Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Seinasta búskaparmetingin frá Landsbankanum Leo Poulsen Í hesum árinum sær als ikki so illa út. – Gongdin í upp­sjóvar­ vinn­uni gevur framgongd, bæði tað, at teir vænta at fáa nakað tað sama av makreli í ár sum í síðsta ár, og at teir vænta sær meira av bæði svart­kjafti og sild, sigur Sigurð Poulsen, lands­banka­ stjóri. Hetta saman við at virk­ ini á landi hava økt um kapa­ sitetin ger, at virðis­økingin er økt munandi. – Tað er høvuðsstuðulin til ta gongdina, vit síggja í hes­um árinum, sigur Sigurð Poulsen. Eitt, sum hevur merkt før­oyska búskapin seinastu árini er, at húsarhaldini eru ógvuliga varin, og spara upp heldur enn at brúka. – Talan er jú um størsta nýtslupartin av BTÚ, so tað hevur rættiliga nógv at siga, hvat húsarhaldini velja at gera. Síðani nýtslan fall í 2008-09, hevur nýtslan ligið rætt­iliga lágt. Tað sær út til, at húsarhaldini brúka eitt stað millum 85%-90% av saml­aða tøka peninginum, með­an Danmark brúkar um­leið 100%, sigur Sigurð Poulsen. Talan er tí um eina stóra uppsparing. – Tað eru eingi tekin um, at húsarhaldini ætla sær at brúka meira pengar, men vit síggja ongar grundir til, at tey skulu spara meira upp. Tí meira tey spara upp, betri verða tey fyri. Vit hava kortini loyvt okkum at vænta, at tey fara at brúka nak­að meira pening í 2014, sigur Sigurð Poulsen. Pensjónistar ein avbjóðing Búskaparvøkstur er ein neyð­ ug treyt fyri, at fólk fara at flyta heim aftur til Føroya. – Vit hava sæð rættiliga leingi, at tað er ein saman­ hangur ímillum arbeiðsloysi og um fólk flyta til Føroya ella flyta av landinum. So tað er eingin ivi um, at ein bú­skaparvøkstur við harav fylgjandi arbeiði er avgerandi fyri, antin fólk velja at flyta heim, sigur Sigurð Poulsen. Hetta er tó ikki einasta orsøkin til, at fólk ikki flyta heim. – Fólk krevja meira í dag. Tey vilja hava, at børnini skulu hava okkurt at fara til, í frí­tíðini, tey vilja hava okk­urt í skúlanum, tey vilja hava frítíðarvirksemi um­ framt annað. Tað eru treytir, ið vit mugu bjóða fyri at fólk skulu koma aftur. Men fyrst og fremst arbeiði og bú­ skapar­vøkstur, sigur Sigurð Poulsen. Eisini finst ein annar trupul­leiki, og tað er vaksandi tal­ið av pensjónistum. – Vit mugu fáa produktivi­ tetsvøkstur í búskapin. Vit mugu gera íløgur tann vegin, og megna vit tað, møta vit eis­ini avbjóðingini, at vit kunnu nýta pengar, tá vit ger­ast eldri, sigur Sigurð Poulsen. Hann vísir á, at út­rokn­ ingar vísa, at talið av eldri fer at vaksa frá 7.000 í dag heilt upp í 12.000 um 20 ár. Nógvar lønir uttanlands 850 milliónir krónur komu inn í føroyska búskapin við løn­um í 2011 og roknað verður við, at talið kemur upp á 900 milli­ónir krónur í fjør. – Tað er eitt positivt eyð­ kenni fyri føroyskan búskap, at vit eiga fakbólkar, ið hava slíkar førleikar, sum eru so nógv eftirspurdir. Tað er í sær sjálvum eitt pluss. Tað átti eisini at verið gott fyri før­oyskt vinnulív, men tað vís­ir seg, at føroyskt vinnulív ikki megnar at kappast um hesa arbeiðsmegina, sigur Sigurð Poulsen. Hetta er eisini orsøkin til, at lønirnar uttanlands eru øktar úr 300 milliónum krón­ um í 2004 upp í 850 milliónir í 2011. – Har noyðast vit at gera nakað. Tað er heilt í lagi, at før­oyingar arbeiða uttan­ lands, men so mugu vit fáa aðra ar­beiðsmegi at koma hend­an vegin, sigur Sigurð Poulsen. Ein annar háttur hvði verið at økt um tilfeingisgjaldið við 300 milliónum, sum so aftur kundi verið brúkt í skatta­ lætt­um. – Vit hava hugt nakað eft­ ir yvirlitstølum, hvussu stór­ ur almenni geirin er í mun til grannalondini, sum vit kapp­ ast við. Og almenna nýtslan er stór í Føroyum í mun til tey londini. Danir gjalda ein part av hesum, og tað, sum er eftir hjá okkum at útvega, er ikki meir enn londini rundan um okkum skulu útvega, sig­ ur Sigurð Poulsen. Hetta merkir, at støddin av almenna geiranum er ikki ein orsøk til, at vit ikki kunnu kappast. Uppsjóvarvinnan Tað er tí neyðugt at finna eina aðra grund. – Har sammeta vit so inn­tøkugrundarlagið hjá al­ mennu Føroyum við granna­ londini, krevja tey inntøkur aðrar vegir, hava hærgi gjald. Tóku vit meira inn í til­feingisgjaldi, kundu vit lækka inntøkuskattin heilt mun­andi, og harvið gjørst kapp­ingarfør, sigur Sigurð Poulsen. Um hetta hevði verið gald­ andi fyri bæði føroyingar og útlendingar, hevði tað skapt eitt gott grundarlag fyri bú­ skaparvøkstri. Høvuðsorsøkin til, at fram­gongd hevur verið í bú­ skap­inum seinastu trý árini er uppsjóvarvinnan. – Høvdu vit ikki havt tað, hevði støðan verið munandi verri, enn hon er í dag, sigur Sigurð Poulsen, sum frá fyrsta apríl verður stjóri á Hag­stovuni. leo@sosialurin.fo Sum flestum kunnugt verður Landsbankin søga frá 1. apríl at meta, og tí er várfrágreiðingin hjá Landsbankanum eisini hin seinasta í røðini. Og sigast má, at hon ikki er so døpur, sum onkuntíð Sigurð Poulsen hevur hildið sín seinasta tíðindafund sum stjóri á Landsbankanum Myndir: Álvur Haraldsen Tað er positivt fyri føroyskan búskap, at vit eiga fakbólkar, ið hava slíkar førleikar, sum eru so nógv eftirspurdir