fríggjadagur 22. mars 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Daniel varð føddur í Skálavík
í Sandoynni tann 14. juni 1930.
Faðirin var sjómaður. Daniel
gekk í Deyvaskúlan við
Kastelvej í Keypmannahavn
1937-40 og í Deyvaskúlan í
Fredericia 1940 -47. Tey vóru
níggju systkin, og tvey eru
enn á lívi, ein systir, ið býr í
Norra, og ein beiggi, ið býr í
Føroyum.
Daniel Jacob lærdi til
skræddara hjá Svejier Titan
í Keypmannahavn, flutti til
Íslands í 1956, og síðan tá
búði hann ógiftur og barn
leysur í Reykjavík. Hann ar
beiddi sum sveitsari í tveim
um ymiskum smiðjum, men
fór síðan til sjós eitt heilt
áratíggju við sildabáti og
nótabátum, seinni eisini við
trolara og at enda enntá
við tí tiltikna fiskifarinum
Engey.
Daniel Jacob var nevnd
arlimur í íslendska deyva
felagnum, ið varð stovnað í
1960, og formaður felagsins
1965-71. Hann var í yrkisstjórn
felagsins í nógv ár og var
kosin ársins maður í 1981.
Tað er mær bæði kært og
alneyðugt at skriva nøkur
orð um henda vinmannin,
Daniel Jacob Jensen, sum
beyð okkum farvæl á sín
ljódliga hátt í Fossvogskirkju
týsdagin 29. januar, har fleiri
av okkum deyvu ella tung
hoyrdu vóru til staðar. Urnan
verður seinni jarðað heima í
Føroyum.
Maðurin
gjørdi
lítlan
háva av sær í livanda lívi, og
enn minni varð leikað í, tá ið
hann at enda legði árarnar
inn. Tað var enntá soleiðis
vorðið, at eingin her í stór
býnum bar eyga við almennu
fráboðanina um andlátið, tí
talan var um ein stillføran
gerandispersón, sum ikki
legði í at leika í um geilar
og tún, men sum veruliga
gjørdi mun har hann var, og
sum haraftrat var ein týdn
ingarmikil persónur, ið gjørdi
góðan mun alllastaðni, har
hann var.
Tað var av tilvild, at vit
báðir komu at kennast fyri
nógvum árum síðan, tá ið
hann av fyrstan tíð flutti inn
í høghúsini við Austurbrún.
Eg sat og arbeiddi og var
langt burtur í egnum tonkum,
tá ið húsavørðurin kom á
gátt við einum rættiliga
rísutum fremmandamanni,
einum deyvum føroyingi,
sum húsavørðurin tók til,
og bráðneyðugt var at fáa
at vita, hvat maðurin segði.
Tað vísti seg, at Daniel helt
onkran hava sníkt seg inn
gjøgnum takvindeygað og
inn í íbúðina, og hóast einki
var stjolið, var hann so mikið
ørkymlaður, at tað tók sína
tíð at sissa hann. Vit fingu
borið so í bandi, at vindeygað
varð styrkt, at slíkt ikki
skuldi hent aftur, og síðan
var friður øll tey tjúgu árini
hann búleikaðist í teimum
báðum lítlu kømurunum í
erva.
Soleiðis komu vit at kenn
ast og gott vinalag spurdist
burturúr. Daniel dugdi ser
liga væl at málbera seg við
teimum gomlu teknunum,
bæði á donskum og íslendsk
um, og hann hevði frá nógv
um at siga bæði úr egnum
lívi og úr gerandisdegnum
yvirhøvur. Hann var eitt ár
eldri enn eg, og vit skemtað
ust mangan við tí, at hann
kendi týskar hermenn frá
seinna veraldarbardaga, með
an eg seldi óvininum, bretan
um, bløðini í býlinginum hjá
teimum við Reyðárstíggin
og Reyðárheyggin. Hvørgin
hevði havt nakrar trupulleik
ar av hesum, tí uttan fyri víg
vøllin eru hermenn, jú, van
liga heilt vanlig menniskju.
Lagnan hevði á ein hátt
spælt okkum báðum eitt
puss. Hann varð føddur við
stórum hoyribreki, og sjálv
ur gjørdist eg deyvur seint
á barnaárunum, sum verða
roknað at røkka til ellivu
ára aldur. Eg var níggju ára
gamal, tá ið eg varð fyri hes
um hvøkkinum, og ikki ber
til at siga annað, enn at tað er
torført og mangan fløkjaslig
at liva í eini ljóðleysari verð,
og tað tekur ið hvussu so er
sína tíð at laga seg eftir slík
um.
Eg
veit
ikki
reiðiliga,
hví Daniel kom til Íslands í
1956, um arbeiðsloysi í heim
landinum var atvoldin, ella
um hann hevði hug at fóta
sær í nýggjum umhvørvi
ella at bjóða sær sjálvum av.
Faðirin doyði í 1942 og móð
irin sat eftir sum einkja við
stórum húsi. Daniel flutti
aldri heim aftur á klettarnar,
men var onkuntíð og vitjaði.
Hann búði sostatt í Íslandi
í næstan seks áratíggju.
Kortini var hann serstakliga
føroyskur, sera stoltur av
móðurlandinum og sá seg
sjálvan sum gest, hóast hon
um dámdi væl í Íslandi. Til
ber at orða tað so, at hann
var føroyingur í húð og ís
lendingur í hár, ella kanska
øvut!
Hóast Daniel ikki var
eiðasørur, tá ið tað kom til
tað mjúka kynið, búði hann
einsamallur undir lonini, og
mær vitandi vardu tey sam
bond, hann hevði í slíkum
høpi, einans stutt. Hann var
snøgt sagt bæði ein einari
og fólksligur alt í senn, og
hann nýtti meginpartin av
sínum lívi til at arbeiða fyri
rættindunum hjá teimum
deyvu og at ferðast sum
ferðaleiðari hjá teimum, tí
heimsborgari – tað var hann
– fram um tey, ið hann van
liga kom saman við
Fyri Daniel var tað sera
týdningarmikið at hjúkla
um deyvafelagið og væl
ferðina hjá teimum deyvu,
og hann tók fegin við øllum
teimum
frambrotum,
ið
vóru á hesum øki, eitt nú tí
stóru kollveltingini, tekst
telefonini, ið kom í 1984.
Sjálvur var hann skjótur at
laga seg eftir teirri nýggju
tøknini og at gagnnýta hana,
eitt nú var hann kringur á
netinum og hugdi nógv eftir
tekstaðum norrønum sjón
varpi og ferðaðist á tann
hátt í huganum kring allan
heimin. Nakrar fáar dagar
áðrenn hann doyði, kundi eg
greiða honum frá nýggjum
frambroti, sum einans kann
nýtast frá 18 ára aldri, einum
elalítlum fýrakantaðum tóli,
sum verður fest aftan fyri
oyrað og flytur haðani ravboð
til hoyrinervina. Hetta kom
fram í tí norska sjónvarp
inum, haldi eg, og víst varð,
tá ið ein norsk genta soleiðis
fekk samband við umheimin
- hon brast í grát, sum seinni
varð til undran og eitt bros.
Ein onnur genta, sum hevði
fingið eitt sovorðið tól, varð
frammanundan
spurd,
hvussu vignast hevði við
tólinum, og hon segði seg nú
hoyra bæði fuglarnar uttan
fyri vindeygað og regnið á
rútinum, og haraftrat nýttist
henni ikki at gáa so væl eftir
veðrinum longur, tí oyruni
høvdu tikið yvir, har sjónin
fyrr varð nýtt. Hetta var
galdandi bæði í hesum føri
og eisini undir øðrum viður
skiftum, har dunið er nakað
væl størri.
Eg minnist so væl, tá ið
Daniel fyrr í tíðini kom heim
av skipi við fanginum fullum
av vátum veitslukosti, gav
húsavørðinum ein heilan
kassa, og mær ein annan,
og ringdi alt fyri eitt til vin
irnar við teksttelefonini og
boðaði frá, at nú var hann
afturkomin.
