mikudagur 3. apríl 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
- Fíggjarpolitikkinum hjá
hesi samgonguni er ein van
lukka á nógvum økjum.
Tað sigur Jenis av Rana,
formaður í Miðflokkinum,
sum sjálvur er í samgongu.
Í dag, sama dag sum Løg
tingið fer at viðgera játtanar
karmarnar, staðfestir Jenis
av Rana, at tað er ikki semja
í samgonguni um játtanar
karmarnar,
sum
Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, legði fyri Løg
tingið beint fyri páskir.
Sjálvur tekur hann ikki
undir við fleiri pørtum av
játtanarkarmunum.
Men hann leggur afturat,
at hann visti heldur ikki av
nógvum av tí, sum stendur
í sokallaðu fíggjarpolitiska
stevnumiðinum hjá sam
gonguni, sum játtanarkarm
arnir eru.
- Samgongan er als ikki
kunnað um nógv av tí, sum
stendur í játtanarkarmunum.
Tí hevur hann nú biðið
formenninar í hinum trimum
samgonguflokkunum
um
fund, at fáa greiði á støðuni.
Hann kallar ein part av
játtanarkarmunum
fyri
leysar pástandir, sum eru
púra ógrundaðir og har ong
ar kanningar eru gjørdar at
greina fíggjarligu og sam
felagsligu avleiðingarnar av
tí, sum ætlanin er at fremja.
- Á fundinum ímillum
floksformenninar, fari eg
staðiliga at heita á Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmann,
um at fáa skil á fíggjar
politikkin og krevja, at tey
ymsu tiltøkini í játtanar
karmunum verða eftirkann
að, sigur Jenis av Rana.
- Løgmaður má tryggja, at
tey tiltøk, samgongan setir í
verk, verða eftirkannað, tí
samgongan kann ikki loyva
sær at føra ein fíggjarpoli
tikk, sum er grundaður á
innantóm rakstrarróp og
brádliga íkomin hugskot,
hjá einum landsstýrismanni
sum als ikki eru kannað og
eftirmett, staðfestir formað
ur Miðfloksins.
- Men at fara úr sam
gonguni vil Jenis av Rana
ikki tosa um - ikki enn í hvus
su so er.
- Men øll hava síni mørk,
og tað havi eg eisini og vit
taka støðu frá ferð til ferð,
sigur Jenis av Rana.
Akkurát,
hvar
markið
er, vil hann kortini ikki út
greina.
- Vit meta framvegis, at vit
hava størri ávirkan innanfyri
enn uttanfyri.
Men gongdin í ár verður
kanska sum í fjør. Tá ið
fíggjarlógin fyri í ár varð
løgd fram í heyst, var tað
mesta av fíggjarkarmunum,
longu slept og av tingsins
røðarapalli bað løgmaður
rætt og slætt tingfólk tveita
játtanarkarmarnar í rusk
spannina.
- Tað verður nokk sama
støða í ár, sigur Jenis av
Rana.
Ein ræðumynd
Jenis av Rana nevnir flat
skattin, sum eina ræðumynd
av illa grundaðum og óum
hugsaðum fíggjarpolitikki.
- Hann er ein vanlukka, tí
hann hevur als ikki havt tað
ávirkan, limir í samgonguni
førdi fram, at hann fór at fáa.
- Flatskatturin varð latin
teimum, sum ikki høvdu brúk
fyri honum og tískil hevur
hann hevur als ikki sett
gongd á samfelagið. Er meiri
ferð komin á samfelagið, er
tað eina og aleina takkað
verið uppsjóvarfiskinum og
tað hevur einki sum helst við
flatskattin at gera.
- Avtøkan av Landsbanka
num, er eisini eitt úrslit av
eini ”fixari idé”, har einki varð
kannað og greinað framman
undan, og sum ikki fer at føra
nakra sparing við sær.
- Alt hetta hevur ikki
ført til annað, enn at elva til
órógv í samfelagnum, uttan
at nakað er komið burtur úr.
Púra ókent
Jenis av Rana staðfestir, at
eftir
játtanarkarmunum,
sum nú eru lagdir fram, er
ætlanin enn einaferð at seta
ógrundað og illa umhugsað
tiltøk í verk.
