týsdagur 2. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Sambært fíggjarkørmunum,
ið vórðu lagdir fram í dymbil
dagavikuni, verður yvirskot
á fíggjarlógini í 2016. Heilt
neyvt
verður
yvirskotið
tríggjar milliónir krónur í
2016, og harvið er yvirskip
aða málið hjá landsstýrinum
intakt.
- Landsstýrið vil spara
fyri at fáa hallið burtur, og
samstundis økja um virk
semið fyri at halda sam
felagshjólunum
ígongd.
Tað er ein balansugongd, ið
krevur neyva stýring, stað
festir Sverri Hansen, formað
ur í Búskaparráðnum.
Balansugongdin millum
trýstið á útreiðslubremsuna
og speedaran hjá føroyska
samfelagnum er langsigtaða
avbjóðingin, ið kemur afturat
aktuellu avbjóðingini at fáa
komandi fíggjarlóg at passa
niður í trongu karmarnar, ið
landsstýrið hevur lagt fram.
- Tað verður ein avbjóðing
at fáa komandi fíggjarlóg
at hanga saman innan fyri
karmarnar, men stóra av
bjóðingin er at røkka yvir
skipaða málinum um yvir
skot í 2016, sigur Sverri
Hansen.
Fíggjarkarmarnir
eru
yvirskipaða stýringsamboðið
fyri fíggjarpolitikkin næstu
árini. Tað vil siga, at tølini
kunnu justerast, tó innan fyri
karmarnar. Men formaðurin
í Búskaparráðnum hevur
fest seg við, at tey bæði árini
aftaná 2014 reisa spurningar.
- Eg kann bara staðfesta
út frá fíggjarkørmunum, at
í 2015 og 2016 ætlar lands
stýrið øðrumegin at lækka
íløgurnar
og
hinumegin
væntar man, at inntøkurnar
vaksa. Eg sigi ikki, at hetta
ikki ber til, men tað er so ein
avbjóðing at fáa bæði tingini
at ganga upp í eina hægri
eind, sigur Sverri Hansen.
Formaðurin í Búskapar
ráðnum vísir á, at sambært
landsstýrinum
fara
inn
tøkurnar úr 4,5 milliardum
krónum í 2014 upp í góðar 4,7
milliardir í 2016. Harafturat
koma framskrivingar. Sama
tíðarskeið minka íløgurnar
úr 323 milliónum niður í 253
milliónir.
- Hetta verður ein avbjóð
ing at fáa at ganga upp. Tøl
ini liggja jú til grund fyri at
røkka yvirskipaða málinum
hjá landsstýrinum um yvir
skot í 2016, og tí má tað takast
fyri fult. Men tað er ein góð
ur spurningur, hvat lands
stýrið byggir sínar metingar
á, sigur Sverri Hansen.
Tilfeingisgjaldið
Sambært fíggjarkørmunum
skulu fiskivinnan og alivinn
an rinda 145 milliónir krónur
í tilfeingisgjaldi um árið,
næstu árini.
- Ja, politiska skipanini
hevur tosað um tilfeingis
gjøld í nøkur ár eftirhondini,
og
ymiskar
royndir
eru
higartil gjørdar, uttan at nak
ar leistur er funnin. Búskap
arráðið mælir yvirskipað til
at skatta óvanligar inntøkur,
og so er tað upp til politik
ararnar at finna ein leist, ið
samstundis tryggjar vinnuni
tryggar karmar, sigur Sverri
Hansen.
Tryggu karmarnir eru enn
ikki komnir uppá pláss, og
sambært búskaparfrágreið
ingini, ið liggur til grund fyri
fíggjarkarmnar, kann eisini
roknast við at 2014 verður
royndarár í somáta.
- Stóri spurningurin er
væl, hvussu man politiskt
klárar at handfara stóru
nøgdirnar av uppsjóvarfiski,
ið Føroyar hava ásett sær
sjálvum. Tað er væl har, at
man skal tjena stóru peng
arnar næstu árini, staðfestir
Sverri Hansen turt.
Útreiðslusteðgur
Sambært fíggjarkørmunum
skal tað ikki gerast dýrari
at reka føroyska samfelagið
næstu árini. Boðskapurin úr
Fíggjarmálaráðnum um al
mennan útreiðslusteðg kann
tó hava eina neiliga ávirkan,
metir Sverri Hansen.
- Ein slíkur leistur kann,
alt annað líka, hava við sær
at virksemið í samfelagnum
minkar. Tað fær eina demp
andi effekt á búskapin, ljóðar
vurderingin frá Sverra Han
sen.
Á hinum bógnum koma so
íløgurnar.
- Har ætlar landsstýrið
at seta ferð á við at økja um
íløgurnar næsta ár. Men so
minka íløgurnar sum longu
nevnt aftur, og avleiðing
arnar av tí kunnu vit bara
meta um, sigur Sverri Han
sen.
Búskaparráðið hevur ikki
viðgjørt
fíggjarkarmarnar
hjá landsstýrinum fyri 2014-
2018. Tí standa viðmerking
arnar hjá Sverra Hansen fyri
hansara egnu rokning.
- Og tí vil eg heldur ikki
úttala meg nærri um, hvørja
støðu Búskaparráðið hev
ur til leistin, ið landsstýrið
hevur lagt fyri fíggjarpoli
tikkin næstu árini. Ráðið
hevur snøgt sagt ikki við
gjørt karmarnar, sigur Sverri
Hansen.
Tálma og vaksa í senn
- Tað verður ein stór avbjóðing at røkka málinum um yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Serliga tí
at inntøkurnar skulu veksa, samstundis sum íløgurnar lækka aftur. Og harafturat setir almenni
útreiðslusteðgurin stór krøv til fyrisitingina, metir Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum,
sum hevur hugt nærri eftir uppskotinum til fíggjarkarmar fyri næstu fimm árini
- Tað verður ein avbjóðing
at fáa komandi fíggjarlóg
at hanga saman innan
fyri karmarnar, men
stóra avbjóðingin er
at røkka yvirskipaða
málinum um yvirskot í
2016, sigur Sverri Hansen