Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Síðani 1995 hevur Magni Arge sitið í stjórasessinum í einasta før­oyska flog­felag­ num, At­lan­tic Airways. Hós­ dag­in tann 28. mars kann felag­ið há­tíð­ar­halda sín 25 ára føð­ing­ar­dag. Fleiri týdningarmiklar broyt­ingar og stórar hend­ ingar hava verið hesi 25 árini, At­lantic Airways hevur flog­ ið føroyingar út um land­odd­ ar­nar. - Eitt stórt stig fyri felag­ið var uttan iva, tá vit tví­fald­ aðu flotan í ár 2000, tá vit fingu okkara næsta flogfar. Eisini tá vit tóku upp leiting og bjarging, var tað rættiliga stórt. Men størsta løtan fyri felagið var, tá vit fingu air­ bus­s­in. Tað var nakað heilt ser­ligt, sigur Magni Arge. Má tola kritikk Sum stjóri í einum felag, sum tey flestu hava eina meining um, slepst ikki undan eisi­ni at fáa atfinningar. Men tað er ikki nakað, sum darv­ar náttar­svøvnin hjá flog­felag­ stjóra­num. - Eg má tola at fáa kritikk. Tað er ein partur av ar­beiði­ num, og nakað eg má taka við. So leingi eg havi góða sam­vitsku við tí, eg geri og av­rik­ið hjá felagnum, havi eg tað gott, sigur Magni Arge, sum tó eisini sigur seg kunna blíva beinleiðis keddan, tá fólk siga ósatt um hann sum stjóra ella felagið. - Eg kann gott blíva kedd­ ur, tá okkurt órættvíst verð­ ur sagt. Øll skilja ikki altíð, at vit sum eitthvørt ann­að felag mugu hava saman­hang millum inntøkur og út­reiðsl­ ur, greiðir Magni Arge frá. At fólk javnan finnast at ferðaseðlaprísinum og hava hug til at kjakast hesar prís­ ir­nar og felagið sum heild, held­ur flogfelagstjórin vera einki minni enn natúrligt. - Eg skilji tað væl. Býrt tú í ein­um oyggjasamfelag, hava tey flestu brúk fyri at koma eitt sindur burtur, síggja onn­ur ting og fáa fríska luft so at siga. Sjálvur haldi eg, at øll skuldu sloppið út í heim minst tvær ferðir um ár­ið. Tað hevði verið sunt fyri fólkasálina, sigur Magni Arge, sum vísir á, at prísirnir á flog­ferða­seðlu­num, sum fólk javnan finnast at, ikki fáa verið nógv øðrvísi, enn teir eru. - Sum heild haldi eg, at vit levera eina góða vøru. Tað, sum kann órógva meg, er, tá fólk byrja at kjakast um ferða­seðla­prísir uttan at seta tað upp ímóti nøkrum og uttan vita, hvussu tað heila hong­ur saman. Stórtrívist sum stjóri At vera stjóri í Atlantic Air­ ways merkir eisini, at tú ert ein almennur persónur. Ein leik­lutur, sum Magni Arge ikki hugsar stórvegis um. - Tað er ikki nakað eg hug­si um, tí eg havi verið ein almennur persónur í nógv ár eftirhondini. Eg kom jú frá fjølmiðlaverðina, har tú held­ur ikki ert ókendur. Eg haldi, at tú venur teg við at vera eitt kent andlit, men eg vil siga, at við árunum verður tú mini áhugaður í at vera tað, sigur Magni Arge. Ikki er óvanligt, at fólk, hann annars ikki kennir, seta seg í samband við seg. - Nú samskifti eg dagliga við rættiliga nógv fólk, og hóast fólk venda sær til mín um bæði eitt og annað, ið viðvíkur Atlantsflogi, so kenni eg tað ikki, sum at nógv­ur ófriður er á dagliga og privat, fortelur Magni Arge, sum tó sigur tað vera løtur, har hann ikki er so áhug­að­ur í at práta og kjak­ ast um evni, sum snúgva seg um flogfelagið. - Viðhvørt tá eg eri í onkr­ ari veitslu ella stórum føð­ ing­ar­degi koma fólk yvir til mín, og tað er ikki altíð, at tú hevur hug til at luttaka í ein­um kjaki júst tá. Hinvegin tá fólk koma til mín og bera fram síni sjónarmið, fái eg møgu­leika fyri at greiða teim­um frá, hví tingini eru, sum tey eru. Tað er partur av mín­um arbeiði og í ein ávísan mun eisini mín uppgáva at kunna fólk um felagið. Setir høg krøv Starvið sum stjóri í Atlantic Air­ways fer við nógvari tíð og orku, og fyri stjóran tel­ur ein vanlig arbeiðsvika sum oftast millum 70 og 80 ar­ beiðs­tím­ar. - Hetta er ivaleyst eitt tað mest spennandi starvið, sum eg kann ímynda mær í Føroyum. Vit skapa týdn­ing­ ar­miklar umstøður, arbeiða inter­nationalt og lokalt, og so skapa vit arbeiðspláss her heima, sum ikki