mikudagur 3. apríl 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tvey umfør hava verið um
páskirnar og ymist er hvussu
tað hevur gingist teimum
ymisku feløgunum. HB og
Víkingur vunni báðar sínar
dystir, og draga saman við
KÍ og ÍF frá hinum.
Kappingin
kann
helst
deilast upp í trý, har tað eru
fýra feløg, sum hava lagt
seg á odda, meðan B36, 07
Vestur og EB/Streymur øll
hava vunnið ein dyst, meðan
NSÍ, TB og AB eru uttan
sigrar. Tað kemur óvart á,
at EB/Streymur bara hevur
fingið trý av tólv møguligum
stigum, og at NSÍ framvegis
ongan sigur hevur fingið.
Risar í oddinum
Bæði HB og KÍ viðhaldsfólk
eru so smátt farin at ótolnast
eftir nøkrum góðum úrslitum.
Fyritreytir eru ymiskar, tí HB
hevur vunnið FM heitið at
kalla annaðhvørt ár í nýggju
øldini, meðan KÍ ikki hevur
vunnið FM síðani 1999.
Men meðan HB hevur
havt tvey minni góð ár við
óstøðugum
úrslitum,
so
hevur KÍ verið niðri í 1.deild
og vent. Nú eru bæði liðini í
framgongd. HB er favorittur
at vinna kappingina, meðan
tey í Klaksvík droyma um
heiðursmerki.
Eftir fýra umfør er tað
hugaligt at staðfesta, at fót
bólts Føroyar nú verður
drigið aftur í tíðina, tá HB
og KÍ stríddust í oddinum í
føroyskum fótbólti. Megna
liðini at halda tokinum koyr
andi við somu ferð, so verður
talan um eitt brak av einari
aðrari verð, tá KÍ og HB
bresta saman í Klaksvík í 7.
umfari tann 25. apríl.
HB hevur um páskirnar
vunnið tveir líknandi dystir
2-0. Í báðum førum var talan
um
málleysar
hálvleiks
støður. Í Gundadali móti EB/
Streymi kom fyrra málið
eftir hornaspark, og í Fugla
firði skuldi brotsspark til,
áðrenn HB fekk hol á. Men
tá HB so fyrst kom á odda,
so var sjáldan vandi á ferð
frammanfyri egnum máli. Í
so máta vóru báðir sigarnir
uppibornir.
KÍ spældi javnt í Klaksvík
móti B36, eftir at hava verið
aftanfyri, men megnaði á
Argjum at venda 0-1 til 3-1.
Higartil hevur KÍ ikki spæld
móti nøkrum, sum er í ovaru
hálvu eftir fýra umfør, men
nú koma royndirnar, ið skulu
vísa hvørjum KÍ er gjørt av.
Fyrst er tað EB/Streymur á
heimavølli, síðani ÍF á úti
vølli, áðrenn HB kemur á
vitjan í 7. umfari.
Víkingur raknaði við
– ÍF misti á fyrsta sinni
Víkingur hevur havt nakrar
trupulleikar at stríðast við í
spælinum, men eftir fjórða
umfar sær betri út á vøllinum
og á stigatalvuni. Tríggjar
ferðir hevur Víkingur spælt á
heimavølli og hvørja ferð eru
øll stigini komin til høldar.
Ongantíð er tey komin so
greitt, sum í dystinum móti
EB/Streymi. Úrtslitið gjørdist
3-0 og spælið var heilt gott.
Serliga miðvøllurin tóktist
rigga væl og tað hevur verið
eitt øki, sum spurningar hava
verið settir við. Hans Jørgen
Djurhuus, Jann Ingi Petersen
og Heðin Hansen mannaðu
miðvøllin.
ÍF hevði sum tað einasta
fult stigatal undan hesum
umfarinum, men tey vóru
øll komin til høldar undir
heldur løttum umstøðum.
Tveir sigrar á uppflytarum á
heimavølli, og ein sigur á EB/
Streymi, sum fekk ein mann
útvístan í fyrra hálvleiki.
Tí skuldi ÍF standa sína
roynd
móti
HB.
Hvørki
Bartal Eliasen ella Høgni
Zachariasen vóru við og tí
ítróttur
Tað eru tey bæði sigurvandu feløgini, KÍ og HB, sum
hava lagt seg á odda í føroysku landskappingini
nú fýra umfør eru spæld. Argjamenn hava fram
vegis einki stig, meðan EB/Streymur og NSÍ
so smátt eru farin at kenna trýst á sær
fótbóltur effodeildin
Fýra toppskorar Fýra spælarar hava
skotið trý mál í fýra teimum fyrstu umførinum.
Teir eru Álvur Christiansen, KÍ, Arnbjørn
Hansen, EB/Streymur, Ibrahima Camara,
07 Vestur, og Lukasz Cieslewicz, B36.
Hvar fert tú Johan? Tá Johan Jacobsen bleiv skiftur
inn fyri KÍ í dystinum móti AB var hann ikki greiður yvir,
at hann skuldi aftur um miðjuna, tí bólturin skuldi gevast
upp. Heldur rann hann mitt inn á hálvluna hjá AB inn
til hann fann útav, at hann var farin á skeiva hálvu.
Sum í gomlum døgum:
risar í
oddinum
Fótbólts-