Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Ikki ber til at yvirmeta týdn­ ingin av demokratiskari, ikki- muturspiltari og virknari al­mennari fyrisiting. Í kreppu­tíðum verður týdn­ ing­urin av stovnum í hvørj­ um einstøkum landi ser­liga týðiligur. Fyri at Evropa skal vera ført fyri at hevja seg burtur úr hes­ari áleik­andi og ógvuliga vanda­miklu bú­ skap­arligu og demo­krat­isku krepp­uni, krevst ein eftir­ spurn­ings­eggj­andi politikkur við íløg­um, men eisini eftirlit í fíggjar­geiranum, virknari skatta­vald og rættarverk, íløgur í undirstøðukervið og í útbúgving og gransking. Norðurlond hava søguliga havt almenna fyrisiting og tænastur, ið hava virkað væl, og sum borgararnir hava havt stórt álit á. Stovnar, skip­an og bygnaður í væl­ ferðini hava gjørt sítt til, at lond okkara hava kunnað greitt tungar kreppur á ein skila­góðan hátt. OECD hev­ur í frágreiðing sín­ari Govern­ ment at a glance grein­að al­ menna geir­an, har tað snýr seg um stødd, virk­semi og úrslit. Norð­ur­lond ikki bara standa seg væl í kanningini, tey eru millum tey bestu. Hóast Norðurlond liggja millum tey fremstu í heims- høpi, bæði tá ið tað snýr seg um at fólk hava álit á stovnum og fyrisitingum undir land­ in­um og somuleiðis, hvussu væl fyrisitingin og stovnar í hvørjum einstøkum landi standa seg, so síggja vit nú tekin til, at sprungur eru um at vísa seg í sam­felags­ byggingini, sum elva til ampa. Vit eru stúrin. Tað snýr seg tíverri ikki bara um einstakar hendingar ella einstøk lond, men vit halda, at hetta er eitt rák, sum vit vilja hava ein fingur á loft at ávara um. Niðanfyri koma nøkur dømi úr hvørjum einstøkum av londum okkara. Í Svøríki uppliva vit aftur veikleikar í land­sins heildarábyrgd fyri undir­ støðu­kervinum. Tokferðslan riggar ikki. Hóast føgur lyfti um tað øvuta, noyddust vit nú at tola ein vetur, har henda týdningarmikla sam­ felags­tænasta ikki veitir tað, hon skal, og tað rakar bæði borgarar og vinnulív. Eins týðiligt er tað, at borg­ ar­arnir líta avgerandi al­ menn­um virk­semi, sum eitt nú Arbeiðsávísing og Trygg­ing, lítið til. Okkara limir í hesari fyrisiting skulu loysa ógvuliga torførar upp­ gávur, hóast tíðin er tepur og pengarnir fáir. Tey møta tá borgarum, sum lata harm sín og vónsvik síni falla aftur á starvsfólkini. Tað hevur við sær vánaligt arbeiðs­um­ hvørvi, og álitið hjá fólki á samfelagið viknar. Í Noregi hava vit havt ein almennan geira sum heild og ein serligan geira, har eitt av grundeyðkennunum hava verið væl virkandi við­urskifti millum part­ar­ nar við at menna dygdar­ tæn­astur. Hetta er nú um at broytast. Nú verður ein­ táttað miðað eftir einari mál- og úrslitastýring, sum ávirkar statsligu leiðsluna og arbeiðmentanina. Ov av­ gjørda samanblandingin við privata geiran hevur eis­ini gjørt nakað við dygd­ina og nøgdina í væl­ferðar­tæn­ ast­unum. Her má stat­urin taka sereyðkenni síni aftur, leggja new public manage­ ment til viks og fara undir at nýta tann høga før­leika, sum almenn starvsfólk hava, og fara undir aftur at menna leiðslu sína. Vit høvdu fegin viljað sæð broytingar, so at vit kunnu varðveita ein fyrsta floks almennan geira. Í Danmark eru væl­ferðar­ samfelagið og almenni geirin undir stórum trýsti. Tí er tørvur á nýhugsan. Svarið kann ikki vera new public manage­ment, miðstýr­ing, út­ lokalisering og einskiljingar. Í staðin er svarið, at stór­ur tørvur er á einari álitis­ný­ skipan í almenna geir­an­um. Nýskipanin skal miða eftir áliti, nýskapan og minni skriv­stovuveldi. Leiðsla og starvsfólk skulu í sam­spæli við borgararnar um­hugsa, hvussu málini verða rokk­in. Á øllum stig­um skulu politik­ arar, starvs­fólk og arbeiðs­ gevarar taka upp samstarv um, hvussu al­menni geirin verð­ur stýrd­ur og mentur. Við einari álitisnýskipan skulu vit kunna tryggja