týsdagur 19. mars 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Hetta er pínligt og tað setir
Sambandsflokkin í ringt ljós.
Tað staðfestir Edmund
Joensen,
fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin.
Á
landsfundinum
hjá
Sambandsflokkinum
um
vikuskiftið, nýtti hann høvi
til at skjóta eina breiðsíðu
eftir førda politikkinum hjá
Sambandsflokkinum – og
serliga nýtti hann høvi til at
geva formanni floksins, Kaj
Leo Holm Johannesen, sum
eisini er løgmaður, eitt spark.
- Fyri at siga, sum er, kun
di politiska handalagið verið
betri, sigur hann.
Tað,
fólkatingsmaður
in sipar til, eru miseydnaðu
samráðingarnar um at hæk
ka ríkisveitingina runt rokn
að 150 milliónir krónur.
Síðani 2002 er danska
ríkisveitingin til Føroya ikki
prístalsviðgjørd. Hevði hon
verið tað, hevði hon verið
runt roknað 150 milliónir
hægri í dag, enn hon er.
Hendan samgongan setti
sær fyri at ríkisveitingin
skuldi dagførast aftur og at
hon sostatt skuldi hækkast
150 milliónir.
Tað vísti danska stjørnin
frá sær og síðani hevur sam
gongan ásannað ósigurin í
hesum føri og hevur slept
ætlanini um nýggjar sam
ráðingar.
Men tað hevur fólkatings
maðurin hjá flokkinum ikki
- Kravið um, at ríkisveit
ingin skal upp á dagsvirðið,
er rætt og rímiligt, segði
Edmund Joensen á lands
fundinum hjá flokkinum
leygardagin.
Hann segði, at hann minti
áhaldandi donsku stjørnina
á halda sínar fíggjarligu
skyldur í Føroyum.
Vánaligt handalag
Hinvegin heldur Edmund
Joensen, at tað er vánaligt
politiskt handalag hjá for
manni floksins, sum hevur
elvt til, at onki er komið burt
ur úr.
Ríkisveitingin kundi langt
síðani verið komin upp aftur
á dagsvirðið, tí tað hava vit
havt nógvar møguleikar til.
- Tí stúri eg fyri, at hjá
almenninginum fer Sam
bandsflokkurin at standa
sum tapari í hesum máli.
- Og tað fer at kosta flokki
num, legði hann afturat.
Hann skuldsetir eisini
Fólkaflokkin at blokera fyri
samráðingunum um ríkis
veitingina og fyri at brúka
hetta sum jarnbrot í sam
gonguni fyri at fremja egin
mál.
Edmund Joensen vildi
hava at vita, hví Sambands
flokkurin finnur seg í slíkum.
- Hetta er ómetaliga pín
ligt og setir Sambandsflokkin
í ringt ljós og skaðar umdøm
ið floksins, sigur Edmund
Joensen.
Ein marra
Men Edmund Joensen finst
eisini hvassliga at ólavsøku
røðuni hjá løgmanni, har
hann segði seg droyma um
ein ríkjafelagsskap við trim
um sjálvstøðugum londum.
-
Dreymurin
um
ein
ríkjafelagsskap er blivin ein
marra fyri Sambandsflokkin,
staðfesti Edmund Joensen.
Hann sigur, at á Fólkatingi
verður
spurnartekin
sett
við, um Sambandsflokkurin
framvegis er ein Sambands
flokkur.
- Flokkurin hevur mist
trúvirðið,
sigur
Edmund
Joensen.
aki@sos.fo
Áki Bertholdsen
- Tað nyttar einki at peika
eftir hvørjum øðrum.
Tað sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, formaður Sam
bandsfloksins.
Hann er ikki samdur í
atfinningunum, hann fekk
frá hjá Edmund Joensen,
fólkatingsmanni, á lands
fundinum leygardagin.
- At peika eftir hvørjum
øðrum, førir onga leið, so
eg fari ikki at peika eftir
Edmund Joensen, sigur for
maðurin í Sambandsflokki
num.
Onki forstáilsi
Kaj Leo Holm Johannesen
førir fram, at tað varð ein
roynd gjørd at hækka ríkis
veitingina, soleiðis, sum Ed
mund Joensen sipar til.
