Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Edmund Joensen hevur ver­ið tætt knýttur at verk­ ætlan­ini SALT líka síðani tank­ar­nir um mentanarliga verk­æt­lan­in sá dagsins ljós á fyrsta sinni. - Eg havi verið nógv tengd­ ur at SALT, og serliga havi eg stríðst fyri at fáa útvegað fígg­ing til verkætlanina, sig­ ur Edmund Joensen. Av tí sama er hann vorðin út­nevnd­ur sum good-will am­bassa­dør­ur fyri SALT. - Hetta merkir, at eg skal síggja aðrar møguleikar í verk­ætlan­ini, og í tí sam­ban­ di verður serliga hugsað um cruise-vinnuna, sigur Ed­ mund Joensen. Tað koma sum er nógv cruise-skip til Føroya, og av­ bjóð­ing­in er so at fáa skipini at vitja í Suðuroynni. - Í hesum sambandi verður eitt fólk sett á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólka­tingi, sum skal kanna møgu­leik­ar­nar, ikki bert á Tvøroyri, men í allari Suður­ oyn­ni fyri, at fáa cruise-skip hand­an vegin, sigur Edmund Joen­sen. Tað verður 32 ára gamla Mar­in Helena Hentze, sum sjálv er vágbingur, ið skal standa fyri hesum ar­beiði­ num. - Hon er sum skradd­ar­a­ seymað til hesa uppgávuna. Hon lesur í løtuni »globale studi­er« á Ålborg Universiteti í Keyp­mannahavn, og skal nýta kanningina sum spesia­ li, sig­ur Edmund Joensen. Upplivingarvinna Hetta merkir, at kannast skal, hvussu aðri býir og onn­ur lond handfara hesa vinnu­n­a. - Skulu vit undir hesa vinnu­na, mugu vit vita, hvus­ su arbeitt verður aðrastaðni. Hetta kundi skapt eitt grund­ ar­lag undir nýggjum inn­tøk­ um í Suðuroy, sigur Edmund Joen­sen. Og tað er serliga í sa­m­ban­ di við SALT verk­ætlan­ina, at hetta stig verður tikið. - Tað er jú ein stór kai framm­an fyri SALT bygn­ ingi­num, og tað kundi ver­ið upp­lagt at skipa fyri mentan­ ar­lig­um upplivingum í sam­ ban­di við SALT verk­ætlan­ ina, sigur Edmund Joensen. Hann vísir á, at føroyingar fáa lutfalsliga lítið burtur úr teimum mongu cruise- skipunum, sum koma hendan vegin. - Tað er stórur mun­ur á, hvus­su nógv meira norð­ menn og danir fáa burt­ur úr teim­um cruise-skip­um, sum koma í norskar og dansk­ ar havn­ir, og vit eiga at fáa meiri burt­ur úr hes­um skip­ um eisini, sigur Ed­mund Joen­sen. Verkætlanin SALT hevur ann­ars fingið eitt skot fyri bógvin, tá nevndin sá seg noyd­d­a av avlýsa lisi­ta­tión­ ina herfyri. - Tað hevur víst seg neyð­ ugt at endurskoða verk­ ætlan­ina, og byggja í teir­ri hós­ki­ligu stødd, ið peng­ar­nir røkka til. Men eitt er vist: Verk­æt­lan­in SALT verður veru­leiki, sigur Ed­mund Jo­ en­sen, fólka­tings­lim­ur fyri Sam­bands­flokkin. Leo Poulsen Mikudagin var eitt mál - ella rættari tvey - fyri í Eystara Landsrætti, sum hesa vikuna hevur verið í Før­oy­ um. Bæði málini snúgva seg um servituttir, sum Tórs­ havn­ar kommuna hevur felt inn í sáttmálar av leigu­ trøð­um, sum seinni eru keypt­ar frá kommununi. Lógin stavar heilt afturi frá 1931, og ein av trupul­ leiku­num er, at onkur hevur av­talu við amtið frá undan hesari tíðini. At trøðin so er farin í arv seinni, metti verjin hjá teimum báðum monnu­num ikki broytti nak­að. Málið er fyrr roynt í Før­oya Rætti, og tá fekk kommun­an viðhald. Men mett hevur verið, at so mik­ ið av iva er í málinum, at vert er at royna tað í Eyst­ ara Landsrætti. Talan er jú eisini um rími­liga stórar upphæddir, út við eina millión í part, so tað skal ikki so nógv til, fyri at fara víðari við málinum. Bert fá vitnir vórðu førd í Eystara Landsrætti miku­ dagin. Christian Andreasen, ið var sakførari hjá teimum báð­um traðarmonnunum, førdi eitt vitni, og Johan Lam­hauge, ið var sakførari hjá Tórshavnar kommunu, før­di somuleiðis eitt vitni. Í báðum førum var talan um fínjusteringar av frá­ greið­ing, ið vórðu givnar í Før­oya Rætti, ið feldi dóm 21. desember 2011. Ymsar treytir Sambært øðrum traðar­ manni­num vóru ikki somu treyt­ir galdandi fyri trað­ir­ nar. - Bróður mín seldi part av sínari trøð um somu tíð sum eg í 2006, og meðan eg mátti gjalda fjórðingsgjald til kommunnuna, var hetta ikki galdandi fyri bróður mín, greiddi annar av trað­ ar­monnu­num frá. Hetta helt hann vera undar­ligt, tí báðir seldu til sama keypara - KJ Con­trac­ tors - um somu tíð. Hann fekk eisini eitt grundstykki frá­matrikul­ er­að, men tá rind­aði pápin ein­ki fjórð­ings­gjald. Fyrrverandi kom­mu­nu­ stjórin, Kjartan Kristiansen, var eisini kallaður inn og hann greiddi frá, at fyrst í 50-unum og kanska enn fyrr, gjørdist kommunan trek at lata leigutraðir og at sel­ja traðir. Christian Andreasen helt, at talan er um eina gráa sonu. Hartil er gald­ andi fyri ann­an av trað­ar­ mon­nu­num, at leigu­sát­t­ mál­in er undir­skriv­aður við amtið áðrenn lógin fyri kom­mu­nurnar kom í gildi í 1931. Hartil kemur, at nakrar av útstykkingunum als ikki eru seldar enn. Sakførarin vís­ti á, at eingin heimild finst í lógini frá 1931, at hein­ ta fjórðingsgjald inn, og har aftr­at kemur, at hetta bert var galdandi í 10 ár eftir, at trøð­in varð seld. Johan Lamhauge, ið er sak­førari hjá Tórshavnar kom­mu­nu, vísti á, at tað eru aðrar tíðir í dag, enn tað vóru í 1930-unum. Hann met­ti ongan iva vera um innihaldið í lógartekstinum, og at heimildin liggur í lóg­ ini. Málið fellur til dóms í seinasta lagi 17. apríl. Stríð um servituttar Tveir trøðeigarar hava stevnt Tórshavnar kommunu, tí teir meta ikki, at teir eiga at gjalda kommununi fjórðingspart av søluprísinum av teimum trøðum, teir hava átt Skal kanna cruise- møguleikarnar í Suðuroy Í heyst verður eitt fólk sett á fólkatingsskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum, hvørs endamál verður at kanna møguleikarnar fyri at fáa cruise skip til Suðuroyar í sambandi við verkætlanina SALT 32 ára gamla Mar­in Helena Hentze skal standa fyri ar­beiði­num