Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur var miðverjan umskipað og blað ung. Verjan spældi ein fínan dyst og tað skuldi eitt brotsspark til at knekka ÍF, sum síðani ikki megn­aði at skapa teir stóru mál­møgu­ leik­arnar. Ein sigur í part B36 hevur fingið seks stig og nógv rós fyri góða spælið fyrstu umførini. Serliga vóru tað dystirnir móti HB og Víkingi í Gundadali, har B36 vísti gott og skjótt spæl. Tí varð roknað við, at teir fóru at gera av við TB á heimavølli, men tað skuldi vísa seg at gerast ein torfør uppgáva uttan Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal og Høgna Eysturoy. Veika punktið hjá B36 er breidd­ in á hópinum. Hetta var møgu­leikin hjá B36 at vísa, at breiddin er størri enn við­ merkj­arar halda, men tað eydn­aðist ikki. Javnleikurin leggur ein skugga yvir ann­ ars góðu byrjanina hjá ártals­ felagnum. 07 Vestur hevur lagt best frá byrjan av teimum trimum liðnum, sum flestu meta sum lið, ið skulu stríðast um at yvirliva í bestu deildini. Teir hava vunnið ein dyst móti TB, og fingu mánadagin eitt stig móti NSÍ á heimavølli. Tað gevur eitt stig fyri hvønn dyst. Serliga má tað smakka væl, at teir megna at javna móti endanum av dystinum móti NSÍ. Tað gevur tekin um eitt lið, ið kempar til tað sein­asta. EB/Streymur hevur fingið eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingina. Teir vunnu sum væntað móti 07 Vestur í fyrsta heimdystinum, men síðani er onki stig fingið til høldar. Teir vóru ávegis einum sigri móti ÍF, men eitt býtt reytt kort kostaði teim­ um dýrt. Mándagin taptu teir 3-0 fyri Víkingi, men høvdu møguleikar at fáa fleiri mál, men inn vildi bólturin ikki. Tað man verða langt síðani, at EB/Streymur hevur tapt tríggjar dystir upp í slag í lands­kappingini. Botnurin Vónirnar til NSÍ vóru góðar undan kappingarbyrjan, men eftir fýra umfør leita teir framvegis eftir fyrsta sigr­inum. Móti 07 Vestur sá leingi gott út, men í evstu løtu javnaði Ibrahima Camara fyri heimaliðið. Tað er eitt sindur ilt at meta um, hvussu støðan hjá NSÍ skal tulkast. Teir hava spælt tríggjar útidystir, men hava eisini bara fingið stig móti TB og 07 Vestur, sum verða mett sum lið, ið koma at kempa í botninum. Komandi um­far fær NSÍ vitjan av B36, tá fáa vit nokk eina greiða ábending um hvør styrkin hjá NSÍ er. TB fekk ein frammaná frá 07 Vestur og tað er orsøkin til, at 07 Vestur verður mett at verða komið væl frá byrj­ an, meðan TB er undir niður­ flytingarstrik­uni. TB megnaði um páskirnar at svara aftur við tveimum javnleikum, sum helst telja meiri í hjartanum enn teir gera á stigtalvuni, tí har stendur TB á tveimum stigum, men helst hava javn­ leikirnir birt eina trúgv upp á tingini á Tvøroyri eftir tvey tap í tveimum teimum fyrstu dystunum. Argjamenn hava ikki fing­ið nakað stig enn, men hava eisini spælt móti fýra av fimm teimum fremstu frá í fjør. Tað verða helst innan­hýsis uppgerðirnar móti hinum botnliðunum, ið koma at avgera um AB verð­ ur verandi í Effo-deildini. Kom­andi umfar spæla teir við Stórá. Tá kemur fyrsta ábend­ingin um hvørjum av has­um báðum vit kunnu rokna við – TB ella AB. trondur@sosialurin.fo fótbóltur effodeildin ítróttur Høgni og Hans Jørgen á odda Høgni Madsen, ÍF, og Hans Jørgen Djurhuus, Víkingur, hava báðir megað at fingið trý gul kort í fýra teimum fyrstu umførinum. Tað hevur ongin annar megnað. Teir liggja sostatt á odda í stríðnum um at fáa flest gul kort. Ein útvísing Tað kom bara ein útvísing í fjórða umfari. Hon kom í Fuglafirði, har ÍF tók móti HB. Í seinna hálvleiki fekk høgri bakkurin hjá HB, Jógvan Rói Davidsen, tvær ferðir gult kort. Hann fekk sum tann einasti í fjórða umfari reytt kort. FÓTBÓLTUR í HOYVÍK HOYVIK HOYVIK Myndir: Álvur Haraldsen