fríggjadagur 22. mars 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinnapartin leygardagin hevur
Grindamannafelagið aðalfund í
Norðurlandahúsinum í Havn.
Á fundinum verður orðaskifti
um fyrimunir og vansar við at
eta grind og tey, sum leggja fyri,
eru Hóraldur Joensen, doktari í
evnafrøði og lektari á Náttúru
vísindaligu deildini á Fróð
skaparsetrinum, Maria Dam á
Umhvørvisstovuni, sum hevur
granskað kyksilvur og onnur
skaðilig, Fróði Debes, sálarfrøð
ingur og Thorhallur Halldors
son, lækni úr Íslandi.
Áki Bertholdsen
- Tað er heilt burturvið, at
siga, at privatu partaeigarar
nir í Atlantsflogi eru snýttir.
Tað staðfestir Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmað
ur og formaður Sambands
floksins.
Seinastu tíðina hev-ur
nógv kjak verið um eigara
viðurskiftini í Atlantsflogi.
Privatu partaeigararnir í
Atlantsflogi føla seg snýttar,
tí Landsstýrið hevur bara
einskilt ein triðing av felag
num, hóast tað varð boðað
frá, at tveir triðingar skuldu
einskiljast, so at felagið
verður á privatum hondum.
Hetta eru summir politik
arar samdir í, eitt nú Bjarni
Djurholm, sum skipaði fyri
einskiljingini.
Men tað er Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum, ikki samdur í.
Hann sigur, at hóast tað
stendur í fráboðanini til
virðisbrævamarknaðin
í
2007, at tveir triðingar av
felagnum skuldu einskiljast,
stendur tað eisini í eini við
merking, at av tí at løgtings
val stóð fyri durum í 2008,
kundi ætlanin verða broytt,
ella enntá heilt slept.
Og fyribils er ætlanin
slept, tí nú boðar Johan
Dahl frá, at ongi stig verða
tikin, fyrrenn greiða fæst
á, hvørja ávirkan tað fær, at
flogvøllurin er longdur, at
nýggj farstøð verður gjørr
og Atlantsflog er í ferð við at
skifta flotan út við nýggjari
og betri flogfør.
Tveir knakar
Hesari avgerðini hjá lands
stýrismanninum í vinnu
málum, er Kaj Leo Holm Jo
hannesen, samdur í.
- Hesi viðurskifti eru ikki
øðrvísi í Føroyum enn alla
aðrastaðni í verðini. Eg skilji
væl, at privatu partaeigar
arnir kanska kunnu vera
ónøgdir, tí tað stendur svart
á hvítum, at ætlanin er at
einskilja tveir triðingur.
Men Kaj Leo Holm Jo
hannesen staðfestir eisini,
at tað ber ikki til at heingja
alt á ein knaka.
- Tað skerst heldur ikki
burtur, at tað stendur bein
leiðis í upplýsingarritinum í
sambandi við einskiljingina,
at fyrivarni verður tikið fyri
løgtingsvalinum, ið skuldi
vera í januar 2008 og at tað
kann føra við sær, at ætlanin
verður broytt, ella enntá
heilt slept.
- Tað kann ikki passa, at
íleggjarar ikki vita, at tá ið
ein nýggj stjórn tekur við,
kann veruleikin eisini verða
ein annar enn hann var.
Púra burturvið
Eitt, sum Kaj Leo Holm Jo
hannesen heldur, er heilt
burturvið, er, at privatu par
taeigarnir vilja hava framí
hjárætt til vinningsbýti í At
lantsflogi.
- Tað kann tað ikki verða
talan um, tí tað er burtur úr
vón og viti. Tað hevði helst
verið eindømi í heiminum, at
partaeigarar, sum eigur 33%
av einum felag, hevur betri
sømdir enn ein partaeigari,
sum eigur 67% av parta
peninginum.
- Atlantsflog er langt frá
einasta flogfelag í heiminum,
har virðið á partabrøvum
er rapað niður, tí tað er ein
vinna, sum hevur verið undir
sera hørðum trýsti í fleiri ár
og nógv flogfeløg eru farin
av knóranum.
Ávirka meir
Kaj Leo Holm Johannesen
staðfestir, at sum heild má
semja vera um, at ein parta
eigari, sum eigur 33% av
einum felagi, kann ikki hava
størri ávirkan enn ein parta
eigari, sum eigur 67%.
- Og tað er ein spurningur
um ikki partaeigarin, sum
eigur meirilutan, altso lands
stýrið ikki eigur at gera sína
ávirkan meiri galdandi, enn
nú.
- Spurningurin er um
landið ikki átti at verið nógv
virknari við sínum nevndar
limum.
Spurningurin er eisini um
vit ikki eiga at gera nevnd
arlimunum hjá tí almenna
greitt, hvat politiski myndug
leikin væntar av teimum.
Heldur tú so, at landið
skal hava størri ávirkan á
ferðaseðlaprísir, fyri at nev
na eitt dømi?
- Ja tað er spurningurin
um ikki landið átti at verið
nógv virknari við sínum
meiriluta í felagnum, so at
tað var nógv sjónligari í allar
mátar, at tað almenna átti
meirilutan í felagnum.
- Eg haldi somuleiðis, at
við einum samanblandingi
av privatum og almennum
eigarum, kann tað eisini
vera torført hjá leiðsluni at
vita, hvønn vegin felagið skal
stýrast.
Hinvegin fegnast Kaj Leo
Holm Johannesen um menn
ingina í Atlantsflogi og hann
ásannar, at leiðsla og starvs
fólk hava gjørt eitt gott ar
beiði eftir umstøðunum.
Kortini staðfestir hann, at
hann sín iva um framtíðina
hjá felagnum.
- Føra ábøturnar í Atlants
flogi, og á flogvøllinum, ikki
økta kapping við sær, mugu
vit viðgera støðuna av nýggj
um, við tí fyri eyga, at landið
keypir tann einskilda trið
ingin aftur frá privatu eiga
runum.
- Førir hetta ikki kapping
við sær, hevur Atlantsflog
í roynd og veru einkarrætt
upp á loftvegis ferðasam
bandið ímillum Føroyar og
umheimin.
- Og eg má viðganga, at
eitt privat monopol smakkar
mær illa.
- So er spurningurin um
ikki Atlantsflog liggur líka
trygt undir tí almenna, tí eg
má geva teimum rætt, sum
halda, at tað er frægari við
einum almennum monopoli,
enn einum privatum mono
poli, sigur Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Privatu eigararnir í
Atlantsflog ikki snýttir
ATLANTSFLOG Landsstýrið eigur meirilutan í Atlantsflogi og tað er ein spurningur um landsstýrið
ikki eigur at hava nógv størri ávirkan á felagið, heldur Kaj Leo Holm Johannesen
Grindamenn
hava aðalfund
Tað er spurningurin um ikki landið
átti at verið nógv virknari við sínum
meiriluta í felagnum
Púra greitt
- Tað kann ikki passa, at íleggjarar ikki vita, at tá ið ein nýggj stjórn tekur við, kann veruleikin broytast, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen. Hann hevur ikki sagt nógv um viðurskiftini í Atlantsflogi, men í kjalarvørrinum á landsfundinum
hjá Sambandsflokkinum síðsta vikuskifti, vísir hann aftur, at landsstýrið hevur snýtt privatu partaeigararnar