Men politisku flokkarnir
í Danmark høvdu avgjørt
onki forsáilsi fyri hesum og
allir flokkar vístu málið frá
sær.
- Eisini Vinstriflokkurin,
sum Edmund Joensen sam
starvar við og sum er bróð
urflokkur
Sambandsflok
sins í Danmark, vísti málið
frá sær.
Kaj Leo Holm Johanne
sen sigur, at sostatt var
ongin ongin møguleiki fyri
at røkka á mál við hesum
samráðingunum.
Og hann kennir onki til
tað áhaldandi stríðið, Ed
mund Joensen sigur seg
hava við donsku stjórnina
um at fáa ríkisveitingina
upp.
Ikki aftur
Av tí, at donsku flokkarnir
hava víst málinum so staði
liga frá sær, fer samgongan
ikki at gera eina roynd
afturat.
- Tað hava vit ongar
ætlanir um, tí tað er veru
leikafjart.
- Skulu vit yvirhøvur
gera okkum vónir um at
koma á mál, ber í fyrsta lagi
til at taka málið upp aftur
eftir eitt fólkatingsval í eini
vón um, at politiska vælvilj
in í Danmark verður betri
tá.
Løgmaður vísir eisini
staðiliga aftur, at Fólka
flokkurin hevur blokerað
málið í samgonguni.
Hann vísir kortini á, at
tað hevur eydnast at fáa
ríkisveitingina prístalsvið
gjørda aftur og sostatt fer
hon at vera einar 50 millión
ir hægri, tá ið hetta valskeið
ið er av, enn hon hevði verið
við ongari prístalsviðgerð.
Edmund sparkar
eftir formanninum
PÍNLIGT Hetta er pínligt fyri Sambandsflokkin,
sigur Edmund Joensen fólkatingslimur, um
sín egna flokk og sín egna floksformann
Nyttar onki at peika eftir hvørjum øðrum
LÍTA FRAMEFTIR Kaj Leo Holm Johannesen, sigur at tað førir onga leið at peika eftir hvørjum øðrum
Mist Trúvirðið
Sambandsflokkurin hevur mist trúvirðið, sigur
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum her er
avmyndaður á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum
leygardagin. Høgrumegin hann situr Jústinus
Ejdesgaard og vinstrumegin, Bárður Nielsen
Flóvisligt at
vera Sam
bandsmaður
- Tað eru løtur, har eg havi
verið beinleiðis flóvur av
flokkinum.
Tað fingu sambands
fólk at vita frá Jústunus
Ejdesgaard, sum var val
evni fyri flokkin á sein
asta løgtingsvali.
Eitt mál, hann vísti til,
var samtyktin í Løgtingi
num um at broyta lógina
um byggisamtyktir
- Har gekk Sambands
flokkurin á odda at trumfa
eina undantakslóg í gjøg
num, sum hóttir rættar
trygdina hjá tí einstaka
borgaranum, fyri at hjálpa
einum borgarstjóra á Tvør
oyri, ið ikki dugir at hand
fara tað, hann er settur til,
segði hann.
Hann er ikki ímóti
Varðanum á Tvøroyri, men
ístaðin fyri at gera serlóg,
var bara at brúka vit og
skil.
Jústinus
Ejdesgaard
heldur eisini, at tað er tor
ført at verja Sambands
flokkin, “nú hann er vorðin
so høgravendur, at hann
hevur
yvirhálað
fólka
flokkin høgru megin”, sum
hann málbar seg.
Í hesum sambandi sip
aði hann til flatskatturin,
sum hann sigur, vendir
sosialt skeivt.
- Sambandsflokkurin er
ikki ein borgarligur flokk
um, men ein sosialliberal
istiskur flokkur og tað eig
ur hann at halda fast um.
- Og eg havi verið bein
leiðis flóvur av, hvussu
Sambandsflokkurin,
við
evstu ábyrgd av Mentan
argrunninum sjálvur hev
ur minkað játtanina til
hendan grunn og harvið
heilt óneyðugt hevur fing
ið mentafólk upp á nakkan,
segði Jústinus Ejdesgaard.