Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Microsoft-stovnarin Bill Gates lovar nú 600.000 krónur í samsýning til tann, sum kann finna uppá eitt betri slag av hítum. Gates-grunnurin sigur í einari fráboðan, at menn eru ikki so fegnir um at brúka hít, tí hon ger, at teir njóta ikki ta løtuna til fulnar. Tann nýggja hítin skal fáa menn at hugsa øðrvísi, sigur grunnurin. Sum er brúka 750 milliónir menn hít, men tann nýggja hítin skal fáa fleiri at brúka hít. Tað er í hvussu er tann greiða støðan hjá tí danska krabba­ meinsfelagnum. – Enn vita vit ikki nóg mikið um akrylamid, til at vit kunnu mæla fólki til at broyta matvanarnar. Vit eru rættiliga vís í, at evnið er krabbameinselvandi, men kortini er neyðigt við fleiri kanningum, sigur Anja Ol­ sen, sum er granskari hjá Kræft­ens Bekømpelse. Tá matvørur verða hitaðar meiri enn 120 stig, kemur evn­ ið akrylamid í tær. Tað er líka mikið, at matvøran verður hit­að í ovni, á pannu ella á grill, og so kann tað vera nær­liggjandi at strika eitt nú chips av matkortinum, tí tað er sum kunnugt ein matvøra, sum er heilsuskaðilig av øðr­ um orsøkum. – Hinvegin vita vit, at rug­breyð er sunt, sjálvt um akryla­mid kann vera í tí, sigur Anja Olsen. Danski matvøru­málaráð­ harrin, Mette Gjerskov, hevur sagt, at hon vil hava ES- heilsu­myndugleikarnar at kanna málið um akrylamid nærri fyri at vita, hvat skal gerast. Vit skulu framvegis eta breyð og epli At tað krabbameinselvandi evnið akrylamid er í eplum og breyði skal ikki fáa okkum at gevast at eta breyð og eplir Miðskeiðis í 1980-ár 6unum fingu fleiri kvinnur sáð frá danska sáðgevanum Henrik Koch, men nú vísir tað seg, at hann hevði eina álvarssama og arviliga krabbameinssjúku, uttan at hann visti tað. Avleiðingin av tí er, at eftir øllum at døma hava millum fimm og tíggju av sáðgeva- børnum hansara arvað krabbameinssjúkuna. Í 1997 kom Henrik eftir, at hann hevði sjúkuna. Hann boðaði alt fyri eitt læknunum frá, men eitt læknaráð í Keypmannahavn gjørdi av at leggja málið í skuffuna. Ráðið helt, at tað fór at verða ov torført at finna børnini, og harafturat hevði eitt tílíkt stig verið í andsøgn við ta donsku regluna um anonymitet í sambandi við sáðgeving. Í dag er Henrik Koch 60 ára gamal, og nú hevur hann valt at fara í bløðini við søgu síni. Á tann hátt vónar hann, at familjurnar, sum hava fingið børn við sáði frá sjúkrahúsinum í Hvidovre í árunum frá 1979 til 1983, lata børnini kanna. -Hetta snýr seg ikki um meg, men kann hetta bjarga so mikið sum einum barni frá einari deyðiligari sjúku, so havi eg gjørt tað rætta, sigur Henrik Koch við Berlingske. Sjúkan, sum Henrik ber, eitur Lynch-syndrom og er sum sagt lívshættislig, men fáa fólk ta neyðugu viðgerðina nóg tíðliga, hava tey góðar møguleikar. Sáðgevi hevði arviliga sjúku Hóast ein danskur sáðgevi kunnaði myndugleikarnar um, at hann hevði eina arviliga sjúku, bleiv málið lagt til viks Flakið í pakkanum kann vera fryst og tiðnað fleiri ferðir, uttan at tað verður upplýst Lagt til rættis: Árni Joensen Tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at fólk raka skaphárini burtur, men tað er ikki heilt vandaleyst. Summi brúka saks, onn­ur rakimaskinu ella -rakiknív, og upp­aft­ ur onnur brúka okk­urt smyrsl, sum bein­ir skap­ hárini burt­ur. Men sam­ bært ser­kunn­leik­anum kann tað hava sínar av­ leiðingar. Í einum vísindatíðarriti skriva franskir húð­ gransk­arar, at vandin fyri húð­virus veksur, tá fólk koyra skaphárini av kropp­inum. Teir siga, at tey seinastu tíggju árini hava læknar staðfest nógv­ar tilburðir av pox­vir­ us­inum Molluscum con­ tagiosum ella MCV, sum gevur pirrur ella bløðrur. Virusið smittar við, at fólk nema við hvørt annað og við kynsliga samveru. Í einari frágreiðing skriva teir fronsku ser­ frøð­ingarnir um 30 fólk, sum komu til lækna, tí tey vóru smittað við MCV, og at 27 teirra høvdu rakað skaphárini av sær. Niðurstøðan hjá læknunum er, at tá skap­ hárini verða koyrd burtur, verður eitt lítið sár eftir, og har búnast MCV-virusið. At enda ein vegleiðing frá teimum fronsku granskarunum: Tað vísir seg, at vandin fyri at fáa virus er nógv minni ella kanska eingin, um fólk brúka lasertól heldur enn rakimaskinu, tá tey koyra skaphárini av sær. Ikki vandaleyst at raka skáphárini av sær