fríggjadagur 22. mars 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sjúrður skaale
Tíðargrein síða 15
Lívið
uttan fyri
ES vanda
mikið
Theodor e. d. olsen
eygamálið síða 14
Gyltu
pálmarnir
Kreativiteturin hjá Kringvarpi Før
oya at vinna sær pengar tykist al
samt meira fjølbroyttur. Vit hava
fyrr víst á, hvussu Kringvarpið
alt meira er vorðið eitt poppradio,
soleiðis at ilt er at skyna ímillum
skjóta live-radio hjá Rás2 og al
menna public service skattafíggjaða
Kringvarp Føroya.
Mikudagin kundi Sosialurin av
dúka, at ÍSF hevur keypt sær part av
tíðindasending í Kringvarpinum við
tað, at Kringvarpið móti gjaldi frá
Ítróttarsambandinum bindur seg til
at senda ítróttartíðindasendingina
3-2 mánakvøld, samstundis sum tíð
indaparturin í Degi og Viku verður
tilsvarandi niðurlaðaður.
Tá Sosialurin fyri hálvumsætta
árum síðani keypti Rás2 var ætl
anin at gera eitt alternativt radio
til Útvarpið. Rás2 skuldi vera live
og livandi, hava tætt samband við
lurtararnar umvegis telefon og sms,
hava kappingar við stórum og smá
um vinningum, vertirnir skuldu
hava lættan og óformligan tóna, og
rásin skuldi spæla nógvan popp
tónleik. Hetta eru aðaltættir í typ
iskum kommersiellum poppradio,
og ein slík rás manglaði í føroyska
miðlalandslagnum at vera alterna
tiv til útvarpið.
Men soleiðis er støðan ikki í dag.
Skal Rás2 vera alternativ til Kring
varpið, so má Rás2 leggja á annan
bógv. Tí so má lítla privata rásin
fara at framleiða typiskt public
service tilfar, so sum aktualitets - og
bakgrundstilfar, perspektiviserandi
sendingar, smalar tónleikasending
ar, ungdómssendingar og mentan
arsendingar.
Kommersialiseringin av Kring
varpinum er alt meira eyðsýnd.
Hóast Dia Midjord, kringvarpsstjóri
ikki ætlaði at fortelja Føroya fólki,
at ítróttartíðindini eru seld til ÍSF,
sum ræður, hvussu Kringvarp
ið orðar seg um ítróttin, og hvør
sleppur at lýsa, so hava deildarleið
arar hjá honum fyrr víst á, at ávísar
sendingar ikki kundu setast á skrá,
fyrr enn sponsorarnir hava góðkent
innihaldið.
Vit vóna bara, at Bjørnin í Menta
málaráðnum skjótt vaknar.
Nú er staðfest, at ein floksfor
maður kann keypa sær tíð í nýggj
árssending, at ÍSF kann keypa sær
ítróttartíðindasendingar í eitt heilt
ár, og at aðrir sponsorar eru við til
at leggja skránna.
Hetta máar trúvirði undan
stovninum, samstundis sum kapp
ingin við privatu miðlarnar skeiv
klast.
Okkum hevði dámt best, at
Kringvarpið helt seg til allar tær
mongu milliónirnar, sum stovnurin
krevur inn í skatti á hvørjum ári –
og at privatu fjølmiðlarnir fingu
frið til sítt virksemi.
Keyp tær senditíð í kvf
Tað var tann 18. februar í fjør, at
aðalstjórin í Vinnumálaráðnum
var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Tað førdi við sær, at løgmaður 9.
mars gjørdi av, at aðalstjórin fór
frá sum aðalstjóri, men tók við
øðrum starvi við lægri tign og
løn í ráðnum. Samstundis setti
løgmaður Gunnleyg Árnafjall
sum fyribils aðalstjóra.
24. oktober 2012 setti løg
maður Bjørgfríð Ludvík sum
nýggjan aðalstjóra í Vinnu
málaráðnum. Hon fór úr starvi
sum fyrisitingarstjóri hjá Tórs
havnar kommunu.
Tann 24. januar boðar Tórs
havnar kommun frá, at Ingunn
Eiriksdóttir er sett í starv, sum
nýggjur fyrisitingarstjóri. Hon
fer úr starvi sum stjóri í Dátu
eftirlitinum.
Á
grækarismessu
boðar
Vinnumálaráðið
frá, at Eyðhild Skaalum,
løgfrøðingur, er sett í starv
sum stjóri á Dátueftirliti
num. Hon tekur við 15.
apríl.
Hon fer úr starvi sum løg
frøðingur hjá Ríkisumboðnum
og er annars nevndarllimur
í Fíggingargrunninum og í
nevndini fyri Føroya Tele.
Ein kenning førdi til at tríggjar
kvinnur fingu stjórastørv
Í útvarpstaluni á Lindini sunn
udagin hoyrdu vit Jenis av
Rana, lækna, løgtingsmann
og prædikumann. Hann byrj
aði taluna við at staðfesta, at
Lindin í gjár fylti fimm ár, og
at hetta – altso
sunnudagin
17. mars – var
fyrsti
dagur
in hjá Lindini
í sætta ári
num.
Sam
stundis stað
festi hann,
at Lindin
fór ikki at
fylla
10
ár.
– Eg veit ikki, um eg hevði
sagt tað sama fyri fimm árum
síðani, sum eg sigi í dag. Eg
trúgvi ikki. Nei, eg eri sannførd
ur um, at eg ikki hevði sagt tað.
Tað sum eg ætlaði at siga er, at
eg vænti ikki, at Lindin blívur
10 ár. Ikki tí at eg ikki vænti,
at menniskju megna at koyra
Lindina víðari. Tvørturímóti.
Men eg eri nokso sannførdur
um, at Jesus verður skjótur aft
ur. Eg hevði ikki sagt tað fyri
fimm árum síðani, men í dag
kenni eg tað á mær, tá eg hyggi
rundanum, tá eg síggi, hvat
hendir og sammeti við, hvat
Bíblian tosar um.
Lindin sendi fyrstu ferð 21.
januar í 2000. Tað vil siga, at
boðskapurin hjá Jenis av Rana
er átta ára gamla. Talan er um
ein endursenda røðu frá 22.
januar 2005.
Spurningurin er so, um Jenis
hevur skift meining um Jesu
afturkomu – ella hon er útsett.
Í hesum døgum situr Jenis av
Rana og leggur fíggjarkarmar
fram til 2018 – altso meira enn
13 ár eftir Jesu afturkomu.
– Vónandi eru betur skil í
politisku dispositiónunum hjá
Miðflokkinum,
enn
journa
listisku dispositiónunum hjá
Lindini, tá man endursendur
deyðadømdar dómadagsteori
ir...
Jesus kom ikki kortini
– Tað er ein spennandi av
bjóðing. Talan er jú um
arbeiðsgevarafelagið
hjá
okkara høvuðsvinnu, sigur
51 ára gamli Herálvur Joen
sen, sum er settur í starv
sum stjóri í Føroya Reið
arafelag.
Herálvur
Joensen
er
útbúgvin
løgfrøðingur
og kemur úr starvi sum
deildarstjóri á uttanríkis
deildini á Løgmansskriv
stovuni. Herálvur Joensen
var eisini fyrsti aðalstjórin
á Oljumálaráðnum, sum
stóð fyri fyrstu útbjóð
ingarrundu eftir olju á
føroyska landgrunninum.
Seinni
hevur
Herálvur
Joensen verið aðalstjóri í
Fiskimálaráðnum, til hann
í 2006 bleiv sendimaður í
Keypmannahavn.
Síðani
2011 hevur
Herálvur Joensen ver
ið deildarstjóri á uttan
ríkisdeildini á Løgmans
skrivstovuni.
Hann er spentur til
nýggju avbjóðingina.
– Innanhýsis ósemjurnar
í Reiðarafelagnum í sein
astuni gera kanska bara
uppgávuna
enn
meira
spennandi fyri ein persón
við
diplomatiskari
bak
grund, sigur Herálvur Joen
sen brosandi.
– Tað er sjálvsagt, at
ymsu skipabólkarnir hava
ymisk áhugamál. Men fe
lagið er í góðum standi og
væl fyri, og eg ivist ikki í,
at vit fara at finna felags
stev.
Herálvur Joensen sigur
seg framvegis vera svang
an eftir at læra nakað nýtt,
sjálvt eftir 19 árum í leið
andi størvum.
– Eg havi higartil bara
starvast innan tað almenna,
á rímuliga tryggari grund.
Men hetta er nakað annað,
ein avbjóðing, ið eg gleði
meg til.
Herálvur Joensen tekur
við stjórastarvinum í Reið
arafelagnum 1. mai.
Diplomatur skal
stýra reiðarum
Kommersialiseringin av Kring
varpinum er alt meira eyðsýndur