týsdagur 19. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hervið verður projektering av nýggju Nólsoyarferju boðin út. Freistir v.m. er at finna í
útbjóðingartilfarinum, ið er at finna á heimasíðuni www.ssl.fo
Útbjóðing: Projektering Nólsoyarferja
GIS-fólk til Umhvørvisstovuna
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Søkt verður eftir GIS-fólki til Umhvørvis-
stovuna at taka sær av menningini av eini
lendislýsingarskipan.
Umhvørvisstovan leggur stóran dent á
eitt gott og vælvirkandi dátugrundarlag,
og vil nú menna virkisøkið enn meira.
Vit bjóða
Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við
góðum trivnaði og góðum samstarvi millum
fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi
starv á einum stovni við sera fjølbroyttum
uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at
menna tínar førleikar.
Tú skalt samskipa GIS-arbeiðið og menna
GIS-skráir innan virkisøkini hjá stovninum.
Tú verður við at verkseta ætlanir innan digi-
talisering, harundir integratión av GIS við
aðrar fakskipanir. Her verður ein av uppgáv-
unum at menna eina føroyska lendisplan-
skrá, ið skal innihalda allar galdandi byggi-
samtyktir, umframt aðrar upplýsingar. Tú
fert at arbeiða við dátugrunnum, eins og at
gera applikatiónir, sum skulu stuðla digital-
um arbeiðsgongdum. Harafturat skalt tú
upplæra og vegleiða starvsfelagar tínar í
nýtsluni av GIS-skipanunum.
Vit vænta
Vit sóknast eftir einum fólki við áræði, góð-
um samstarvseginleikum og framfýsni at
náa settum málum. Tú sært nýggjar og
skiftandi arbeiðsuppgávur sum eina spenn-
andi avbjóðing, dugir væl at samstarva og
samskifta við onnur í skrift og talu, og tú
arbeiðir sjálvstøðugt og røkkur teimum
málum, sum tú setur tær. Tú skalt vera út-
búgvin landmátari, landafrøðingur, arkitekt-
ur, KT-frøðingur ella hava aðra líknandi út-
búgving. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur
relevantar arbeiðsroyndir við GIS-arbeiði og
kunnleika til digital infrakervi.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir ella til: us@us.fo
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 15. apríl 2013.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Petur Nielsen á telefon 342424 ella
við telduposti til peturn@us.fo.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendismálaráðn-
um, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og
Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing, Landsfólka-
yvirlit og Útlendingastova. Umhvørvisstovan virkar
fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vist-
skipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar
staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul- og
verndarfyrisiting, samskipar kort og skrásetingar,
veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins.
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Eg bindi meg
hervið til at
halda:
■ Sosialin ein ársfjórðing fyri kr. 380,-
■ Vikuskiftisblaðið ein ársfj. fyri kr. 300,-
■ Virkishald ein ársfjórðing fyri kr. 550,-
Tel. 341800, Tórsgøta 1, Boks 76, FO-110 Tórshavn
...ella send mail til bokhald@sosialurin.fo
NavN:
Bústaður:
tel:
teldupostur:
Góðir vinningar verða
burturlutaðir hvønn mánað
Kappingin er bæði fyri nýggjar og verandi
haldarar. Um so er at tú ikki ert haldari,
kanst tú fylla lepan út niðast á siðuni
og senda hann inn til Sosialin.
Vinnarin seinast:
Hjalmar Hansen, Rituvík
mars
smyril Line
FamiljuFeRð Við NoRRøNu
Fyri 2 vaksin og 2 børn
Haldara
kapping