nevna vit vanliga »páska­ aft­an«. Tað kunnu handlar, fyri­tøk­ur o.tíl. hava í huga, tá ið lýst verð­ur við, nær ið opið er um høgtíðina. Har­ um­framt skal havast í huga, at tað nevn­ist »páska­da­ g­ur« og »ann­ar pásk­a­dag­ ur«. Mæl­ast má frá at siga »fyrsti páskadagur«. Nú ið páskavikan er um at røða, ber til at taka onnur heiti fram, ið ólag er komið á, t. d. orðið »skír­hós­ dagur«. Í fram­burði verður orðið drigið saman og hev­ ur snið­ið »skír­is­dag­ur«. Tað sniðið kunnu vit eis­ini nýta í skrift. Men tað ber ikki til at nýta orðið »skír­is­hós­dag­ ur«, tí so er tað dupult­orð­að. Tó finna vit orðið »skír­is­ hós­dag­ur« á nógv­um heim­ a­síðum. Dagurin fyri skírhósdag nevn­ist skír­hósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orð­ið verður borið fram »skírisaftan«. Páskini – páskirnar Javnaðarflokkurin torir ikki at sleppa ES-trøllinum enn Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Við sjúrði skaale í ES