Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Tað var ein rørandi fundur í Eystara Landsrætti í Havn týs­dagin. Á ákærubonkinum sat ein 23 ára gamal maður, sum í juli í fjør varð dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri ó­vilj­að manndráp og óviljað at hava gjørt skaða á likam við síni kátu koyring. Tað var ein ferðsluvanlukka, sum hendi á vegateininum mill­ um Skála og Skálabotn í 2010. Hesin maðurin koyrdi annan bilin, og bilførarin í hinum var systkinabarn hansara og góði vinmaður, sum doyði av løst­u­num. Á áhoyraraplássunum sótu fleiri fólk, sum øll meira ella minni vóru í familju ant­ in ella bæði vóru í familju við tann ákærda og tann deyða unga mannin. Fleiri av øllum hesum fólk­um høvdu ilt við at halda tár­unum aftur. Tað hevur ikki gjørt støðu­na betri, at foreldrini hjá tí deyða unga manninum, ikki hava viljað tosað við tann ákærda mannin síðan hend­ing­ina. Vanlukkan hendi 23. sep­ tem­ber 2010, tá ið tann ákær­ di maðurin saman við tveim­ u­m vinmonnum koyr­du úr Skálabotni út móti Skála. Einastaðni yvirhálaðu teir ein bónda á traktori. Hetta var ein vanlig yvirháling, og ferð­in var ikki nógv, hevur bónd­in greitt frá. Siga ikki tað sama Teir tríggir hava givið sam­ svar­andi frágreiðing, og hon var, at mótkoyrandi bil­ ur­i­n var komin yvir í terra síðu. Teir koyrdu so yvir í mótgangandi koyri­breyt­ ina, tað gjørdi hin eisini, og tí slapst ikki undan saman­ stoyti­num. Teir halda allir fast við hesa frágreiðing. Maðurin í mótkoyrandi bili­num doyði, tann ákærdi og síðumaðurin fingu ál­vars­ ligt mein og maðurin á bak­ setri­num slapp við ein­um brot­num armi. Men bóndin á trak­tori­ num hevur sagt eina heilt aðra søgu. Hann sat á trak­ tori­num og hevði sera gott út­sýni úr húsinum omaná. Hann tvíheldur um, at tað var bilurin við trimum monn­um í, sum fór yvir í mót­gang­andi koyribreytina og var har alla tíðina. Bæði í Føroya rætti og nú í landsrættinum róði ákær­ in framundir, at teir trígg­ir beinanvegin sum teir vórðu lagdir inn á Land­sjúkra­hús­ið, avtalaðu, hvussu frá­greið­ing­ in skuldi vera. Í landsrættinum var nógv, sum teir tríggir ungu menn­ in­ir ikki mintust. “Chicken” Í Føroya rætti varð nógv gjørt burtur úr hugtakinum at koyra “chicken”. Tað er tá tveir bilar koyra ímóti hvør øðr­um við nógvari ferð, og teir halda fram við hesi koyr­ ing, so leingi teir tora. “Chicken” er eisini at býta um koyribreyt. Eingin vildi viðganga, at tað var hetta, sum var hent van­lukkudagin 23. sep­tem­ ber 2010. Í rættinum týsdagin varð pápi ein av teimum trimum monnu­num avhoyrdur sum vitni. Hann var farin á Landssjúkrahúsið hetta kvøld­ið og var har, longu áðr­enn sjúkrabilarnir komu fram við teimum skaddu monnu­num. Hann hevði hetta kvøld­ ið eisini verið inni á sjúkra­ stovu­ni hjá manninum, sum koyrdi bilin, og meðan hann helt i hondina á honum, kom nakað sum hetta frá honum fleiri ferðir: Hatta skuldu vit ikki havt gjørt. Ikki varð útgreinað, hvat leggjast skuldi í hetta. Seinnapartin fóru dómar­ar og teirra fólk, ákæri og verjar inn á staðið, har vanlukkan hendi. Tey skul­du skoða umhvørvið, meta um sýni og royna seg á trak­tori­num. Dóm­ur fellur í næstu viku. Randi Jacobsen Seinnapartin mánadagin 25. februar varð Tórður Jaco­b­sen funnin deyður heima hjá sær sjálvum í Havn. Aftaná kom fram, at hann leygardagin hevði ver­ið í Café 22, og har varð hann antin skumapður ella bara datt og slerdi høvdið í. Sunnudagin og fyrra­ part­in mánadagin hevði hann tað gott. Kriminalpolitiið fekk frá­boðan­in og fór undir at kanna deyðsfallið. Líksýn var, og frá­greið­ ingin sigur bara, at hann hevði havt heilabløðing, sum kann vera komin av einum slagi móti høvdi­ num. Kriminalpolitiið hevur av­hoyrt fleiri vitni, men tey hava ikki kunnað greitt frá, hvat hendi. Um tórður datt ella varð sligin. Heitt verður inniliga á fólk, sum leygarkvøldið 23. febru­ar vóru í Café 22 og vóru vitni til, at maðurin kopp­aði. Kanna hví Tórður doyði Kriminalpolitiið sóknast eftir vitnum frá leygarkvøldinum 23. september, tá ið Tórður Jacobsen antin varð sligin ella datt inni á Café 22 í Havn Ymiskar frágreiðingar um ferðsluvanlukku 23 ára gamli maðurin, sum í fjør varð dømdur fyri óviljað manndráp í samband við eina ferðsluvanlukku millum Skála og Skálafjørð í 2010, sigur seg ver ósekan. Hann kærdi til landsrættin, sum týsdagin viðgjørdi málið