Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Koreanska LG er ein av framleiðarunum, sum hevur verið mest íðin eftir at fáa UHD- sjónvørp á marknaðin. 84 tumma UHD-skíggin varð sendur á marknaðin í 2012, og longu nú kann hann fáast í útvaldum handlum fyri smádýra prísin á 130.000 krónur. Tað er kortini munandi bíligari enn kappingarneytin hjá Sony, har tey krevja á 200.000 krónur fyri 84-tumma 4K sjónvarpið. Týdningarmesta mátið á LG-skíggjanum er diagonalurin, sum er 84 tummar við 3840X2160 pixlum. Sniðgevingin er kanska heldur einføld við klænaru rammu og ikki serliga stórari dýpd. Tað fyrsta, sum tú skalt venja teg við, er, hvussu stórur LG-skíggin er. Vit tosa um eitt sjónvarp, sum er næstan 2 metrar breitt, 1,2 metur høgt og sum vigar 80 kg! Vit hava áður spælt við hampuliga stóra 75-tumman hjá Samsung, men hesin verður næstan lítil, tá hann stendur undir liðini á LG. Við øðrum orðum er talan ikki um sjónvarp, sum tú bara uttan víðari tveitir í hornið í stovuni. Hóast 84 tummar kann tykjast yvirdrivið stórt, skal hetta síggjast saman við høgu skíggjaupploysnini. Ein partur av konseptinum við einum UHD-skíggja er, at myndin skal fevna um allan sjónarringin uttan sjónlig myndapunkt. Eitt sjónvarp við hesi støddini kann uttan himpr seta ístaðin fyri ein projektør hjá filmsfjepparum við heimabio. Brúrkaravinarligheit og snildir 84LM960W hevur somu útgerð sum hini topmodellini hjá LG í 900-røðini. Tað inniber netportalin hjá LG, Smart World, við væl umtókum apps sum Skype og Netflix. 84-tummin er eins lættur at nýta sum øll onnur hjá LG og hevur somu menuskipan. Innstillingar og atgongd til funkur er lætt at læra. Snilda fjarstýringin, Magic Remote, er eisini íroknað og hon ger tað lætt at stýra gjøgnum valmyndir og heimasíður. 84-tummin er útgjørdur við dual-core gerili, sum lættir um download tungum net-apps. Myndagóðska UHD Vit byrja myndakanningina við at testa eina ektaða UHD-video. Keldutilfarið kemur hesa ferð frá einum løgnum mediaspælara, sum LG hevur fylt við stillmyndum frá livandi myndum í Ultra HD. Signalið verður sent til skíggjan við HDMO-stikki, og wow-effektin er skjót at síggja! LG-skíggin teknar eina glasklára og hvassa mynd, sum er nógv meira enn tað, sum kann fáast við vanligum HD-skíggja. Myndin verður á ongan hátt pettað sundur í terningar. Ístaðin smeltar alt saman til eina heild, sum er ræðandi nær veruleikanum. Myndin er stutt sagt so náttúrlig, at tú fært hug at nerta við hana. Tað henda eisini onnur áhugaverd ting, tá myndin er somikið stór og hvøss. Fyri tað fyrsta verður hon serstakliga rólig og góð at hyggja at, og vit upplivdu ikki, at eyguni verða irriterað, eins og tey kunnu við smærri skíggjum. Tað er á leið sum at sita í bio-høllini framman fyri eini mynd, sum fyllir allan sjónarringin. Hartil tosa vit eina endurgeving av dýpd, sum er nógv betri enn tað, sum sæst við vanligum 3D-skíggjum. Við 2D-myndum, ið eru somikið hvassar, ber tað faktiskt til hyggja »inn« í myndina og fáa eina kenslu av dýpd, kantum og skapi á lutunum. Myndagóðska í fullum HD Hóast vit kunnu rósa UHD-myndagóðskuni til skýggja, mugu vit viðganga, at tað fellur eitt sindur niður, tá vit skifta til vanligan Blu-ray- film. Munurin er øgiliga stórur. Sjálvt Batman: The Dark Knight við sínum imponerandi IMAX- scenum verður eitt vónbrot í mun til ektað HD. Hóast myndin framvegis er stór og full av smálutum, eru vit eitt got petti frá hvøssu myndagóðskuni, sum vit fáa við ektaðum HD. Við UHD kundu vit sita 3 metrar frá skíggj­ anum uttan at síggja nakra pixelering yvir­høvur, men við Blu-ray máttu vit flyta stól­ar­nar ein metur longur frá. Hetta prógvar bara, at LG-síggin krevur UHD-tilfar fyri at vera í essinum. Myndagóðskan sum heild Hóast LG-skíggin er sterkur, tá um ræður stødd og uploysn, men samstundis er talan um ein púra vanligan LCD-skíggja við teimum styrkjum og veikleikum, sum hesin hevur. Meðan hini modellini í 9000-røðini nýta vanligu Nano LED-panelini við ektaðum bakljósi, nýtir 84-tummin vanligt kant­ monterað LED-ljós. Tað er einasta tøknin, sum er fíggjarliga forsvarlig, tá talan er um skíggja í hesi støddini. (Vit tora als ikki at hugsa um, hvat ein vanliga bak-LED útgáva vildi kostað). Kortini hevur kant-LED tøknin sínar av­ markningar í mun til, hvønn kontrast og hvat svartstøði skíggin kann geva. Sjálvur LG-síggin hevur eina blendandi ljósstyrki, sum er javnt deild uttan ljósar blettir, men svartstøðið er ikki imponerandi. Tær døkkastu scenurnar mangla smálutir og myndin hevur hug at veksa saman á svørtu økjunum. Tað keði­lig­ asta er helst blanka front- glasið, sum hevur lyndi til at kasta ljósið aftur. Ljós frá fartelefonum, teldlum og lampum skapar órógv, tá tú hyggur at filmi í veikum ljósi. Hóast vit skelva við at hugsa um, hvat eitt risa 84-tumkma antirefleks-filtur vildu kosta, kundu vit væl ynskt okkum, at LG hevði fingið sær eina heldur mattari flatu. Ljóðgóðska Meðan Sony hevur útgjørt sín 4K-síggja við stórum síðumontgeraðum hátalarum, hevur LG valt eina innbygda loysn, sum kortini er rættiliga umfatandi við tíggju hátalarum og einum bashátalara. Og tað er nóg mikið av tyngd í sjónvarpsljóðinum við góðum bassi og klárum diskanti. Ljóðgóðskan er avgjørt á støði við eitt gott soundbar, men kann kortini ikki sammetast við eitt serstakt surround- anlegg, sum tú átti at fingið tær, so ljóðið passar til myndagóðskuna. Niðurstøða LG 84LM960W er ein imponerandi skíggi við eini risastórari myndaflatu og hvassleika, sum fær teg at missa ondina! Her er avgjørt grundarlag fyri eini myndauppliving, ið er nógv størri enn tann vanliga. Men størsta styrkin hjá skíggjanum er eisini størsti veikleikin. Tá tú fyrst og hevur upplivað væl brýnda hvassleikan hjá Ultra-HD, er tað nevnliga eitt vónbrot at fara aftur til vanliga HD-endurgeving, har LG-skíggin ikki útmerkar seg nakað serligt. Uppskaleringin kundi verið betri, og LG-skíggin spreingir heldur ikki mørk, tá umræður vanligu myndaparametrini so sum kontrast og svartstøði. Fyri 130.000 krónur verður 84-tummin bara ein dreymur hjá teimum flestu, og tað er kanska eisini heilt fínt. Vit eru nevnliga rættiliga spnt at vita, hvat minnu og helst eisini bíligaru 55- og 65-tumma modellini kunnu gera. Eitt er í øllum førum víst. Hevur tú fyrst upplivað Ultra HD heilt nær, so er eingin vegur aftur. tøkni Tekstur: Audun Hage sjónvarp: Fyri Ímóti Ræðandi veruleika­ kend, superhvøss myndagóðska. Ov lítið keldutilfar í UHD. Spegilsblankt frontglas. Test av LG 84LM960W Heimsins hvassasta sjónvarp Vegleiðandi prísur: kr. 130.000 Samlað meting: ★★★★★★ LG 84LM960W 84" LED LCD, 3840 x 2160p 4 x HDMI LG Smart World netportal Skype, Wi-Fi Passiv 3D (1920 x 1080) Nýggju Ultra-HD sjonvørpini eru framtíðin. Vit hava hugt nærri at risastóra 84-tummanum hjá LG, og her fært tú okkara fatan