týsdagur 2. apríl 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 20-21
Sterk
fyribyrg
ing loftar
trupulleika
Tøkni síða 25
Heims
ins hvass
asta sjón
varp
Tað er ikki hissini skoðsmál, sum
formaður Miðfloksins gevur sam
gonguni, nú játtanarkarmarnir eru
lagdir fyri tingið og koma til við
gerðar í dag.
Nú hevur Jenis av Rana so ofta
talað at og hótt við at taka seg og
flokkin úr samgonguni, at hetta
verður ikki tikið fyri fult longur – í
so máta fer søgan uttan iva at end
urtaka seg hesaferð. Sjálvur leggur
hann dent á, at hann hevur størri
ávirkan í samgonguni enn uttanfyri,
hóast hann kallar politikkin, sum
hann sjálvur er við til at føra, fyri
eina vanlukku.
Passar tað, sum formaður Mið
floksins førir fram, so eru tær
stóru linjurnar hjá samgonguni
ikki serliga væl trektar. Tí Jenis av
Rana sigur, at arbeitt verður bara
fram eftir fummum. Hann sigur,
at partur av játtanarkarmunum
eru bara leysir pástandir og púra
órgrundaðir, at ongar kanningar
eru gjørdar, sum greina viðurskifti
nærri, og at hann ætlar sær at biðja
Kaj Leo Johannesen koma á fund
fyri at siga honum, at hann skal fáa
skil á fíggjarpolitikkin og krevja, at
tey ymsu tiltøkini í játtanarkarmu
num verða eftirkannað.
Jenis av Rana nevnir í samrøðu
her í blaðnum fleiri dømi um ræðu
myndir av illa grundaðum og óum
hugsaðum fíggjarpolitikki:
Flatskatturin er sambært hon
um ein vanlukka, sum ikki fekk ta
ávirkan, sum samgongan lovaði.
Hann hevur ikki fingið meira ferð á
samfelagið – og ta framgongd, sum
vit hava sæð, hevur uppsjóvarfiski
skapurin heiðurin fyri, sigur Jenis
av Rana.
Avtøkan av Landsbankanum er
ein »fiks idé«, sum saman við øllum
hinum bara førir til órógv í samfel
agnum.
Tá hetta er skoðsmálið, sum ein
av
samgonguflokkunum
gevur
sínum egna politikki, so kundu
vit spurt Jenis av Rana, um hann
als onga ávirkan hevur á sín egna
flokk, og hvat tað er, sum fær hann
at halda fram í samgonguni, tá skil
ið er so ringt sum tað er.
Er tað bara taburettin, sum telur
hjá Jenisi av Rana? Hevur tað so
stóran týdning fyri Miðflokkin at
pynta seg við einum landsstýris
sessi?
At skaðin er minni við Miðflokk
inum innanborða, tað man vera ein
sannleiki við modifikatiónum – tí
tingsessirnir hjá Miðflokkinum
gera samgonguni hvørki frá ella til,
sum løgmaður fleiri ferðir hevur
víst á:
– Dámar tær ikki luktin, so far!
Innantómur politikkur?
Seinni í hesum mánaðinum
verður spakin settur í fyri
nógv umtalaða skúladepl
inum við Marknagil, sum
fekk neyðuga eykajáttan frá
Løgtinginum herfyri, og so
statt kann fara í gongd seinni
í mánaðinum.
Landsverk hevur júst sett
Hans Paula K. Henriksen –
vanliga nevndur Palli Henrik
sen – í starv sum verkætlan
arleiðara fyri Føroya størstu
byggiætlan nakrantíð.
– Tað er ein royndur
maður innan verkætlanar
leiðslu, sum Landsverk hevur
sett at stýra byggingini av
nýggjum skúladepli. skrivar
Landsverk.
Palli Henriksen, sum er 52
ára gamal og útbúgvin bygn
ingsverkfrøðingur,
hevur
havt ábyrgd av fleiri stórum
verkætlanum. Hann kemur
úr einum starvi sum verkætl
anarleiðari hjá Tórshavnar
Kommunu, har hann millum
annað hevur staðið fyri
nýggja
Boðanesheiminum
og Skúlanum við Løgmann
abreyt.
