týsdagur 19. mars 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit vilja hava umrøðu, og
fyri okkum hevur umrøða
meira at siga enn pengar.
Tað sigur Petur Elias
Petersen, forseti í Ítróttar
sambandi Føroya, sum nú
er komin í ta støðu, at hann
betalir pengar fyri at selja
sína vøru.
Vøran er í hesum føri
ítrótturin. Serliga eru tað
stóru ítróttarhendingarnar,
so sum steypa- og FM-finalur
hjá ymsu ítróttargreinunum.
Avtalan millum Kring
varpið og ÍSF, sum Sosi-al
urin hevur fingið innlit í, er
undirskrivað 7. februar. Tveir
dagar áðrenn steypafinalur
nar í hondbólti hjá kvinnum
og monnum.
- Fyri framman stóðu
nakrar finalur, sum vit vildu
hava í sjónvarpið, og havandi
í huga vánaligu fíggjarstøðu
na hjá Kringvarpinum valdu
vit at gera hesa avtalu, sum
er galdandi fyri 2013, sigur
Petur Elias Petersen.
ÍSF-forsetin
sigur
seg
hava fingið at vita frá Kring
varpinum, at pengar neyvan
vóru til tað stóra av ítrótti í
sjónvarpinum í ár.
- So út frá eini heildar
meting valdu vit at gera hesa
seravtaluna fyri í ár, leggur
Petur Elias Petersen afturat.
Upprunaliga
fekk
ÍSF
300.000
krónur
afturfyri
rættindini
til
føroyskan
ítrótt. Tað merkti, at Kring
varpið rindaði ítróttinum
300.000 krónur afturfyri øll
loyvi at senda frá ítrótti. Fyri
nøkrum árum síðani vórðu
hesar
300.000
krónurnar
konverteraðar til senditíð
í sjónvarpinum, hetta sum
ein avleiðing av fíggjarligu
støðuni í Kringvarpinum.
Seinni er líknandi avtala
gjørd við aðrar miðlar, eitt nú
Rás2, sum í staðin fyri at gjal
da fyri rættindi bindir seg til
at dekka ítróttin.
Nú fara ÍSF og KvF eitt
stig víðari.
Afturat teimum 300.000
krónunum, sum sjónvarpið
longu hevur bundið seg at
senda ítrótt fyri, er ein ”ser
lig avtala” gjørd fyri 2013.
Avtalan
er
verd
120.000
krónur, sum ÍSF rindar bein
leiðis til Kringvarpið. Í av
taluni stendur beinleiðis,
at ”ÍSF er sinnað at veita
KvF fíggjarligan stuðul til
ítróttin í ár.” Afturfyri bind
ur Kringvarpið seg til at
”hava eins nógvar ella fleiri
3-2 sendingar á skránni í 2013
í mun til í fjør.” Sambært
avtaluni skal Kringvarpið
senda rokning hvønn mán
aða. Eisini hevur Kringvarp
ið í avtaluni bundið seg til ”at
umrøða deildir, ið hava spon
sornøvn, við heitinum tær
veruliga hava. Ikki fremsta,
besta o.s.fr.” sum tað er orðað
í avtaluni.
Góða vøran
Hóast Ítróttarsambandið nú
er farið somikið langt sum at
gjalda pengar heldur enn at
krevja pengar fyri sína vøru,
ítróttin, so heldur ÍSF-forset
in framvegis, at hann hevur
eina góða vøru at selja:
- Jú, ítrótturin er ein góð
vøra, tvíheldur Petur Elias
Petersen.
Hví so ikki fáa pengar
fyri vøruna, heldur enn lata
pengar afturfyri?
- Tað var ein heildarmet
ing, tí vit vilja hava umrøðu.
Vit vilja hava meira enn bara
stóru finalurnar.
Var ÍSF trýst til at skriva
undir avtaluna, bara tveir
dagar
áðrenn
steypa
finalunar í hondbólti?
- Eg vil ikki siga tað so fýr
kantað. Tað var partvís til
vild, sigur Petur Elias Peter
sen.
Heldur ikki Dia Midjord
fæst at útgreina, hvønn týdn
ing stóru finaludagarnir í
februar høvdu fyri avtaluna.
- Eg hevði biðið um at fáa
eina avtalu, áðrenn vit fóru
at senda frá fyrsta stóra
ítróttartiltakinum í ár, sigur
Dia Midjord.
Hevði
sjónvarpið
sent
hondbóltsfinalurnar
uttan
hesa serligu avtaluna við ÍSF?
- Tað veit eg ikki, svarar
Dia Midjord.
Finalurnar hava týdning
í hesum sambandi, tí í teim
um 300.000 krónunum til
rættindi, sum ÍSF síðstu ár
ini hevur konverterað til
senditíð, hevur Kringvarpið
bundið seg til at senda frá
eitt nú hondbóltsfinalum.
Men tann avtalan fór úr gil
di á nýggjárinum, og sam
stundis stóð hóttanin frá
Kringvarpinum um heilt ella
partvís at lata vera við at
senda 3-2 í ár.
Ein hóttan, ið sambært
Dia Midjord hevur rótfesti í
Kringvarpsstýrinum:
- Eg havi fingið at vita frá
Stýrinum, at tær tryggu inn
tøkurnar hjá stovninum, so
sum kringvarpsgjaldið, skulu
ikki brúkast til ítróttin. Har
eru ikki pengar til at raðfesta
ítróttin, sigur Dia Midjord,
sum tí leitaði sær onnur mið
eftir pengum.
