týsdagur 26. mars 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Ljósið
Edith í Jákupsstovu 3.juli 1916 – 22.mars 2012
Takk mamma! Og hjartaliga takka vit øllum, sum vóru
um mammu seinastu árini og góvu henni eina virðiliga
jarðarferð.
Børnini
Eg lá á tí sólhitaða bønum
og stardi upp í ljósið
himmalin og sólina
kanska fór eg at síggja
afturum
sólina
kanska fór eg at síggja ein
eingil
Eg varð tilkomin
og stardi framvegis ímóti
ljósinum
nú var tað annað eg
stardi ímóti
kærleikanum
eydnuni
Eg gjørdist eydnusom
við hjúnafelaga
børnum og
heimi
Gøtan var ikki altíð
líka sløtt
tað skurvuta á vegnum
setti skýggj fyri
ljósinum
Og tó! gevur tú
ljósinum
sólini
rúm at lýsa
afturum skýggini
so hon vinnur á
skurslinum
Tá kennir tú teg
hóast gránaða hárið
eins og barnið
ið starir ímóti
ljósinum
sólini
Edith
Eins og undanfarin ár skipa
brøðrasamkomurnar
við
Skálafjørðin fyri fundum á
páskum. Sum vanligt hevur
verið í fleiri ár, hava hesir
páskafundir byrjað í Nerija
á Skála, og hava síðani hild
ið fram í ítróttarhøllini í
Runavík. Í ár verður tað ikki
soleiðis, tí arbeiði fer fram í
sambandi við høllina.
Páskafundirnir byrja í
Nebo á Toftum skíriskvøld
og langa fríggjadagskvøld.
Páskaaftan verður farið yvir
um
fjørðin.
Leygardagin
og fyrra páskadag verða
fundirnir í Ítróttarhøllini á
Skála. Hetta er fyrstu ferð, at
páskafundirnir verða hildnir
í høllini á Skála. Páskafund
irnir enda sunnukvøldið.
Sí skránna á evr.fo
Páskafundir við
Skálafjørðin