Áðrenn Palli Henriksen
kom í starv hjá kommununi,
var hann verkætlanarleiðari
fyri Samtakið Hoyvíkshagin
Suður – millum J&K Petersen
og Byggitek – ið er størsta
einstaka útstykking í Føroy
um higartil.
Ewald Kjølbro, stjóri á
L a n d s ve rki ,
fegnast
um,
at tað hevur
eydnast fingið
ein væl skikk
aðan
avloys
ara fyri Heina
Trónd Hansen,
sum framman
undan stóð á
odda fyri verk
ætlanini, men nú er farin í
annað starv í Danmark.
– Talan er um eina sera
stóra uppgávu, og tí var tað
týdningarmikið, at vit fingu
rætta persónin at leiða verk
ætlanina við Marknagil. Tað
ivist eg ikki í, er eydnast okk
um við hesi setanini, sigur
Ewald Kjølbro.
Palli Henriksen, sum eis
ini hevur havt egna tekni- og
ráðgevingarfyritøku innan
byggivinnu, sær fram ímóti at
taka við nýggju uppgávuni.
– Ongin ivi er um, at tal
an er um eitt ódnartak, men
samstundis er hetta ein
ómetaliga spennandi avbjóð
ing, sum eg ikki kundi siga
nei til, sigur nýggi verkætl
anarleiðarin.
Palli Henriksen tekur við
nýggja starvinum á Lands
verki 1. mai.
Javnan verður í loftmiðlum og
øðrum miðlum tosað um “eina
røð” av onkrum. Ein politikari
skrivar um “eina røð” av
ósvaraðum spurningum, og á
eini heimasíðu fáa vit at vita,
at tað er “ein røð” av størri og
smærri trupulleikum í komm
unulæknaskipanini. Og eina
staðni stendur at lesa, at í eini
handilsmiðstøð er “ein røð av
handlum”. Kringvarpið skrivar
einastaðni, at løgmaður skal
hava sagt, at “ein røð av átøk
um” eru á veg, sum skulu basa
arbeiðsloysinum í Føroyum.
Og at “ein røð” av felags eyð
kennum ganga aftur í teimum
ymsu bankamálunum.
Hetta er ein donsk orð
ing – helst komin úr enskum.
Her skal havast í huga, at í
føroyskum eitur tað “nógvir
ósvaraðir spurningar”, “nógv
ir handlar”, og tað kunnu
vera
“nógvir”
ella
“fleiri”
trupulleikar við eini skip
an, ella kanska “nógv brek”.
Og tað kunnu vera “fleiri
átøk” á veg, og okkurt kann
hava “fleiri “ ella “nógv felags
eyðkenni”.
Ein røð er ymist, ið verð
ur skipað soleiðis, at mynd
að verður ein (bein) linja (í
rúmi el. tíð), t.d. bíðirøð. Tað
ber eisini til at tosa um eina
bókarøð, t.e. fleiri saman
hoyrandi bøkur, og vit kunnu
tosa um eina greinarøð, ið er
blaðgreinir prentaðar í fleiri
fylgjandi bløðum.
Í frálíku handbókini “Orð
og orðað” nevnir Svenn
ing Tausen fleiri dømi um,
hvussu vit kunnu orða okk
um, so tað slepst undan at
nýta orðingina “ein røð”.
Hetta er ein sera hent bók
hjá øllum, ið starvast í miðlu
num. Høvundurin hevur ver
ið ráðgevi hjá útvarpi og sjón
varpi, og dømini í bókini hava
samband við hetta arbeiði.
Ein røð – fleiri, nógv
Hevur landsstýrissessurin so
stóran týdning fyri Miðflokkin?
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Palli Henriksen á økinum í Marknagili, har spakin til
Marknagilsdepilin verður settur í fyrsta dagin
Palli stýrir Marknagili