Aldri
royndi
hann tó at hava ágóða av toll
lógini og noktaði blankt øll
um slíkum tilboðum, nei, ein
ans hann og vinirnir skuldu
sleppa at njóta ta forbodnu
fruktina. Ei undur í at hann
var ein vinsælur maður, ikki
av hesum ávum men vegna
sítt beinasemi og alt tað sam
felagsarbeiði, ið hann fekk
greitt úr hondum.
Tað hendi seg, at húsið
fyltist av fólki, hansara hús,
har hann ráddi fyri borgum,
hóast har hvørki var høgt til
lofts ella vítt til veggja, og
ikki var talan um ómentaðar
lótir men gleði og gaman. Eg
var mangan við, og eg hávirði
ta deyvu mentanina, hóast
arbeiðsøkið hjá mær kom at
vera tættari at teimum hoyr
andi.
Alt hetta vísir, at Daniel
Jensen var ein vala maður
fyri deyv og tunghoyrd í Ís
landi, ein drúgvur viðleikari,
ið vit fingu frá frændum okk
ara í Føroyum, eitt menniskja,
ið altíð var til reiðar, tá ið á
stóð. Hann var frá fyrstan
tíð av ein av mínum bestu
vinum, ein kærkomin gestur,
ið mangan kom og fekk
ein bita saman við okkum,
familjuni.
Tíverri
mátti
Daniel
flyta frá tí kæra heiminum,
íbúðini við Austurbrún, tí
telefonverkið flutti inn við
sínum fjarskifti, og eftir tað
sóust vit ikki so ofta. Mað
urin var jú alt annað enn
áleypandi og neyðugt var at
bjóða honum formliga, hóast
hann
sjálvandi
onkuntíð
støkk inn á gólvið í sambandi
við bæði eitt og annað.
– Á skrivaraborðinum í
arbeiðskamarinum
hevur
leingi ligið ein bók, ið ber
av øllum øðrum, ið skrivað
er í Danmark. Hetta er Fall
kongsins, eftir Nobelskaldið
Johannes V Jensen (1944), ein
søgulig skaldsøga um harð
ar lagnur hjá fólki í Keyp
mannahavn og í Stokkhólmi
í fyrru helvt av sekstandu
øld. Í hesum viðfangi er vert
at nevna, at Daniel hevði ring
knø nógv tey seinastu árini,
var illa gongdur, og at enda
heilt koyristólsbundin inni
á Ellisheiminum Hrafnistu,
møddur á at líta, ørkymlaður
og vilstur í verðini. Onkuntíð
var hann í iva um, hvar hann
var staddur, vildi sleppa
heim við brestin, og allar
helst heim til ovastu hædd
ina av høghúsunum við
Austurbrún! Hetta hevur
teir seinastu dagarnar fingið
eitt ørindi hjá fiólleikaranum
Jakob at renna fram fyri
meg, eitt ørindi har hann av
egnum ávum seint í bókini
bjóðar lívinum farvæl – eitt
ørindi, ið hóskar væl til Dan
iel:
"Góða nátt tykkum Guð
nú man geva,/ eg fongdur eri
av møði og trega./ Ei eggjan
mær longur fær vikað, ei
hótt – til hvíldar eg gangi á
hesari nátt." Og ikki minni
hetta ørindið:
“Eg gjørt havi upp við
hvørt einasta eitt, /og øllum
eg nú havi skuldina greitt."
Brotið er onkursvegna í
samljóð við jararferðina hjá
Daniel og ferðina í urnuni
til ta vígdu moldina í heim
landinum Føroyum, har hann
og jørðin verða eitt.
Hann hevur uppiborið
eina hjartans tøkk.
Bragi Ásgeirsson
Daniel Jacob Jensen
nøvn
Grækarismessudag 12. mars fingu Marita Jøkladal og
Ásbjørn Viderø Jøkladal í Keypmannahavn ein son. Hann
var 52 cm langur og vigaði 3.380 gr.
Føðingar
16. mars fingu Dania Berthelsen & Svein Thomsen, Strond
um, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3410 gr.
18. mars fingu Annfrið Høgnesen og John Niclassen, Sør
vágur, tvíburðar, gentu og drong. Gentan vigaði 3240 gr
og var 52 cm long. Drongurin vigaði 3050 gr og var 51 cm
langur.