ein fram­hald­andi almennan geira í heims­flokki. Í Finnlandi eru vit end­að í búskaparligari aftur­gongd sum avleiðing av heims­ fevnandi búskapar­kreppuni. Finska ríkisstjórnin sparir, skerjir útreiðslurnar og skatt­ ar harðari. Tiltøkini ávirka lívið hjá øllum borgarunum. Ríkisstjórnin heldur fram eins og undanfarnar ríkis­ stjórn­ir at endurnýggja og um­skipa virkisøkini í ríkis­ fyri­sitingini. Endamálið er at minka starvsfólkahópin hjá ríkinum. Vit kunnu staðfesta, at starvsfólkini í Finnlandi eru fækkað úr stívliga 220 000 fólkum í 1980-árunum til o.u. 84 000 fólk nú, hetta er ein avleiðing av út­lokali­ sering, einskiljingum og øðr­um átøkum at umskipa. Skerj­ingarnar bera í sær, at ríkið skarvar av tænastum sínum til borgararnar. Hetta hevur við sær, at borgararnir hava ikki longur rættindi á jøvnum føti. Serstakliga teir borgarar, sum búgva burtur á bygd, hava sannað, at grund­ leggjandi rættindi eru versn­ að. Í Íslandi hava vit verið undir trýsti líka síðan banka­ kreppuna í 2008. Viðfevndar skerjingar hava verið gjørdar í heilsu-, vælferðar- og út­ búgvingarskipanunum. Tær strategisku skerjingarnar, sum úr stuttum sjónar­horni vóru ein liður í endur­reis­ ingini eftir kreppuna, hava ávirkað styrkina í lands­fyri­ sitingini tann skeiva vegin. Í mongum førum hava løn­ irnar hjá starvsfólkunum ver­ið skerdar, og talið á fólki í almennum starvi er minkað. Úrslitið er, at arbeiðsbyrðin hjá starvsfólkunum, ið eftir eru, er vorðin tyngri, og al­ menna tænastan til teirra, sum hava tørv á at fáa veittar al­mennar tænastur, er versn­að. Nú er løtan komin at byggja upp íslendska væl­ferðarsamfelagið, so at var­andi skaðar ikki verða framdir. Almenni geirin má endurnýggja seg, so hvørt sum vit møta nýggj­ um avbjóðingum. Vit vilja síggja ein stat, sum er pro­ fessio­nellur, nýskapandi og smid­ligur, og sum verður ser­merktur av samstarvi mill­um allar partar. Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broyt­ingar seinastu tíðina. Ógvus­lig skatta­broyting við at undan­ skatta og seta í gildi flatskatt fór fram í bráðum skundi uttan stundir og vilja til grein­ ingar og uttan atlit at teim­um hørðu mótmælunum. Flat­ skatturin og minkaða skatta­ inn­krevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera vælferðar­ samfelagið og almenna geir­an veikari. Um somu tíð vænta borgararnir sær væl­ferðar­ tænastur av høgari dygd. Hesi seinnu árini hava verið eyðkend av skerjingum og samanleggingum. Nú upp­liva vit eisini beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftir­ litsstovni og demokratiskar spælireglur verða lítisvirdar. At landið ætlar at veita borg­ arunum somu tænastur við minni peningi, setur enn størri krøv til starvsfólkini hjá tí almenna, og almenni geirin er undir hørðum trýsti. Vend má koma í og álit byggj­ ast upp. Vit, ið umboða tey, sum starvast í lands­fyri­sit­ing­un­ um í Norðurlondum, kenna ein ampa á okkum. Hetta eru tíverri ikki einstakar hend­ingar, vit peika á, tað er eitt rák, sum má fáast aftur á beint. Kreppurnar hesi seinnu árini stinga djúpt hjá mong­um londum í Evropa. Til tess at standa seg í kreppum og vanlukkum krevjast sterk lond við einum væl mentum myndugleikabygnaði. Ar­ beiðsloysi, ógvuslig bú­skap­ ar­lig afturgongd og um­ hvørv­isvanlukkur krevja úr longum sjónarhorni íløg­ur í førleikamenning og undir­ støðukervi. Ábyrgd­ina av hesum mugu okk­ara fólka­ valdu taka á seg og taka tey stig, sum krevj­ast til tess at menna al­mennu fyrisitingina í Norður­lond­um. Norðurlond skulu hava landsumsiting í heimsflokki Árni Jónsson Antti Palola Rita Bundgaard Selma Ellingsgaard Pål Arnesen Britta Lejon Formaður, SFR Formaður, Pardia Forkvinna, HK-Stat Forkv; Starvsmannafelagið Formaður, YS Stat Forkvinna, ST Island Finnland Danmark Føroyar Noreg Svøríki