Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 34 · 22. mars 2013 2 VIKUSKIFTI Modell Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Upprunateksturin hjá Rebecku er »Hygg hvat eg fann – ein modell, sum sær út sum ein verulig kvinna. Hon er kløn, men hon sær sunn út.« Henda tekstin og myndina fann Womens Rights News og legði hana út á sína Facebook síðu. Rebecka, sum langt síðani hevði gloymt bæði mynd og bloggu, var ikki sørt bilsin, tá bløð sum Washington Post, Daily Mail og Fox News brádliga skrivaðu um henn­ ara mynd. Í byrjanini var skrivað, at dukkan var frá H&M, men tað avsannaði Rebecka skjótt, hon fanst at H&M í tekstinum, tí teirra modellir eru so klænar, og at tær hjá handilsketuni Åhléns eru eitt gott fyridømi. Åhléns ketan er sjálvandi glað, og tey hava viðmerkt at sølan av undirklæðum gongur nógv betri tá tær »bollutu« modellirnar eru frammi. Kanska minnist tú hesa klummuna Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Arnfríð V. Hentze / Mynd: Eydbii myndir klumman Inna Törnroos Modellin í svensku handilsketuni Åhléns er dámd av einari miljón á Facebook. Myndin, sum unga gentan Rebecka tók fyri trimum árum síðani, er seinastu dagarnir vorðin samtaluevni í miðlum um allan heim Eg minnist tær forskrektu kvinnurnar umborð á flogfarinum, tær sum ikki vistu, hvat tær skuldu gera og siga, tí eg græt so illani. Eg minnist hálsturriklæði, sum hon hevði bundið helvtina av og eg hina helvtina, og hvussu tað hekk uttanfyri bilin og bleiv skitið á veg til Havnar. Eg minnist ferðina upp í liftini og luktin, tá eg kom inn á gongina. Eg minnist jarnsongina, bleiku húðina og tunna hárið. Tað eru 19 ár, síðani mamma doyði, og hóast tað eru minnini um hennara síðstu dagar so livandi enn. Tað er nokk soleiðis, at tá okkurt lívsumvendandi hendur, so minnast vit – í minsta smálut hvat, ið fór fram, og hvat varð sagt. Eg minnist eisini, hvussu hann hugdi uppá meg, hansara bláu skjúrtu, mínar smekki­buksir og fullu vinkonurnar, sum ikki vóru at tosa við inni á vesinum. Hvussu eg rann fram til hansara og steðgaði honum á veg út. Kalda vetrarnáttin og lítli blái Fiat’urin, sum koyrdi meg út til skúlan. Og so suppan, sum hann gjørdi, tá fyrsti sonurin skuldi út. Suppan við pasta í, sum vendi á veg niður. Rópini frá føðandi kvinnum á sjúkrahúsinum, apilsingulu sofurnar, parkettgólvið og træstólin, har eg skuldi sita sum ein amazonkvinna og kroysta okkara fyrstafødda út. Sjúkrasysturin, sum smílandi vísti okkum, at vit vent blæðuni skeivt. Í dag er kanska tín slíki dagur, tá tú fær eini ring boð, finnur ein kærleika, ella vatnið fer. Um so er, minnist tú kanska hesa klummuna eisini. Um hon ikk er burtur – skjótari enn tú varnast. So segði hann... Størri modell – Tað er eitt positivt eyðkenni fyri føroyskan búskap, at vit eiga fakbólkar, ið hava slíkar førleikar, sum eru so nógv eftirspurdir. Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri, um, at 850 milliónir krónur komu inn í føroyska samfelagið sum lønir uttanífrá í fjør Modell við formum hevur fingið nógva umrøðu