Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avtalan um stuðul til rakst­ ur av dagtilhaldi ella hita­ stovu ætlað heim­leys­um er nú undirskrivað. Tórshavnar býráð hev­ur nú gjørt avtalu við Frels­ u­n­ar­herin um at standa fyri einum skipaðum dag­ til­haldi ella hitastovu í býnum. Tørvur er á ein­ um skipaðum tilhaldi, ofta nevnt hitastova, til heim­leys í dagtímunum. Frelsun­ar­her­urin og Blái kross­ur hava bútilboð til heim­leys við stuðli úr lands­ kassa­num sambært for­ sorg­ar­lógini, men hetta er í høvuðsheitum eitt til­boð um náttarvist. Í dag­tím­un­ um halda tey heimleysu í stóran mun til úti á gøtu­ num, ofta til ampa fyri bæði tey sjálvi og onnur. Hitastovan/dagtilhaldið er tilboð, sum tey heimleysu frítt kunnu brúka, og har tey kunnu fáa virðiligar um­støð­ur og nærveru og umsorgan undir skip­að­ um viðurskiftum. Í fíggjar­ æt­lanini hjá Tórs­hav­n­ar kommunu er hálv miljón sett av til tilhald til heim­leys. Ætlanin hevur verið at gera avtalu við hjálp­ar­ felags­skap at standa fyri hita­stovuni. Í 2012 vendi Frelsun­ar­herurin sær til kommun­una við ætlan um at byggja Herbergið á Dala­vegnum út til eisini at fevna um dagtilhald til tey heimleysu. Hetta sam­svar­ar væl við nýtslu­møgu­leikarnar og virksemið, sum Her­bergið frammanundan hev­ur. Dagtilhaldið fer at hava op­ið frá kl. 11 til 18 hvønn dag, har tey heimleysu um­ framt mat eisini hava høvi til at taka lut í smærri ítriv­ um. Frelsunarherurin hev­ ur fingið byggiloyvi, rind­ar allan kostnaðin fyri bygg­ ing­ina, men søkt verður um stuðul til raksturin. Um­sit­ingin hevur saman við Frelsunarherinum gjørt upp­skot til avtalu um stuðul til rakst­ur av hitastovu/dag­ til­haldi til heimleys í Tórs­ havn­ar kommunu. Málið hevur verið við­ gjørt av bæði trivn­að­ar­ stjóra­num og sosial­deild­ ar­leið­ara­num, og bæði triv­nað­ar- og fíggj­ar­nevnd­ in hava mælt bý­ráð­num at taka undir við ætlan­ini. Og nú er avtalan so endaliga undir­skrivað. Jón Brian Hvidtfeldt Tíðindini á Portalinum skulu bjóð­ast út í fríari kapping, so­ leið­is at øll kunnu bjóða seg fram. Tað sigur Føroya Tele, sum har­við sigur upp samstarvið við Miðlahúsið, sum í 13 ár hev­ur skrivað tíðindini til Portal­in. – Samstarvið við Miðla­ hús­ið hevur verið gott, men vit vilja síggja, um møgu­ leik­ar eru at gera Portal­in enn betri enn í dag, sigur Jan Mort­en­sen, privat­kunda­ stjóri hjá Før­oya Tele. Jan Mortensen sigur seg vænta, at tann sum bjóð­ar, hevur eina visjón um Portal­ in, og hvussu hann skal sígg­ j­a út frameftir. Hann hevur tó einki boð uppá, hvat ítøkiliga skal ger­ ast betri ella øðrvísi. – Nei, tað hava vit ikki, ásann­ar Jan Mortensen. Hann dugir ikki at meta um áhugan fyri at bjóða, men sigur seg tó vænta, at Mið­la­ húsið fer at liggja fram­við. – Sosialurin var fyrsti, før­oyski fjølmiðil á inter­net­ i­num. Vit byrjaðu at skriva tíðindi til netið heilt afturi í 1996, tí vit sóu týdn­ing­in og møguleikarnar við hes­um miðli, sigur Eirik­ur Lind­en­ skov, ábyrgd­ar­blað­stjóri á Sosi­al­inum og stjóri í Miðla­ hús­i­num. – Táverandi stjórin á Før­ oya Tele, Andras Róin, hevði eina filosofi um at Portalurin skuldi brúkast til at eggja fólki til at fara á internetið eftir tíðindum, og út frá hes­ um stóðst samstarvið, har Sosialurin skrivaði skjótu tíð­indini til Portalin, ístað­in fyri okkara egna Inter­net­ sosial, sum ístaðin bleiv eitt kopi av prentaða blaðnum. – Miðlahúsið framleiðir tíð­indi til internetið, 365 dag­ ar um árið, og tað koma vit fram­haldandi at gera, við ella uttan Føroya Tele. Stjórin í Miðlahúsinum vís­ir á, at fyri Føroya Tele er Por­talu­rin blivin ein sera góð for­rætn­ing, og tí kann tað sjálv­andi vera ein trupulleiki hjá einum almennum felag sum Føroya Tele, at kapping ikki er um tænastuna. Ein pástandur, sum Jan Morten­sen kann vátta. – Jú, Portalurin er ein »for­nuf­tig forrætning« fyri Før­oya Tele. Portalurin gevur yvir­skot, annars høvdu vit ikki havt Portalin, sigur Jan Mort­en­sen. – Vit koma at bjóða, men skul­di tað hent, at onkur ann­ar fer við uppgávuni, so verður tað ikki uttan kapp­ ing frá Miðlahúsinum, sig­ur Eirikur Lindenskov, ábyrgd­ ar­blað­stjóri. – Tað skal vera púra greitt, at Miðlahúsið kemur at halda fram við at framleiða tíðindi til internetið, um neyðugt við ein­um øðrum portali, slær Eirikur Lindenskov fast. Føroya Tele hevur sett freist­ina at bjóða til 1. mai. Portalurin bjóðast út MIÐLAR – Vit vænta, at tann sum bjóðar hevur eina visjón um Portal, sigur Jan Mortensen á Føroya Tele, bjóðar nú út uppgávuna at skriva tíðinda til Portalin. Frelsunarherurin skal standa fyri hitastovu – Vit fara framhaldandi at skriva tíðindi til internetið við ella uttan samstarv við Føroya Tele - og um neyðugt við nýggjum Portali, sigur Eirikur Lindenskov – Hevði Portalurin ikki verið ein góð forrætning og givið yvirskot, so høvdu vit ikki havt Portalin, sigur Jan Mortensen