Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Støðan í Føroyum er yvir­ høv­ur ikki so ljósareyð, sum sam­gongan vil gera hana til. Tað er fyrsta við-merk­ing­ in frá Aksel V. Jo­hanne­sen, for­manni Javn-að­ar­floksins, nú sam­gongan hevur al­man­ na­kunn­gjørt, hvussu før­ oyska samfelagið skal rek­ast hesi næstu árini. Í morgun hevur Jørgen Nicla­sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kunngjørt, hvussu samgongan ætlar, at sam­felagið skal rekast hesi næstu árini. Hallið veksur Aksel V. Johannesen er ikki samdur í, at tað stend­ur so væl til, sum sam­gong­an roynir at geva al­menn­ingi­ num eina fatan av. - Nýggjastu metingarnar vísa, at í fjør varð hallið á fíggjar­lógini størri enn tað var í 2011, hóast landskassin fekk 150 milliónir í serligum inn­tøkum í sambandi við, at Havsbrún varð selt, og hó­ast at pensjónir nú verða skatt­ aðar við inngjald. - Fyri einum ári síðani sam­tykti Løgtingið ein fíggj­ ar­karm, sum segði, at næsta ár skuldi hallið á fíggjarlógini vera 153 milliónir krónir. Men eftir nýggju ætlanini, sam­gongan hevur lagt fram í morg­un, verður hallið næsta ár 82 milliónir hægri, ella 235 millión­ir krónur. - Hetta vísir, at støðan er stak vánalig í Føroyum og at hon slett ikki er so góð, sum sam­gon­gan roynir at føra fram. Spara okkum til javnvág Formaðurin í Javn­að­ar­ flokki­num vísir á, at Bú­skap­ ar­ráð­ið staðfestir, at tað eru inn­tøkur­nar hjá lands­kass­a­ num, sum svíkja. - Hóast tað eru víkjandi inn­tøkur, sum eru høvuðs­ trupul­leikin, leggur sam­ gong­an størsta dentin á at tál­ma útreiðslunum. - Tað sær út til, at sam­ gong­an heldur, at vit skulu spara okkum burtur úr trupul­leika­num, leggur hann aftur­at. Av tí sama hevur hann onki álit á, at tað fer at eydn­ ast samgonguni at røkka málinum um, at javnvág skal vera á fíggjarlógini í 2016. - Samgongan heldur fast um, at vit skulu spara okkum til javnvág á fíggjarlógini. - Hinvegin eru tær størstu sparingarnar fluttar til 2016 – aftan á at løgtingsval hevur verið. - Ætlanin er at spara 175 milliónir tey næstu trý árini. Men tað verður tað komandi Løg­tingið, sum skal arva tað síðs­tu, stóru sparingina upp á heilar 104 milliónir krónur, sum skal fremjast í 2016. - Tað sær ikki mætari út enn, at samgongan ræðist sítt egna barn og ikki torir at fremja sín egna politikk í verki, sigur formaðurin í Javn­að­ar­flokkinum. Størsta varsemi Samstundis er hann stórliga ivingar­samur um endamálið hjá samgonguni at útveita fleiri almennar tænastur til privat at reka, fyri at gera tær bíligari at reka. - Tað kann skjótt føra til eina verri tænastu, so har krevst størsta varsemi. Kortini tekur Aksel V. Johanne­sen undir við, at meiri verður sett av til íløgur hesi næstu árini fyri at økja um virksemið í byggivinnuni. Næsta ár hækka íløgurnar upp í 323 milliónir næsta ár, sum er 165 milliónir meiri enn í ár. Tað er at kalla tað einasta positiva, formaðurin í Javn­ aða­rflokkinum sær í hesi ætlan­ini, samgongan legði fram í morgun. Men tað er eitt stig tann rætta vegin, at samgongan ætlar at krevja 120 milliónir í tilfeingisgjaldi í ár og 145 milliónir næsta ár. - Andstøðan hevur skotið upp at tilfeingisgjaldið á upp­sjóvar­fisk og alivinnuna skal vera 195 milliónir. Hann tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni at krev­ ja tilfeingisgjaldið inn sum kilo­gjald og av-reið­ing­ar­ gjal­di, tí endin av tí verður, at fiskimaðurin verður tann, sum skal rinda ein part av tí, sam­stundis sum tað førdi til, at øll kvotan ikki varð fiskað. - Í andstøðuni hava vit held­ur skotið upp at selja 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av sild á uppboði. Tað fer at geva okkum minst 120 milliónir í inntøku. Samstundis skulu ali­ brúk­ini rinda tilfeingisgjald fyri at fáa framíhjáætt at brú­ka føroysku firðirnar, sig­ ur Aksel V. Johannesen. Áki Bertholdsen - Hetta er eitt sindur ræð­ andi. Kristina Háfoss er tals­kvi­ n­na hjá Tjóðveldi í fíggjar­ málum og hon held­u­r, at búskaparliga ætlanin hjá sam­ gongu­ni fyri hesi næs­tu árini, er eitt stórt vón­brot. Her er ongin yvir­skip­að æt­lan og her er eing­in ábend­ing um, hvørja kós, ætlan­in er at seta fyri før­ oys­ka sam­felag­ið. - Hetta er sum ævintýrið um nýggju klæðir keisarans. Í samgongini royna tey at lát­ ast sum um, at tað stendur so øgi­liga væl til, hóast tey vita, at støðan er alt annað enn góð. Men nú setir samgongan spari­til­tøk í verk fyri at frel­ sa seg frá sær sjálvum. Sjálvskapt hol Kristina Háfoss sigur, at tá ið samgongan nú setir spar­ing­ ar í verk, er tað fyri at typpa eitt hol á fíggjarlógini, hon sjálv hevur skapt. - Samgongan hevur máað støð­ið undan inntøkunum hjá lands­kassanum við flat­ skatti­num. - Avleiðingin er, at hallið á fíggjarlógini var upp aftur størri í fjør, enn tað var í 2011. Fyri einum ári síðani setti sam­gongan sær sum mál, at í 2014 skuldi hallið á fíggj­ar­ lógini vera 185 millión­ir, men eftir ætlanini, sum varð lagt fram í gjára­morg­un­in, verður tað 235 milliónir - Tað er eisini rættiliga ræð­andi, at í fjør segði sam­ gong­an, at í 2016 skal avlopið á fíggjarlógini verða 110 millión­ir, men eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, verður hall­ið í 2016 bara tríggjar millión­ir. - Sostatt gongur rættiliga skjótt tann skeiva vegin. Men orsøkin er ikki, at út­reiðsl­ur­ nar eru hækkaðar, men at inn­tøkur­nar eru munandi lækk­að­ar. - Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at landsstýrið sjálvt trýr ikki upp á nakran serligan vøkst­ ur og upp á sín politikk. Sáa mistreysti Kristina Háfoss sigur, at einas­ ti inntøkuvøkstur er ríkis­veit­ ingin og til­feingis­gjald. Samstundis hevur sam­ gongan lækkað inntøkurnar hjá landskassanum yvir 300 milliónir og fyri at fylla í hol­ ið aftur, verða sparingar fyri góð­ar 175 milliónir settar í verk hesi næstu árini. - Tað er ikki rættur politikk­ur at føra í eini tíð, har tað ikki gongur væl og har tað er neyðugt at stimbra og eggja til bjartskygni. - Men hetta eru spar­ing­ar, samgongan kann tak­ka sær sjálvum fyri, tí hon hevur sjálv skrykt inn­tøku­grund­ ar­lagið undir føroyska lands­ húsar­haldi­num. Kristina Háfoss sigur, at tá ið samgongan ikki so frægt sum vil hækka játtan­ ir­nar til at geva pláss fyri lønar­hækkingum, elvir tað til mistreysti og ótta fyri upp­sag­num. - Men vit síggja jú eisini á tølu­num, at føroyingar tora ikki at brúka pengar. - Ístaðin skuldi sam­gong­ an ført ein álitisvekjandi politikk, so at fólk ikki gekk og stúrdi fyri starvinum. Ongar nýskipanir Samstundis sóknast fíggjarpolitiska talskvinnan hjá Tjóðveldi eftir, hvat verður av øllum ný­skipan­ unum, sam­gongan hevur boð­að frá í fiskivinnuni, í heilsu­verkinum og í skúla­ verki­num. - Og hvar er vinnu­ politikkurin og hvar er út­ búgv­in­g­arpolitikkurin, spyr hon eisini? - Tað eru tær ný­ skipanirnar, sum skuldu givið okkum ein stóran vinn­ ing. Ístaðin eru játtanar­ karm­arnir ikki annað enn eitt bókhald, og so verður skar­að eitt sindur av her og har, sigur Kristina Háfoss. Skeiv gongd Í samgonguni royna tey at látast so væl at, hóast tey eiga at vita, at tað gongur alt annað enn væl, sigur Kristina Háfoss, talskvinna hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum Hetta er ræðandi Búskapurin ikki ljósareyður JÁTTANARKARMAR Tað stendur slett ikki so fantastiska væl til í Føroyum, sum, løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sigur Aksel V. Johannesen JÁTTANARKARMAR Tað var eitt stórt vónbrot at síggja, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við føroyska samfelagnum, heldur Kristina Háfoss, talskvinna hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum Onki álit Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sigur, at tað gongur so illa í Føroyum, at hann hevur onki álit á, at tað fer at eydnast samgonguni at fáa hallið burtur í 2016