- Og nógv av tiltøkunum
vita hvørki vit í Miðflokki
num, ella onnur í samgongu
ni, als einki um.
- Vit vita einki um ætlan
ina at leggja lestrarstuðul
um til lán. Tað er eisini ein so
óvinarlig heilsan til okkara
ungdóm, at tað kunnu vit
ikki taka undir við, sigur
Jenis av Rana.
- Hetta hevur hevur verið
frammi í samgonguni, men
tað varð sópað av borðinum.
Sostatt er tað heilt óskiljandi
at síggja hetta á prenti í
játtanarkarminum
nakrar
dagar seinni.
Í fíggjarkarmunum í fjør,
varð avtalað, at rentufrá
drátturin til sethúsaeigarar
skuldi lækka eitt prosent um
árið.
Tí skilir Jenis av Rana
ikki, hví tað nú stendur í
játtanarkarmunum, at rentu
frádrátturin skal lækka enn
meiri enn tað sum er avtalað,
tí tað er ikki nevnt í sam
gonguni við einum einasta
orði.
- Í fjør var tað sama
frammi, men tá søgdu sam
gongulimir kortanei. Men í
ár lótu tey bara vera við at
spyra, men seta tað í kortini.
- Sostatt skulu vit brádliga
gera tað óliviligari í Føroyum,
bara tí onkur í samgonguni
brádliga fær eitt hugskot,
sum als ikki er eftirkannað,
staðfestir formaðurin í Mið
flokkinum.
Miðflokkurin veit held
ur einki um, at ætlanin er at
hækka prísirnir á ferðaseðl
um hjá Strandferðsluni.
- Samstundis, sum tosað
verður um at lækkað prísin
á ferðaseðlum út í heim, er
sostatt ætlanin at hækka
ferðaseðlaprísin hjá einum
lítlum parti av fólkinum,
sum ikki hava fast samband,
staðfestir formaðurin í Mið
flokkinum.
Somuleiðis
staðfestir
hann, at í samráðingunum
um karmarnar, hevur tað
heldur onki verið frammi um
at útveita almennar tænast
ur og samanleggja stovnar
- Tí er hetta eisini ein ætl
an, vit púra einki vita um, og
har avleiðingarnar als ikki
eru kannaðir, sigur Jenis av
Rana.
- Eg veit ikki, hvaðani tað
kemur frá, at tað ber til at
spara 15%-20% av útreiðslu
num við samanleggingum og
útveitingum. Og so verður
løgfrøði enntá nevnt sum
eitt øki, sum skal útveitast.
Er tað nakað, sum kostar
kassan,
eru
tað
privatir
løgfrøðingar, so hetta er bara
eitt prógv um, hvussu lítið
skil er í, sigur Jenis av Rana.
Eitt annað brádliga íkom
ið hugskot er, at nú skulu al
menn starvsfólk ikki longur
fara frá, tá ið tey fylla 70,
men skulu sleppa at arbeiða
longri.
- Hvussu kunnu vit tað,
samstundis sum vit hava
stórt ungdómsarbeiðsloysi
og hvussu kunnu vit lokka
fólk heimaftur, tá ið ongi
størv eru til tey, spyr Jenis
av Rana.
- Hetta er aftur eitt tekin
til tey ungu um, at tey verða
ikki raðfest.
- Ein politiskur bólkur
arbeiðir við eini heilt nýggj
ari pensjónsskipan og so
verður ein bumba, sum hen
da bara tveitt í Løgtingið, utt
an at nakar veit um tað, sigur
Jenis av Rana.
Innantóm rakstrarróp
og ógrundaðir pástandir
JÁTTANARKARMAR Á nógvum økjum er fíggjarpolitikkurin hjá hesi samgonguni er ein
vanlukka, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum sjálvur er í samgongu
Alt hetta hevur ikki ført til annað,
enn at elva til órógv í samfelagnum
Ein fix idé
Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni er ein fix idé av brádliga íkomnum hugskotum og
innantómum rakstrarrópum, og tað má halda uppat, sigur Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins í lemjandi atfinningum at førda fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni