Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Herfyri varð gitt, at Tjóð­veldi er far­ið at fríggja til Fólka­ flok­k­in, eftir at Tórbjørn Jac­ ob­sen gjørdi alment kunn­ugt vegna Eysturoyar Tjóð­veld­i­ s­felag, at flokk­ur­in ikki skal fara í blokk við Javn­aðar­ flokk­in, »sum er meira sam­ bandsk­ur enn Sam­bands­ flokk­ur­in, og sum vil hava Før­oyar í ES sum dansk­an lands­lut«. Hinvegin átti Tjóð­veldis­ flokk­urin – sum Tobbi so gam­al­dags orða­r seg um sín egna flokk – at seta øll segl fyri at »stríðast fyri før­oyska nat­i­onal­statinum«. Tað fall kortini fútanum í Kongs­havn fyri bróstið, at fólk fóru at hugsa um par­lag mill­um Tjóð­veldi og Fólka­ flokk. Sjálvur Hoydal lýsti í hes­um sambandi alla sam­ gong­u­na í bann. Men hvussu er og ikki, so er kortini okkurt millum Tjóð­veldi og Fólkaflokk, tí Tjóð­veldi vil hava sjálvan Jørg­en Nicl­a­sen at standa fyri fíggj­ar­eft­ir­lit­i­num, sum skal halda í oyrunum á bank­ u­num. Hesum tekur »sam­bandski og ES-sinn­aði« Javn­að­ar­ flokk­ur­in ikki und­ir við. – So er spurningurin, um Tjóð­veldi vil hava rev­in at ansa høn­u­num – ella tað er góða gamla tjóð­veld­is­par­ol­ an um, at ein ein vánalig før­ oysk skúl­a­ bók er fræg­ ari enn ein donsk... Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen Tíðargrein síða 15 ES, Edmund og Sjúrður Dorit Hansen Eygamálið síða 14 Veru­ leikin er nakað lort Tað er tann stóri spurningurin, nú heildarætlanin fyri fólkaflyting og fólkavøkstur er løgd fram. Løgmaður hevur fleiri ferðir lagt dent á, at hendan ætlanin ikki verður løgd í eina skuffu at savna dust, men at hon skal fremjast í verki. Í blaðnum í dag er løgmaður kanska knapt so skrásikkur, men áhugavert er at hoyra Johan Dahl, landsstýrismann, sum tosar um at selja almenn partafeløg til tess at fíggja hesa ætlan, sum næstu árini skal kosta okkum 700 milliónir til tess at venda skeivu gongdini í fólkatalinum. At kanningin so kemur nett um sama mundið, sum samgongan legg­ ur fram játt­an­ar­karm­arnar, sum í 2016 skulu tryggja eitt spinkult yv­ir­skot upp á tríggjar milliónir á løg­tings­fíggj­arlógini. Eingin sigur, at tað skal verða lætt. Men allir politikarar hava sagt, at fólka­flyt­ingin og lækkandi fólka­ talið er størsta avbjóðingin hjá før­ oyska sam­felagnum. Tí er svarið so ein­falt, at sjálvandi skulu vit satsa, tí vit fækkast alsamt. Arbeiðsbólkurin, sum í morgun legði fram fram heildarætlanina um fólka­vøkst­ur sigur, at hóast fólk í nógv ár eru flutt til og úr Føroyum, eru tað fleiri viðurskifti, sum gera støð­una í dag ser­liga álv­ar­sama. Frá­flyt­ing og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. Tað eru í stóran mun tey ungu, men serliga kvinnurnar, sum flyta burtur – ofta í útbúgvingarørindum – men eisini at nema sær aðrar roynd­ir. Samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aft­ur til landið. Burðartíttleikin er nógv minkaður, og burðaravlopið er lágt. Har­um­ framt er aldurs- og kyns­býtið í sam­ fel­a­gn­um so skeiklað nú, at tað eru alt ov fá ung í mun til gomul og ov fá­ar kvinnur í burðarførum aldri Hesi viðurskifti samanlagt hava við sær, at fólkatalið er minkandi. Víst verður á, at støðan krevur eina miðvísa heild­ar­ætl­an, har alt samfelagið tek­ur ábyrgd. Sambært arbeiðsbólkinum kost­ ar hetta um 700 milliónir krónur frá komandi árini og fram til ár 2020. Ger Johan Dahl álvara av at selja partafeløg, so kann parturin í bankanum seljast fyri 340 milliónir, Føroya Tele hevur eina eginogn upp á 377 milliónir, og parturin í Atlantsflog er upp á 165 milliónir krónur. Hvør rætta loysnin er at finna peng­ar – tað er uppgávan hjá pol­it­ ik­ar­u­num. Men sjálvandi skal sats­ ast í hesum máli! tora vit nú at satSa? Undir viðgerðini av játt­an­ar­ karm­u­num á tingi mikuda­g­in sló løg­maður fast, at tað ikki pass­ar, at ar­beiðs­bólk­ur­in, sum hev­ur skriv­að á­litið um fólka­flyt­ing og fólk­a­vøkst­ur hevu­r skal seta kós­ina fyri lands­stýr­ið. Rætti­liga ber­ søg­in var hann, tá hann tók so­leiðis til: – Guð skal hann ei! Alfred Olsen sat á for­ mans­pall­i­num, og hann helt ikki, at tað var átaluvert at svørja soleiðis við Guds navni av tingsins røð­a­r­a­palli. – So tá løgmaður kann, so kunnu hini væl saktans eisini...? Á tingi er lov at siga: Guð skal hann ei... Málið um samsýning lands­ stýr­is­manna kemur á lands­ stýr­is­fund fyrsta dagin. Fyri trimum mánaðum síð­ani fekk løgmaður hand­ að á­lit frá ein­ari nevnd, sum hevði skriv­að frágreiðing og gjørt til­mæli til broytingar í sam­sýn­in­g­ini hjá løgmanni og lands­stýr­is­monnum. Síðani løgmaður fekk á­lit­ið, hev­ur Løg­mans­skriv­ stov­an samskift við nevnd­ ina um eina hóskandi skift­ is­tíð, og hvussu hon skal skip­ast. Hetta er gjørt fyri at upp­lýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn tað verð­ur lagt fyri landsstýrið, sig­ur løg­mans­stjórin, Marj­ un Han­usardóttir. Hon legg­ur dent á, at Løg­mans­ skriv­stov­an tek­ur støði í á­liti­num hjá nevnd­ini. – Løgmaður fer at leggja mál­ið fyri landsstýrisfund fyrsta dagin. Síðani er ætl­ an­in at gera eitt lóg­ar­upp­ skot um samsýning lands­ stýr­is­manna, ið væntandi kann leggj­ast fyri Løgtingið í næstu tingsetu, sigur løg­ mans­stjór­in. Nevndi­n, sum skrivaði á­lit­ið um sam­sýn­ing lands­ stýr­is­manna, mælti til fleiri broyt­ing­ar. Millum ann­að skal sjálv lønin broyt­ast, og tað umstrídda kostn­að­ a­r­end­ur­gjaldið, sum lands­ stýr­is­menn fáa, og sum er á­sett eft­ir, hvar í landinum teir búgva, skal strikast. Sum er fáa seks lands­ stýr­is­menn kostn­að­ar­end­ ur­gjald. Johan Dahl, Kar­ sten Hansen, Bjørn Kalsø og Jac­ob Vestergaard fáa fult endurgjald, meðan Jørg­en Niclasen og Kári P. Høj­gaard fáa minni. Kaj Leo Jo­hann­e­sen og Annika Ol­sen fáa einki, tí tey búgva í høv­uðs­stað­num. Teir fýra fyrst nevndu fáa í løt­uni 13.642 krón­ur um mán­að­in, Jørgen Nicl­a­sen fær 11.863 krónur, og Kári P. Høj­gaard fær 8.304 krón­ur um mán­ að­in. Tann 1. november í ár hækk­ar kostn­að­ar­end­ur­ gjald­ið umleið 0,9 prosent. Gjald­ið hækkaði seinast í mai í 2011. Landsstýrislønir á landsstýrisborð Politikarar hava nú høvi at vísa sítt virði í verki - at satsa! Jørgen álitið hjá Tjóðveldi