fríggjadagur 22. mars 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit kunnu bara staðfesta, at
skal landsstýrið náa sínum
egna máli um yvirskot í 2016,
so má verandi leistur endur
skoðast.
Tað sigur Sverri Hansen,
formaður í Búskaparráðnum,
sum hevur lagt fram sína
fyrstu meting, síðani ráðið
varð mannað av nýggjum.
Skotbráið hjá nýggja Bú
skaparráðnum hevur verið
stutt. Tí er ikki talan um
nakra konjunkturfrágreiðing
frá ráðnum, men meira um
eina stutta lýsing, har tað tó
verður staðfest at í búskap
arpolitikkinum hjá lands
stýrinum lekur millum teori
og praksis. Landsstýrið livir
ikki upp til sín egna setning,
sigur ráðið við hesi staðfest
ing:
- Órógvandi er eisini, at
við ársenda 2012 benda inn
tøku- og útreiðslutøl fyri
landskassan greitt á, at æt
lanirnar hjá landsstýrinum
at minka hallið ikki bera á
mál.
Búskaparráðið vísir á, at
landskassahallið fyri 2012
verður væntandi um 340
milliónir krónur, tá avtor
nar. Harvið gongur skeiv
an vegin í mun til 2011, tá
hallið var 322 milliónir. Í
inntøkumetingunum hevur
landsstýrið, sambært Bú
skaparráðnum, skotið væl
omanfyri málið, og veruligu
inntøkurnar eru meira enn
200 milliónir krónur lægri
enn
landsstýrið
roknaði
við. Afturat hesum kemur,
at bæði í 2011 og 2012 vórðu
íløgur fyri útvið 100 millión
ir krónur fluttar til seinni ár.
Tað pyntar landskassarokn
skapin í løtuni, men økir um
hallið hjá landskassanum, so
hvørt sum íløgurnar verða
gjørdar.
- Tølini tala fyri seg. Tað er
neyðugt at eftirhyggja førda
fíggjarpolitikkin, um hallið
skal vendast til yvirskot
í 2016. Sjálvandi kanst tú
vera heppin og renna teg í
óvæntaðar inntøkur, men í
løtuni staðfesta vit bara, at
neyðugt við endurskoðan,
sigur Sverri Hansen.
Breiða grundarlagið
Búskaparráðið vísir á týdn
ingin av ”at breiðka inntøku
grundarlagið.” Og tað skal
gerast við at ”strika skatta-
asymmetriir, frádráttir og
stuðulsskipanir, sum gera
mun á vinnugreinum og
borgarum í landinum.”
Sverri Hansen steðgar
á, tá vit biðja hann forklára
hetta á vanligum føroyskum.
Vil heldur ikki leypa beint á
tær vinnur, sum í dag tjena
pengar.
- Nú hevur í fleiri ár verið
tosað
um
tilfeingisgjald.
Búskaparráðið hevur ikki
eina greiða støðu til, hvørt
pengarnir skulu takast inn
áðrenn ella aftaná, ella fyri
sovítt um talan skal vera um
eina kombinatión av báðum.
Vit eftirlýsa bara tryggjar
karmar, og tað merkir eina
generella lóggávu, sum í
minsta lagi má halda í eini
5-10 ár, sigur Sverri Hansen.
Men tryggir karmar geva
væl ikki í sær sjálvum fleiri
pengar í landskassan?
- Sjálvandi er tað lættast
og kanska eisini mest natúr
ligt at fara eftir teimum
vinnum, har pengar eru.
Men neyðugt er at arbeiða
út frá breiðari perspektivi
enn bara árinum í ár. So tá vit
tosa um tilfeingisvinnurnar,
so er neyðugt við einari
generellari lóggávu um til
feingisgjald, ið gevur vinnuni
tryggar karmar yvir longri
tíðarskeið.
Hóast
setningurin
úr
frágreiðingini hjá Búskapar
ráðnum illa kann tulkast øðr
vísi enn at ráðið mælir til at
strika sjómannafrádráttin og
stuðulin til føroyskar hand
verkarar uttanlands, so velir
formaðurin í Búskaparráð
num at pakka boðskapin inn,
heldur enn at pakka hann út:
-
Grundprincippið
má
vera, at allir borgarar og
vinnugreinar eru javnstill
að. Harnæst kemur spurn
ingurin, hvussu tað verður
gjørt og yvir hvussu langa
tíð. Eg haldi at man gloymdi
at eftirhyggja skattaskipan
ina, tá vit fingu flatskatt.
Og síðani hava vit enn
tá sæð onnur dømi um at
lóggávan verður gjørd eftir
einkultmálum, sigur Sverri
Hansen og peikar á skatta
frítøkuna fyri ítróttaleið
arar, sum hóast lítið í stóra
samfelagsbúskapinum
er
eitt symptom upp á ein eftir
hansara tykki skeivan hugs
unarhátt:
- Øll lóggávan má vera
so generell sum tilber. Út
gangsstøði
má
ongantíð
vera at taka ein ávísan
bólk burturúr, eins væl og
útgangsstøðið heldur ikki
má vera at leggja eftir einum
ávísum bólki ella vinnu, sum
tjenar pengar júst nú. Ger
langtíðarætlanir, ið so við og
við breiðka inntøkugrund
arlagið hjá landskassanum,
ljóða boðini frá Sverra Han
sen.
Færri at lyfta
Búskaparráðið vísir á, at síða
ni 2008 er føroyska arbeiðs
styrkin minkað úr umleið
28.400 fólkum niður í umleið
27.000 fólk.
- Her eru snøgt sagt færri
hendur at arbeiða, og tí
minkar aktiviteturin. Spurn
ingurin er so, um landsstýrið
megnar at økja um aktivi
tetin í samfelagnum, sigur
Sverri Hansen.
Samstundis
sum
Bú
skaparráðið ynskir eina so
generella skipan sum til
ber, sum eitt nú ikki stuðl
ar handverkarum í at fara
uttanlands at arbeiða, so
ásannar formaðurin, at neyv
an høvdu allir handverkarar
nir fingið arbeiði í Føroyum.
Aktiviteturin í samfelagnum
er ov lítil.
- Vit mugu skapa góðar,
tryggar og kappingarførar
karmar fyri vinnuna, slær
hann fast.
Hvat liggur í tí?
- Tað liggur í lógarverki
num, sigur Sverri Hansen
sannførandi.
Hvat meinar tú við?
- Partafelags- og kapital
vinningsskatturin
er
væl
kappingarførur við granna
londini. Men avbjóðingin er
at gera lógarverkið so ein
falt, trygt og attraktivt, at
tað skapar gróðrarlíkindi fyri
kappingarførar vinnur. Tað
er har, avbjóðingin liggur.
Nýggja Búskaparráðið er í
síni frágreiðing hesaferð ikki
farið niður í smálutir. Men
minkandi
arbeiðsstyrkin
er ein støða, ið politiska
skipanin má taka í størsta
álvara, sigur Sverri Hansen
og peikar á fráflytingina sum
ein samfelagstrupulleika.
Broytingin
Formaðurin í Búskaparráð
num dylir ikki fyri, at for
kromaðu loysnina finnur
landsstýrið ikki hjá sær og
ráðnum annars. Til tess hev
ur skotbráið verið ov stutt.
- Hesaferð vilja vit bara
vísa á, at við verandi gongd
røkkur landsstýrið ikki sín
um egna málsetningi um
yvirskot í 2016. Tað er hetta,
ið landsstýrið má handla út
frá og taka neyðugu stigini,
sigur Sverri Hansen.
Sambært honum er loysn
in tó ikki at skerja alt niður:
- Nei, skerjingar einsa
mallar vilja bara geva minni
aktivitet. Landsstýrið má
hyggja eftir samlaðu inn
tøkunum og breiðka inntøku
grundarlagið.
Útpurring úr Búskaparráðnum
Landsstýrið klárar ikki
sín egna málsetning
Tað haltar at fáa ætlaðu inntøkurnar í landskassan,
samstundis sum óbrúktar íløgur minka um undirskotið.
Tí noyðist landsstýrið at endurskoða sína ætlan
um at fáa yvirskot á fíggjarlógina í 2016, sigur
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum