mikudagur 3. apríl 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
“Eg eri fødd í ’13,” hevur
omma altíð svarað, tá onkur
hevur spurt hana, hvussu
gomul hon er.
Omma er nummar seks
av átta systkjum, harav tveir
doyðu
sum
smádreingir
- báðir itu Símun. Omma
plagdi at siga, at hjá teimum
var
Símun
óeydnisnavn.
Teir báðir dreingirnir vóru
elstir, síðani kom Kristian
(Gigga), so Betty, Oluffa,
omma, Saloma og yngst var
Petra. Omma vaks upp á
Høvdanum á Strondum. Har
var nógv virksemi, handil við
øllum, ið har til hoyrir, fiska
arbeiði, fiskaturking og nógv
annað.Jógvan, pápi hennara,
hevði eisini mynstring og
innklarering av skipum um
hendi.
Omma var ofta sjúk sum
smágenta, ”tey væntaðu ikki,
at eg fór at liva,” hevur hon
ofta tikið til. Nú hevur hon
so nátt teimum hundrað, so
væl hevur hildnast kortini,
og er hon einasta eftir av
systkjunum á lívi.Skúlaárini
á Strondum vóru góð og
hon dugdi væl í skúlanum
- at rokna og at skriva bæði
føroyskt og danskt. Tað, at
duga væl í skúlanum, hevur
hon mett høgt og ofta spurt
børn, ið komu á gátt: ”Dugir
tú væl í skúlanum?”
Sum ung fór hon til
Havnar at tæna og at læra
at seyma. Hetta kom henni
væl við seinni. Sera snøgg
og fitt í hondunum hevur
hon altíð verið, og óteljandi
eru tey pløgg, omma hevur
bundið og seymað okkum og
øðrum. Tók ofta til, hvussu
góð kensla tað var, tá eitt
plagg var liðugt og væl úr
hondum greitt. Á Fløtunum
var ein fittur ungur maður,
Jóan Karl Danielsen, og tey
bæði omma og abbi vórðu
betri enn væl. Omma og abbi
vórðu trúlovað, meðan abbi
gekk á sjómansskúla í Havn.
Tey bygdu hús á Fløtunum
og giftust í 1939.
Annar verðaldarbardagi
var byrjaður og luftverju
kanón beint undir sovikam
arsvindeyganum. Men kær
leikin teirra millum yvirvann
allan ótta. 2. oktober árið eftir
fingu tey dóttrina Jóhannu
– tey vóru eydnusom. Men,
sum omma mangan plagdi
at taka til: ”Sorrig og glæde
de vandre til hobe”. Tann 21.
novembur komu telefonboð
úr Havn; abbi var deyður
á útróðri. Og har sat hon,
einsamøll
við
nýføðingi
– larmurin frá loftverju
kanónum og ávaringarljóð
um bumbuálop hava kenst
sum koyrlasløg – ongin Jóan
Karl at ugga og troysta ungu
einkjuna. Hon fall tó ikki í
fátt. Móðurkenslan, meiri
enn nakað annað, fekk hana
í gongd aftur. ”Hvor der er
vilje, er der vej,” hevur altíð
verið ommusa motto. Tær
báðar, omma og skyldkonan
Marsanna, fóru saman at
seyma fyri fólk, og somikið
væl kom burturúr, at tær
vunnu til lívsins uppihald. At
familjan, bæði á Fløtunum og
á Høvdanum, og bygdarfólkið
annars hava lívgað um tær
báðar, ommu og mammu, er
ongin ivi um, men saknurin
og sorgin var hennara.
Tað var, sum um feigdin
hevði lagt eftir systkjunum.
Gigga misti konuna, Oluffa
misti mannin. Teir tríggir
synir Gigga vórðu móður
loysingar. John fór til omm
una á Toftum og teir báð
ir beiggjarnir, Jógvan og
Frits, fóru til ommu sína á
Høvdanum at vera. Í 1948
doyði langabbi á Høvdanum,
og omma flutti við mammu
út á Høvdan at búgva og
at hjálpa til í stóra húsar
haldinum. Hetta hevði hon
lovað pápa sínum. Á Høvd
anum hjálpti hon mammu
síni við øllum tí húsliga
og kom í hennara stað, so
hvørt sum langomma eld
ist. Har var nógv at taka
sær av. Nógv fólk var í húsi,
húsdjór, handil, turkihús,
mynstring og ikki minst
umsorganin fyri børnunum
og ógiftu systrunum, Betty
og Petru, sum eisini búðu
har. Afturat húsfólkinum
kom nógv fólk á gátt, bæði
tey, ið høvdu okkurt ørindi,
men eisini tey hjá Salomu og
Oluffa við børnunum, sum
vitjaðu um sumrarnar. Á
vári í 1973 var feigdardagur,
tá útróðrarbáturin ”Gamli
Tummas” gekk burtur og
svágurin Hannus og Frits,
ið var sum ein sonur fyri
ommu, sjólótust.
Hóast mótburð, og væl
komin til árs, bygdi Betty
nýggjan handil, og tær báð
ar
systrarnar
starvaðust
har, líka til Betty doyði og
handilin varð rikin víðari
av yngri kreftum. Systr
arnar vóru farnar væl um
pensjónsaldur, tá tær enn
so trúliga rokaðust í handli
num. Tað er fortalt, at eina
ferð kom ein sølumaður at
selja okkurt. Hann var eitt
sindur ovfarin av hesi gomlu
’ekspeditrisuni’
–
ommu.
Sum hann fór at forklára,
helt hon fyri, at hon heldur
mátti fara eftir stjóranum.
”Og”, fortaldi sølumaðurin,
”so kom ein uppaftur eldri
dama út av kontórinum”.
Ein av ommusa leiklutum
í handlinum var, sum altíð,
tann umsorganarligi, at alt
var reint og ruddiligt og ikki
minst, at tað var heitt kaffi
og okkurt gott afturvið.
Tann 2. apríl 1998 vóru
aftur sorgarboð í familjuni.
”Sjóborgin”
gekk
burtur
og allir sjólótust – ófatiligt
hvussu bygdir og familjur
verða raktar.
Ommu hevur ongantíð
dámað at útseta nakað til
í morgin, ið kundi gerast í
dag. ”Tú veitst ikki um tú
livir í morgin,” plagdi hon
at siga. – og so fortaldi hon
hesa søguna um abba: Teir
róðu út um heystið, og sum
vanligt var, varð matur borin
útróðrarmonnunum, tá teir
vóru afturkomnir. Abbi hevði
verið á útróðri, men mamma
var sjúk, so omma slapp ikki
oman í Langanes við døgurða
sum hon ætlaði. Komin
at húsum sigur hann við
ommu: ”Sanna, eg væntaði,
at tú komst oman,” hon var
so forharmað og lovaði, at
næstu ferð, so skuldi hon
fáa onkran at vera inni hjá
dóttrini. Men ’næstu ferð’
kom bara ongantíð.
Omma hevur altíð verið
stillfør og blíð, og vit ommu
børn hava altíð notið gott av
ommusa
umsorganarfulla
og stillføra lyndi, bæði tá vit
ferðaðust á Strondum, og tá
hon ferðaðist hjá okkum – tá
vóru jóladagar!
Mamma vildi so fegin fáa
mynd tikna av '5 ættarliðum',
tá omma varð vorðin oldur
omma. Helt ikki, at hetta
var nakað at bíða við, tí vit
vistu jú ikki, hvussu leingi
omma fór at liva. Ikki visti
hon, ella nakar annar, at tað
bleiv mamma, ið varð tann
fyrra av teimum báðum at
fara hiðani. Vildu ynskt at
hon slapp at upplivað 100 ára
dagin hjá mammu síni.
Omma hevur altíð gleðst
um at búgva á Strondum.
Seinastu ellivu árini hevur
hon tó búð hinumegin fjørðin
á Røktar- og Ellisheiminum í
Runavík. Mongu fetini, hon
gongur aftur og fram á Ellis
heiminum, kann hon líta yvir
á Strendur - men um henni
leingist, tað vita vit ikki. Eitt
er tó vist, hon hevur tað gott,
har hon er. Tá Ellisheim hava
verið umrødd, hevur hon
oftani tikið til, at ”har hava
tey tað vist gott”. Og jú, hon
hevur tað gott hjá ómetaliga
fittum fólkum, ið eru so sera
góð við hana og bera vit teim
um eina stóra tøkk fyri tað.
Lív okkara her á fold
er mangan líknað við ein
dag – frá morgni til kvøldar.
Hjá ommu er farið væl um
vanliga
niðurfaringartíð,
men tað er gott at vita, tá
hennara lívssól slóknar, at
Hann, ið hon, sum ung genta
valdi sum sín trygga skjøldur,
stendur klárur at taka hana í
sín favn.
Nú skriva vit aftur '13.
Fríggjadagin 5. apríl er ein
stórur dagur, tá omma fyllir
100 ár.
Dagurin
verður
hildin
á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi í Runavík fríggja
dagin kl. 15–19 og eru øll
hjartaliga vælkomin.
Kári, Heidi og Sanna
við familjum
100 ár
Sanna Rosa Danielsen, Strendur
vanliga nevnd Sanna á Høvdanum
Hugleiðingar, nú omma fyllir hundrað 5. apríl
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
HARO 3-stAv pARkettgólv
Eik hvítt bustað matlakk 13,5x180x2200 mm
nú 219,-
FYrr 369,-
glAsvev pAkkAtIlBOÐ
25 MtR. glAsvev / 10 ltR. líM / 10 ltR. MálIng
nú Bert 699,-
spar 337,-