eru tengd at fiski­vinnu, sigur Magni Arge og vísir á, at felagið skapar eini 172 ársverk í Føroyum. Høg krøv verða sett til flog­ferðslu, og Magni Arge set­ur eisini høg krøv til síni starvs­fólk. - Tað geri eg, tí krøvini rund­an um okkum eru høg. Skulu vit røkja okkara upp­ gávu sum flogfelag til ful­ nar, eru vit øll noydd til at liva upp til ávís krøv, sum við­skiftafólkini seta einum flog­felag, sigur Magni Arge og heldur fram: - Eg síggi meg sum diri­ gent í einum stórum orkestri. Alt skal spæla saman, fyri at góðir tónar skulu kunna hoyr­ast, og soleiðis er eisini við Atlantic. Skulu starvs­fólkini í felagnum vera eldhugað, má eg eisini vera tað. Hóast tað til tíðir kunnu verða langir og strævn­ir dagar, síggi eg tað samstundis sum eitt privi­ legi­um at vera stjóri í Atlan­ tic Airways. Stord rakti djúpt Tá Magni Arge lítur aftur á tey 25 árini, Atlantic Air­ways hevur verið til, eru tað fyri tað mesta gleðiligar og posi­ tivar upplivingar, ið renna hon­um til hugs. Tó er tað ein hending, ið hann vildi ynskt, ongan­ tíð kom fyri. Tann 10. Okto­ ber í 2006 hendi synd­ar­ liga flogvanlukkan í Stord í Noregi, har eitt av flog­førun­ um hjá Atlantic Airways fór av breytini. Ein føroysk flog­ terna doyði í vanlukkuni. - Tað, sum hendi í Stord, rakti meg ógvuliga meint og ger tað enn. Eg vil siga, at tað er helst tað harðasta, eg havi upp­livað, sigur Magni Arge. Vanlukkan hevði stóra ávirk­an alt felagið, og sum stjóri kendi Magni Arge eitt stórt trýst á sær hesa tíðina. - Øll, sum vóru rundan um felag­ið, høvdu tað tungt, men tey, sum vóru harðast rakt, vóru tey, sum mistu, sigur Magni Arge. Hendingin er nak­að, hann ongantíð kemur yvir. - Tú kanst ikki gera annað, enn royna at læra teg at liva við tí, sigur Magni Arge og held­ur fram: - Í einum slíkum føri er tor­ført at tosa um nakað gott kom burturúr, men eg hugsi, at líka síðani hava vit meir enn nakrantíð lagt dent á at menna felagið og alt sum er rund­an um trygd, og kanska tað er gott. Vit kunnu ikki ann­að enn at gera alt, vit eru ment, fyri at syrgja fyri at slíkt ikki hendir aftur. Ræðist ikki kapping Tíbetur hava tað verið ein yvirvág av góðum upp­living­ um hesi 25 árini hjá Atlantic Air­ways. Og tað eru eisini tær løtur­nar, sum gera, at Magni Arge klárar at handfara trupl­ar og strævnar støður, tá tær íkoma. - Eg hevði ikki kun­na hildið út at sitið í stjóra­sessi­ num, um eg ikki hevði eina røð av góðum hendingum, sum gera, at eg fái brennievni til at halda fram. Eingin ivi um tað, sigur Magni Arge. Sum nú er, er flogfelagið a­leina um at flúgva ferðafólk til og úr Føroyum, og Magni Arge stúrir ikki fyri, hvat tað fer at gera við felagið, um so er, at eitt lágprísselskap skul­ di komið og flogið til Føroya summar­mánaðirnar. - Vit kappast aðrastaðni, so tað er ikki nakað sum er fremmant fyri okkum, vit hava jú eisini roynt at verið í kapping við Maersk og eitt skifti eisini eitt annað før­ oyskt flogfelag. Eg eri ikki bang­in fyri kapping, men síg­ gi tað sum eina avbjóðing sum alt annað, sigur Magni Arge. Hann dugir tó at síggja, at eitt størri útlendskt fe­lag kann hava ávísar fyri­mun­ir, men heldur at før­oyska flog­ felag­ið hevur størs­ta størsta fyr­i­munin, tá saman­um kem­ ur. - Vit hava støð í Føroyum, kenna marknaðin og tørvin stak væl. Og so hava vit eisi­ ni størstu royndirnar við at flúgva upp á Føroyar, sigur Mag­ni Arge og heldur fram: - So skuldi tað hent, at okk­urt annað felag bjóðar seg fram, taka vit sjálvandi kapp­ing­ina upp. Eg trívist fínt við kapping. - Tað er natúrligt, at fólk taka støðu til eitt felag, sum er so sentralt í samfelagnum, sum okkara flogfelag er. Og í hesum starvinum mást tú tola kritikk. Soleiðis sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sum hesa vikuna fyllir 25 ár Eg má tola kritikk Eg síggi meg sum diri­gent í einum stórum orkes­tri. Alt skal spæla sam­an, fyri at góðir tón­ ar skulu kunna hoyrast