Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Fíggjarpolitikkinum hjá hesi samgonguni er ein van­ lukka á nógvum økjum. Tað sigur Jenis av Rana, fo­r­maður í Miðflokkinum, sum sjálvur er í samgongu. Í dag, sama dag sum Løg­ ting­ið fer at viðgera játtan­ar­ karm­arnar, staðfestir Jenis av Rana, at tað er ikki semja í sam­gonguni um játtanar­ karm­ar­nar, sum Jørgen Nicla­sen, lands­stýris­maður í fíggjar­málum, legði fyri Løg­ ting­ið beint fyri páskir. Sjálvur tekur hann ikki undir við fleiri pørtum av játtanar­karmunum. Men hann leggur afturat, at hann visti heldur ikki av nógv­um av tí, sum stend­ur í sokallaðu fíggj­ar­polit­iska stevnu­miði­num hjá sam­ gongu­ni, sum játtan­ar­karm­ ar­nir eru. - Samgongan er als ikki kunn­að um nógv av tí, sum stend­ur í játtanarkarmunum. Tí hevur hann nú biðið for­menninar í hinum trimum sam­gonguflokkunum um fund, at fáa greiði á støðuni. Hann kallar ein part av játtan­ar­karmunum fyri leysar pástandir, sum eru púra ógrundaðir og har ong­ ar kanningar eru gjørdar at grei­na fíggjarligu og sam­ felags­ligu avleiðingarnar av tí, sum ætlanin er at fremja. - Á fundinum ímillum floks­formenninar, fari eg staðiliga at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mann, um at fáa skil á fíggj­ar­ politikkin og krevja, at tey ymsu tiltøkini í játta­n­ar­ karm­un­um verða eftir­kann­ að, sigur Jenis av Rana. - Løgmaður má tryggja, at tey tiltøk, samgongan setir í verk, verða eftirkannað, tí samgongan kann ikki loyva sær at føra ein fíggj­ar­poli­ tikk, sum er grundaður á innan­tóm rakstrarróp og brád­liga íkomin hugskot, hjá einum landsstýrismanni sum als ikki eru kannað og eftir­mett, staðfestir for­mað­ u­r Mið­floksins. - Men at fara úr sam­ gongu­ni vil Jenis av Rana ikki tosa um - ikki enn í hvus­ su so er. - Men øll hava síni mørk, og tað havi eg eisini og vit taka støðu frá ferð til ferð, sig­ur Jenis av Rana. Akkurát, hvar markið er, vil hann kortini ikki út­ greina. - Vit meta framvegis, at vit hava størri ávirkan innanfyri enn uttanfyri. Men gongdin í ár verður kanska sum í fjør. Tá ið fíggjar­lógin fyri í ár varð løgd fram í heyst, var tað mesta av fíggjarkarmunum, longu slept og av tingsins røðara­palli bað løgmaður rætt og slætt tingfólk tvei­ta játtan­ar­karmarnar í rusk­ spann­ina. - Tað verður nokk sama støða í ár, sigur Jenis av Rana. Ein ræðumynd Jenis av Rana nevnir flat­ skattin, sum eina ræðumynd av illa grundaðum og óum­ hugs­aðum fíggjar­poli­tikki. - Hann er ein vanlukka, tí hann hevur als ikki havt tað ávirk­an, limir í samgonguni førdi fram, at hann fór at fáa. - Flatskatturin varð latin teim­um, sum ikki høvdu brúk fyri honum og tískil hevur hann hevur als ikki sett gongd á samfelagið. Er meiri ferð komin á samfelagið, er tað eina og aleina takkað ver­ið uppsjóvarfiskinum og tað hevur einki sum helst við flat­skattin at gera. - Avtøkan av Lands­banka­ num, er eisini eitt úrslit av eini ”fixari idé”, har einki varð kannað og greinað framman­ undan, og sum ikki fer at føra nakra sparing við sær. - Alt hetta hevur ikki ført til annað, enn at elva til órógv í samfelagnum, uttan at nakað er komið burtur úr. Púra ókent Jenis av Rana staðfestir, at eft­ir játtanarkarmunum, sum nú eru lagdir fram, er æt­lan­in enn einaferð at seta óg­rund­að og