mánadagur 25. mars 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað er heilt burturvið, at siga, at
privatu partaeigararnir í Atlants
flog eru snýttir.
Orðini eigur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, her í blaðnum fríggja
dagin. Tað sigur hann, eftir at ein
ávísur útendskur privatur parta
eigari hevur givið til kennar, at
hann kennir seg snýttan, tí lands
stýrið lovaði fyri einskiljingina,
at fyrst 33 prosent og so aftur 33
prosent skuldu einskiljast, meðan
landsstýrið skuldi eiga tey síðstu
34 prosentini.
Tá ein partaeigari av hesi orsøk
sigur seg kenna seg lumpaðan, so er
tað væl saktans tí, at tað er so. So
kann Johan Dahl koma við øllum
sínum burturforkláringum – og
enntá pástanda, at tað ongastaðni
stendur í prospektinum, at seinni
triðingurin eisini skal einskiljast.
Trupulleikin tá er bara, at tað passar
ikki, sum landsstýrismaðurin sig
ur.
Eftirfylgjandi koma bæði Johan
Dahl og løgmaður við tí eina
standandi frágreiðingini, at »privatu
partaeigararnir áttu at vitað, at
eitt løgtingsval kann broyta hesa
avgerð«.
Sjálvandi vita øll, at løgtingsval
er fjórðahvørt ár. Og sjálvandi kann
eitt nýtt landsstýrið broyta støðu.
Og tað kann eisini henda, at eitt
landsstýrið, sum førir borgarligan
fólkaflokspolikk steðgar einskilj
ingartilgongdini, sum var í gongd
frammanundan, tá Jóannes Eides
gaard var løgmaður.
Men tað skert ikki burtur, at
landsstýrismaðurin, sum stendur
fyri hesum politikki, er sami lands
stýrismaður, sum stendur á odda
fyri verkætlanini »Invest in the
Faroes«, sum gongur út upp á at
fáa útlendingar at seta pengar í
føroyskt vinnulív.
Og tað er í øllum førum púra
greitt fyri allar potentiellar íleggj
arar, at teir seta ikki eina krónu
í nakað føroyskt virksemi, so
leingi Johan Dahl hevur ávirkan
á føroyskan vinnupolitikk. Og tá
løgmaður er samsintur við Johan
Dahl, so hevur hann valla heldur
tað
stóra
kredittvirði
millum
potentiellar íleggjarar.
So kunnu vit halda, at eitt
alment monopol er betri enn eitt
privat, og at størri kapping skal í
flogvinnuna í Føroyum.
Men tað broytir ikki tann veru
leika, at Føroya Landsstýrið hevur
lumpað privatu parteigararnar í
Atlantsflog, so tað stendur eftir.
Hetta hevur higartil kostað privatu
partaeigarunum 45 milliónir krónur
í mistum virði – og tað kann fara
at kosta teimum fleiri milliónir
afturat, um teir verða noyddir at
selja – tí tá kann kursurin fella
uppaftur meira.
Íleggjarar kunnu ikki hava
álit á Johan og Kaj Leo
– Tíðin er komin, at vit
politiskt at fara undir at
endurskoða
alla
skatta
skipanina,
herundir
út
greina tørvin á inntøkum
hjá landskassanum uppá
styttri og longri sikt og
gera eina skattaskipan og
skattabygnað, sum stimbrar
enn meira arbeiðshugin hjá
tí einstaka, lættir um hjá
húsarhaldunum og stuðlar
undir vinnuligt virksemi,
herundir útflutning, ný
íløgur, ný¬skapan og íverk
setarí.
Tað sigur Sambands
flokkurin í tíðindaskrivi
fyrrapartin.
Flokkurin vísir á, at
higartil eru gjørdar meira
selektivar
broytingar
í
føroysku skattaskipanini,
sum eru ætlaðar bara at
skula stimbra ávís øki ella
geva landskassanum ser
ligar inntøkur í ávísum
tíðarskeiðum við niður
gongd í inntøkum lands
kassans o.a.
– Tí kunnu vit siga, at
verandi skattaskipan
meira minnir um eitt
klútateppið og at tørv
ur er á at endurskoða
alla skipanina og bygnaðin.
– Ein nýggj skattaskipan
eigur at tryggja neyðuga
arbeiðsmegi og førleika til
føroyska arbeiðsmarknaðin.
Og ein nýggj skattaskipan
skal sum heild verða við
til at skapa eitt kappingar
ført Føroyar sigur Sam
bandsflokkurin.
Í
tíðindaskrivi
boðar
Sambandsflokkurin frá, at
flokkurin fer at leggja upp
til í samgonguni, at settur
verður ein arbeiðsbólkur at
endurskoða skattaskipan
ina og bygnaðin í henni.
Sambandið vil
broyta skattin
Ein spurningur um álit
Tað verður eingin víðkað
friðing av økinum kring
handilsbygningarnar hjá T.
F. Thomsen á Tvøroyri.
Tað er niðurstøðan hjá
Fornminnisnevndini,
sum
hevur tikið aftur sína egnu
ætlan um at víðka friðingina
út á sjógv.
Sambært
nevndini
er
avgerðin grundað á innkom
nu hoyringssvarini og at av
tala er gjørd við Tvøroyrar
Býráð um, at prinsippskitsa,
sum Varðin Pelagic hevur
latið gera fyri bygningar og
økið á havnarlagnum, har
verndaratlitini i friðingar
ætlanini, sum var í umbúna,
eisini verða røkt.
Í prinsippskitsuni er lagt
upp fyri, at Varðin Pelagic
kann fara í gongd við út
bygging sína so skjótt sum
byggiloyvi er givið og so
hvørt sum undirlendið er
klárt til bygging.
– Vit hava fingið partarnar
á tal, eru komin til eina góða
niðurstøðu. So nú vendir
málið rætt, sigur Andras
Mortensen, stjóri á Søvnum
Landsins.
Upprunaliga ætlaði Forn
minnisnevndin at friða alt
økið við bygningarnar hjá
Thomsen á Tvøroyri. Kortini
heldur Andras Mortensen
ikki, at tey lupu framav, tá
avgerðin nú er broytt.
Avtalað er, at prinsipp
skitsan hjá Varðanum Pela
gic inngongur sum partur
av byggiætlanini hjá komm
ununi, og at kommunan í
byggimálsviðgerð í økinum,
sum prinsippskitsan sýnir,
samskiftir við fornminna
myndugleikarnar.
Í avtaluni liggur, at fjar
støðan hjá nýggju frysti
goymsluni frá friðaðu bygn
ingunum verður væl størri
enn upprunaliga ætlað, og
at
nýbygningurin
verður
formgivin soleiðis, at hann
tillagar seg í samljóði við tað
friðaða umhvørvið.
– Tað er greitt, at her er
talan um ein samráðingar
spurning. Men ja, eg eri nøgd
ur við hesa loysnina, sigur
Andras Mortensen.
Friðingarmyndugleikin
nøgdur
Kon
fliktir á
Tvøroyri
Sámal Matras
Kristiansen
Tíðargrein á síðu 22
Brenn
ur ljósið
í báðum
endum
Kristina Háfoss
kjak á síðu 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggj frystigoymsla
Skrivstovur v.m. 7 m
Avskipingarhøll
Friðaðir bygningar
Avmarking av
søguligum øki
Onnur verandi bygging