Fjaldi sponsorurin
Úrslitið gjørdist sum nevnt,
at Ítróttarsambandið veitti
Kringvarpinum fíggjarligan
stuðul til at framleiða 3-2 í
sjónvarpinum. Kortini fær
hyggjarin, sambært Dia Mid
jord, hetta ikki at vita:
- Nei, tað fortelja vit ikki.
Hví?
- Vit senda bara. Uttan
hesa avtalu høvdu vit bara
sent færri sendingar, sent
eftir førimuni
Í seravtaluni hevur tú
bundið teg til líka nógvar ella
fleiri 3-2 sendingar. Er talan
tá ikki um eina sponsoreraða
sending?
- Jú jú, tað kanst tú kans
ka siga.
Eigur hyggjarin ikki at fáa
tað at vita?
- Nei.
Hví?
- Sendingin er bara har.
Avtalan er bara fyri í ár.
Nærri einum svari koma
vit ikki. Eftir stendur tó, at
Kringvarpið í vetur tók 3-2
av skránni. Stovnurin hevur
boðað frá, at fíggjarlig orka
er ikki til at framleiða 3-2 í ár.
Ítróttarsambandið er komið
við 120.000 krónum í fíggjar
ligum stuðli. Og Kringvarpið
hevur afturfyri bundið seg
til ”at hava eins nógvar ella
fleiri 3-2 sendingar á skránni
í 2013 í mun til í fjør.”
Petur Elias Petersen dylir
í sínum lagi ikki fyri, at ÍSF
vildi hava ítrótt í sjónvarpi
num alt árið.
-
Vit
vildu
hava
alt
kalendaraárið 2013 dekkað,
sigur Petur Elias Petersen.
Fyri at tryggja, at Kring
varpið
nú
eisini
brúkar
pengarnar til ítrótt í sjón
varpinum, skal KvF senda
eina rokning hvønn mánað.
Leisturin verður beinleiðis
brúktur sum argument fyri,
at ÍSF nú eisini fær nakað
fyri sínar pengar:
- Eg gangi út frá, at rokn
ingin útgreinar, hvat tað er,
vit gjalda fyri, sigur Petur
Elias Petersen.
Heftni
Eftir
seinastu
bygnaðar
broytingar í Kringvarpinum
er ítrótturin aftur lagdur
afturat tíðindunum.
- Ja, í løtuni er 3-2 undir
Aktuelt, sigur Dia Midjord
eitt sindur trilvandi, og legg
ur síðani afturat:
- Ítrótturin er eitt sindur
av einum ”bastardi” í nýggja
bygnaðinum. Hann er ikki
heilt komin uppá pláss enn.
Aktuelt er gamla Tíðinda
deildin, sum nú eisini fevnir
um gomlu Dokumentardeild
ina og partar av gomlu Pro
gramdeildini.
Kortini sær kringvarps
stjórin ongan trupulleika í, at
ein sponsorur kemur so tætt
upp at tíðindunum:
- Nei, her er eingin trupul
leiki. Tíðindini verða ikki
stuðlað av nøkrum, sigur Dia
Midjord avgjørdur.
Í seinasta spariumfari
varð Dagur & Vika mána
kvøld skorin burtur. Seinni
kom sendingin tó aftur, men
í munandi skerdari útgávu.
Stjórin hevur ikki stórvegis
viðmerkingar til, at hann nú
hevur bundið seg til at senda
3-2 alt árið í ár, samstundis
sum hann at kalla ikki hevur
ráð at senda sjónvarpstíðindi
mánakvøld.
- Eg veit ikki. Tað er so
nógv, sum eg kundi ynskt
mær. Men her eru ikki fleiri
pengar, sigur Dia Midjord.
jonbrian@sos.fo
ÍSF keypt 3-2 í sjónvarpinum
Ein serlig avtala millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya bindur sjónvarpið til at senda
líka nógvan ítrótt í ár sum í fjør. - Vit vilja hava umrøðu, sigur ÍSF-forsetin, sum kemur við
pengunum til kringvarpsstjóran, sum ikki ætlar at fortelja hyggjarunum, hvør betalir
FAKTA
Kringvarpið bindur seg at hava eins nógvar ella fleiri 3-2
sendingar á skránni í 2013 í mun til í fjør. Í høvuðsheitum
verður 3-2 sendingin á skránni frá 11. februar til 24. juni.
Tá ver KvF í summardvala, og 3-2 kemur aftur á skránna
um 20. august og er fram til hálvan desember.
KvF hevur sum ætlanaryvirlýsing í ítróttarsendingum at
umrøða deildir, ið hava sponsornøvn, við heitinum, tær
veruliga hava. Ikki fremsta, besta o.s.fr.
Avtalað er eisini, at KvF í samstarvi við sersambondini
kann fara út eftir teimum lýsarum, sum annars eru
høvuðssponsorar hjá sersambondunum. Hetta er tó bert
galdandi, um sersambandið loyvir hesum. ÍSF ger yvirlit til
KvF, hvørjir høvuðsstuðlarnir eru. ÍSF leggur seg ikki útí,
hvussu KvF annars fíggjar sínar live ítróttarsendingar, tó
skal KvF ikki fara eftir fyritøkum, ið beinleiðis eru í kapping
við høvuðsstuðlarnar.
-brot úr avtaluni millum Kringvarpið og Ítróttarsamband Føroya
Annar manglar
pengar og hin manglar
umrøðu. Tí gjørdu Dia
Midjord og Petur Elias
Petersen eina avtalu