illa umhugsað til­tøk í verk. - Og nógv av tiltøkunum vita hvørki vit í Mið­flokki­ num, ella onnur í sam­gongu­ ni, als einki um. - Vit vita einki um ætlan­ ina at leggja lestrarstuðul um til lán. Tað er eisini ein so óvinar­lig heilsan til okkara ung­dóm, at tað kunnu vit ikki taka undir við, sigur Jenis av Rana. - Hetta hevur hevur verið frammi í samgonguni, men tað varð sópað av borðinum. So­statt er tað heilt óskiljandi at síggja hetta á prenti í játtan­ar­karminum nakrar dagar seinni. Í fíggjarkarmunum í fjør, varð avtalað, at rentu­frá­ drátt­urin til sethúsaeigarar skul­di lækka eitt prosent um ár­ið. Tí skilir Jenis av Rana ikki, hví tað nú stendur í játtanarkarmunum, at rentu­ frá­drátt­ur­in skal lækka enn meiri enn tað sum er av­talað, tí tað er ikki nevnt í sam­ gongu­ni við einum ein­a­sta orði. - Í fjør var tað sama frammi, men tá søgdu sam­ gongu­limir kortanei. Men í ár lótu tey bara vera við at spyra, men seta tað í kortini. - Sostatt skulu vit brádliga gera tað óliviligari í Føroyum, bara tí onkur í samgonguni brád­liga fær eitt hugskot, sum als ikki er eftirkannað, stað­festir formaðurin í Mið­ flokki­num. Miðflokkurin veit held­ ur einki um, at ætlanin er at hækka prísirnir á ferða­seðl­ um hjá Strand­ferðsluni. - Samstundis, sum tosað verður um at lækkað prísin á ferðaseðlum út í heim, er sostatt ætlanin at hækka ferðaseðlaprísin hjá einum lítlum parti av fólkinum, sum ikki hava fast samband, stað­festir formaðurin í Mið­ flokki­num. Somuleiðis staðfestir hann, at í samráðingunum um karmarnar, hevur tað held­ur onki verið frammi um at útveita almennar tæn­ast­ ur og samanleggja stovnar - Tí er hetta eisini ein ætl­ an, vit púra einki vita um, og har avleiðingarnar als ikki eru kannaðir, sigur Jenis av Rana. - Eg veit ikki, hvaðani tað kemur frá, at tað ber til at spara 15%-20% av útreiðslu­ num við saman­leggi­ngum og út­veit­ing­um. Og so verður løg­frøði enntá nevnt sum eitt øki, sum skal útveitast. Er tað nakað, sum kostar kass­an, eru tað privatir løgfrøðingar, so hetta er bara eitt prógv um, hvussu lítið skil er í, sigur Jenis av Rana. Eitt annað brádliga íkom­ ið hugskot er, at nú skulu al­ menn starvsfólk ikki longur fara frá, tá ið tey fylla 70, men skulu sleppa at arbeiða longri. - Hvussu kunnu vit tað, sam­stundis sum vit hava stórt ungdómsarbeiðsloysi og hvussu kunnu vit lokka fólk heimaftur, tá ið ongi størv eru til tey, spyr Jenis av Rana. - Hetta er aftur eitt tekin til tey ungu um, at tey verða ikki raðfest. - Ein politiskur bólkur arbeið­ir við eini heilt nýggj­ ari pensjónsskipan og so verð­ur ein bumba, sum hen­ da bara tveitt í Løgtingið, utt­ an at nakar veit um tað, sigur Jenis av Rana. Innantóm rakstrarróp og ógrundaðir pástandir JÁTTANARKARMAR Á nógvum økjum er fíggjarpolitikkurin hjá hesi sam­gonguni er ein van­lukka, sigur Jenis av Rana, for­mað­ur í Mið­flokki­num, sum sjálvur er í samgongu Alt hetta hevur ikki ført til annað, enn at elva til órógv í samfelagnum Ein fix idé Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni er ein fix idé av brádliga íkomnum hugskotum og innantómum rakstrarrópum, og tað má halda uppat, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins í lemjandi atfinningum at førda fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni