Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Vísindastarvsfólk í samfelagsvísindum Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv sum lektari ella adjunktur leyst at søkja. Starvsøki Tann, ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna gransking og undirvísing á raðfestu samfelagsvísindaligu økjunum á deildini. Granskingarøkini á deildini eru býtt í trý temu: 1) Tilfeingi, umhvørvi og nýskapan. 2) Fólkaræði, umsiting og vælferð. 3) Identitetur, mobilitetur og samskifti. Sí http://setur.fo/ soegu_og_samfelagsdeildin/gransking/evnisoeki/ Umsøkjarar verða bidnir um í umsóknini at skilmarka sín granskaraprofil og møguligar granskingarætlanir ella ynski innan fyri temuni omanfyri. Undirvísingin verður knýtt at verandi útbúgvingum á Søgu- og samfelagsdeildini. Undirvísingarskyldan kann eisini fevna um aðrar útbúgvingar og útbúgvingarøki á Setrinum. Harumframt kann starvsøkið fara at fevna um arbeiði við nýggjum útbúgvingum. Á Søgu- og Samfelagsdeildini verður dentur lagdur á tvørvísindaliga praksisorienteraða gransking, har samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttan- seturs hevur stóran týdning. Førleikar Lektaraumsøkjarar skulu hava ph.d.-prógv ella samsvarandi førleika og skjalprógvaðan granskingarførleika á altjóða stigi. Teir skulu hava góðan pedagogiskan førleika og fyri- sitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella sams- varandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógv- að granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgv- ing. Út frá eini heildarmeting tilskilar Fróðskaparsetrið sær rætt til at seta ein adjunkt í starv fram um ein lektara, um profilurin v.m. hjá adjunktinum hóskar betur saman við inni- hald og ætlan við lýsta starvinum. Viðkomandi fyri starvið eru førleikar frá eitt nú umsiting, sosialvísindum, planlegging, frá politikki, búskapi og kvant- itativari metodu. Umsókn Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman viðviðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks. Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 10 vísindaligar greinir og yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt umsokn@setur.fo Setanargongd Stavið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við Akademikarafelag Føroya. Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkj- aranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum førleikum. Umsóknarfreistin er 1. mai 2013. Miðað verður eftir at seta starvið 1. august 2013. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans Andrias Sølvará, deildarleiðara (tlf.292583; has@setur.fo), til Gest Hovgaard, lektara, telefon (tlf. 292595, gesturh@setur. fo) ella til Maluna Marnersdótt ur, dekan, malanm@setur.fo. Upplýsingar um virksemi á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo www.sosialurin.fo